týsdagur 19. november 2019síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 20. november 2019
Sosialurin
Bókajól
LEYVAN
Stephanie Turnbull
78,-
Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu leyvur
liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala
ungar sínar. Tær eru størstu ketturnar í
heiminum og eru sterkir og vøddamiklir
veiðarar. Reyð krabbabók. Vagnur Streymoy
týddi.
24 s. / heft
ØRNIN
Stephanie Turnbull
78,-
Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu ørnir
liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala
ungar sínar. Tær eru sterkar og glúpskar,
hava ótrúliga sjón og eru skjótar og
kongaligar, tá ið tær flúgva. Reyð krabbabók.
Vagnur Streymoy týddi.
24 s. / heft
FJALLADJÓR
David West
78,-
Djóra-Djóni sigur frá um síni yndis fjalladjór.
Frá kinkilluni til snjóleopardin. Urd
Johannessen týddi. Lilla krabbabók.
24 s. / heft
HVUSSU FÍLUR FEKK SEVIL
Rudyard Kipling/ Anna Milbourne / John Joven
88,-
Ein fitt søga eftir Rudyard Kipling, sum sigur frá,
hvussu djór enda við at síggja út, sum tey gera.
Í hesari bókini fáa vit søguna um, hvussu fílur
fekk langa nøs. Anna Milbourne endursegði, og
Sigurlaug Fossdal týddi. Reyð krabbabók.
32 s. / heft
HVUSSU KAMELUR FEKK KÚLUNA
Rudyard Kipling/ Anna Milbourne / John Joven
88,-
Ein fitt søga eftir Rudyard Kipling, sum sigur
frá, hvussu djór enda við at síggja út, sum tey
gera. Í hesari bókini fáa vit søguna um, hvussu
kamelur fekk kúluna. Reyð krabbabók. Sigurlaug
Fossdal týddi.
32 s. / heft
HVÍ KENGURA HOPPAR
Rudyard Kipling/ Anna Milbourne / John Joven
88,-
Ein fitt søga eftir Rudyard Kipling, sum sigur
frá, hvussu djór enda við at síggja út, sum tey
gera. Í hesari bókini fáa vit søguna um, hvat tað
var, sum gjørdi, at kenguran fór at hoppa. Reyð
krabbabók. Sigurlaug Fossdal týddi.
32 s. / heft
SÚKKLUTJÓVURIN
Gro Nilsdatter Røsth / Sandra Pilny-Lockertsen
108,-
Sanna fekk nýggja súkklu í føðingardagsgávu,
men morgunin eftir er hon burtur. Hvør man
hava tikið hana? Ein søga um at missa okkurt
og hjálpa øðrum. Og um at finna ein vin. Lilla
krabbabók. Hjørdis Heindriksdóttir týddi.
46 s. / heft
KÆRLEIKSHJARTA
Unni Lindell / Lars Rudebjer
128,-
Janus var eitt sindur lægri enn hon, men so
vakur, helt hon. Og so var hann so fjasutur. Hon
dugdi ikki at finna upp á nakað kul at svara
honum. Lilla krabbabók. Hjørdis Heindriksdóttir
týddi.
56 s. / heft
BIRITA GISTIR HJÁ ONNU
Sidsel Jøranlid / Monica Nilsen
170,-
Allar fýra vinkonurnar skulu gista hjá Onnu.
Men Birita hevur ikki hug. Henni dámar ikki at
gista hjá øðrum. Men tað kann hon ikki siga,
tí so halda tær hana vera ein ræðuskít. Lilla
krabbabók. Hjørdis Heindriksdóttir.
80 s. / heft
SÍMUN OG NÓI Í REVAHOLUNI
Karin Kinge Lindboe / Elisabeth Moseng
100,-
Símun og Nói lúra eftir stóru dreingjunum
við revaholuna. Men so verða teir avdúkaðir!
Appilsingul krabbabók. Kristianna Poulsen
týddi.
40 s. / heft
SÍMUN OG NÓI BJARGA HUMLUM
Karin Kinge Lindboe / Elisabeth Moseng
102,-
Símun og Nói vilja bjarga humlum frá
deyðanum. Teir hava ein klubb. Alda sleppur
at vera við.
Appilsingul krabbabók. Kristianna Poulsen
týddi.
42 s. / heft
SÍMUN OG NÓI OG
PAPPAGEYKURIN PIPPUS
Karin Kinge Lindboe / Elisabeth Moseng
104,-
Símun hevur fingið pappageykin Pippus;
hann er bara hansara. Nói vil eisini hava ein
pappageyk, men Pippus letur ikki nakran
ráða yvir sær bara soleiðis. Appilsingul
krabbabók. Kristianna Poulsen týddi.
42 s. / heft
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS