týsdagur 19. november 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
22
Sosialurin
Bókajól
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS
GÁTAN UM RÓMAN
Jan Chr. Næss / Kamila Slocinska
88,-
Gátan um róman er bók til triðja torleikastig.
Hon snýr seg um Óla og ommu Óla. Omman
hevur ein trupulleika, hon hevur verið til
handils, men hon finnur ikki róman, sum
hon sigur seg hava keypt. Tíbetur dugir
Óli at hjálpa. Reyð krabbabók. Hjørdis
Heindriksdóttir týddi.
32 s. / heft
ÁSA RÆÐIST
Eldrid Johansen / Rikke Fjeld Jansen
94,-
Ein spennandi søga um Ásu, sum ikki
dámar nýggju húsini, tey eru flutt inn í.
Tey eru ísakøld, og tað hendir ymiskt løgið
í húsinum. Er tað bara Ása, sum skilir, at
tað spøkir her? Lilla krabbabók. Hjørdis
Heindriksdóttir týddi.
40 s. / heft
FLANAGAN OG EG
Bo R. Homberg
150,-
Bjarni býr saman við ommuni úti á bygd. Í
skúlanum gongur Lenny Karlsson í sama
flokki sum hann. Lenny ger seg inn á Bjarna
og vinin, Flanagan. Blá krabbabók. Lena
Jacobsen týddi.
88 s. / heft
SOFÍA OG ANITA. EIN ESKJA VIÐ
PENGUM
Line Baugstø / Sussi Bech
148,-
Onnur bókin um vinkonurnar, Sofíu og Anitu. Ein
tjóvur er í flokkinum. Sofía og Anita mugu finna
út av, hvør tað er. Lilla krabbabók. Kristianna
Poulsen týddi.
66 s. / heft
ELSKAR, ELSKAR IKKI
Unni Lindell / Lars Rudebjer
198,-
Elin og tey í flokkinum fara á seturskúla. Har
hittir hon Beinir, sum gongur í einum øðrum
skúla. Hann er hægri enn hinir og er ljóshærdur.
Hjørdis Heindriksdóttir týddi. Lilla krabbabók.
168 s. / heft
NÁTT OG DAGUR
Emily Bone / Nina de Polonia
88,-
Tá ið sólin setur, og tað fer at skýma, gera nógv
dýr seg til reiðar at sova, meðan onnur vakna.
Lilla krabbabók. Sigurlaug Fossdal týddi.
32 s. / heft
FAKTA OG ÍTRIV
BÓKIN UM TEG
Ann-Mari Egholm
249,-
Fyrsta upprunaføroyska bókin um barnið er
komin. Bókin er ætlað foreldrum og avvarðandi
at skriva alt um barnið. Í bókini ber til at savna
stuttligar og minniligar hendingar og smá
gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um
mangt og hvat – nær, hvar og hvussu – sum
annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her
er pláss at seta myndir inn og at skriva niður
ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini,
frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Henda
bókin er ein dýrgripur, tit fara at fegnast um
alt lívið. Vakurt mátiupphang fylgir við bókini.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
70 s. / innbundin við spiralryggi
KLOKKAN
Fanny Bruun / Jørgen Stamp
59,-
Ein ítrivsbók til tín, sum vilt læra teg (meira
um) klokkuna! Í bókini eru nógvar stuttligar
uppgávur við góðum og stuttum frágreiðingum
og litríkum myndum. Kristianna Poulsen týddi.
18 s. / heft
SKÚLABYRJAN – PLUSS OG MINUS
59,-
Umframt at barnið lærir at rokna,
verða fínrørslulagið, logiski sansurin og
eygleiðingarevnini stimbrað við bókini.
Kristianna Poulsen týddi.
26 s. / heft
BAKIBÓKIN Í
VALLBAKKASKÓGINUM
Thorbjørn Egner / Karsten Fullu
168,-
Ein flott bakibók til alla familjuna við
nógvum hugskotum. Kom við Haru Peri
bakarmeistara og bakaradronginum og lær
teg at gera lekkran bakstur. Una Poulsen
týddi.
s. 100 / innbundin
PLASTRUSKIÐ Í SJÓNUM
Kirsti Blom / Geir Wing Gabrielsen
195,-
Havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast
eitt ruskpláss. Tá ið granskarar kanna
deyðar havhestar, sum verða skolaðir upp á
land, finna teir plast í maganum á teimum.
Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv
plastrusk er í sjónum. Guðrun og Jens Petur
Gaard týddu.
60 s. / innbundin
UM UPPRUNAN TIL SLØGINI
Charles Darwin / Sabina Radeva
180,-
Sabina Radeva hevur bæði myndprýtt og
endursagt hesa nýggju, tillagaðu útgávuna
av stórverkinum eftir Charles Darwin um
ástøðið um lívmenning - evolutión. Bókin
miðlar eitt fløkt evni á ein einfaldan og
forvitnisligan hátt við teksti og nógvum
myndum. Guðrun og Jens Petur sGaard
týddu.
60 s. / innbundin