týsdagur 19. november 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 20. november 2019
Sosialurin
Bókajól
Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo
WWW.RITOGRAK.FO
Bílegg føroyskar bøkur á netinum.
Tað er skjótt og ómakaleyst.
HJÁLPIR TEIMUM, SUM
ERU RINGAST FYRI
B
ókin “Njál – ljós í skugga” er ein serlig
lívssøga. Njál var føddur sum “eingilsk
mannabarn” í 1941. Hann hevði ætlað
sær eina framtíð á Gjaldstovuni. Men tá fekk
Petur Háberg úr Brøðrasamkomuni eyga fyri
hansara serligu evnum innan andaliga økið.
Hann eggjaði Njál at fara tann vegin, og úrs
litið var, at hann saman við konuni, Ernu, í
1961 fór til Noregs í offisersskúla hjá Frelsun
arherinum.
Aftaná at hava virkað í ymsum plássum
í Noregi, og eisini í Íslandi, gjørdist Njál í
1985 leiðari á Fyrlyset í Oslo. Hetta er tann
stovnur hjá Frelsunarherinum, sum tekur
sær av teimum allarveikastu í samfelagnum,
sum annars ongan góðan hava. Serliga er her
talan um fólk, sum eru heft at rúsdrekka og
rúsevnum.
Fyrst og fremst var uppgávan at geva
hesum fólkum grundleggjandi umsorgan
við mati, reinføri og andaligum stuðli. Njál
hevur tann eginleika, at hann ger ikki mun
á fólki. Eisini tey, sum liggja lægst, hava síni
virði, sum fjálgast skal um.
Næsta stigið er so at fáa hesi fólk á føtur
aftur. Sum fótbóltsfjeppari veit Njál, at er tað
nakað, sum kann fáa eldhuga í fólk, so er tað
fótbóltur. Tískil byrjaði hann í 1995 eitt fót
bóltslið av fólki, sum búðu á gøtuni.
Hetta var byrjanin til tann “gatefotball”,
sum hevur breitt seg so nógv, at í dag eru HM
í hesum fótbólti, har Njál framvegis er virkin.
Tey eru nógv, sum takkað verið hesum fót
bólti eru komnir á rættkjøl aftur.
Eitt annað stig er at fáa fólk í arbeiði.
Njál byrjaði í síni tíð eina skipan, har menn
fingu eitt sindur av løn fyri at rudda gøtur og
líknandi arbeiði . Hann fekk eina skipan við
fakfeløgini, har hetta lat seg gera. Hetta var
byrjanin til Jobben, sum er ein starvsvenjing,
sum fyri kortum fekk vitjan og harvið
viðurkenning frá sjálvari Sonju drotning.
Uttan konuna, Ernu, hevði Njál ikki
kunnað framt síni avrik. Hon var tann dyggi
stuðulin, sum gjørdi alt hetta møguligt. Tí er
bókin ognað minninum um Ernu, sum and
aðist í 2016.
Tey bæði vóru fyrstu hjún í Noregi, har
bæði fingu “kongsins gull”. Tað er sjálvsagt
nógv meira at lesa um hetta virksemi í bókini.
Høvundurin hevur hitt fleiri, sum takka Njál
fyri, at tey eru í lívi.
Í bókini eru nógvar frásagnir frá hesum
arbeiði. Eisini verður greitt frá hjálparum,
sum Njál hevur fingið afturat sær, har fleiri
eru menn á ovastu rók í norska samfelagnum.
Tað er kristintrúgvin, sum er drívmegin
í hesum virksemi. Tað kann sigast at Njál
og Frelsunarherurin umboða eina rúmliga
kristnitrúgv, har fremsta endamálið er at
hjálpa medmenniskjum í trongstøðu.
Bókin er 215 síður við nógvum góðum
myndum, sum lýsa meira enn orð virksemið
hjá Ernu og Njál. Hon kostar kr. 240 í bók
handlunum.
BÓKIN UM NJÁL:
Erna og Njál við “riddarakrossinum”.
Flokkurin hjá Njál í kommunuskúlanum í Havn í 1951. Í bókini
eru nøkur nøvn komin skeivt fyri. Tað er rættað her.
Aftasta rað vinstrumegin frá:
Magnus Pauli Magnussen, Jóhannes Norðbø, Regin Nolsøe, Poul Johannesen, Dánjal Martin
Mortensen, Argir, Njál Djurhuus, Hans Tejsen, dani, Johan Isholm, Jens Petur Mikkelsen
Miðraðið:
Birgit Restorff, Anita Joensen, Margit Mortensen, Argir, Beinta Háberg, Margit Weihe, Argir,
Frú Beyer, lærari, Ása á Dul, Ruth Andrésen, Hanna Sundstein, Anna Maria Sivertsen.
Fremsta rað:
Brynjálvur Mikkelsen, John Joensen, Argir, Anfinn Rubek Nielsen,
Sólbjørg Mortensen, Argir, Turid Simonsen, Johanna Clementsen,
Heini Davidsen, Erling Strubel ,dani, Mortan Dalsgarð, Argir.