týsdagur 19. november 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
20
Sosialurin
Bókajól
HÚSFRÚGVIN Í HÚSAVÍK
Ingun Christensen / Bjørk Jónheðinsdóttir
Tróndheim
195,-
Guðrun giftist til Húsavíkar úr Noregi. Hon
er øðrvísi, harðrend og spáar í kortum. Ein
spennandi søga um kærleika og avbjóðingar,
tá tú kemur sum fremmandafuglur á nýtt
stað. Skaldsøgan byggir á hugflog og
søgnina um húsfrunna í Húsavík. Bláur
krossfiskur.
90 s. / innbundin
LØGMANSDÓTTIRIN Á STEIG
190,-
Ein sjórænaraskipari vil giftast við Elin
Katrinu og hóttir við at leggja alla bygdina í
oyði, um hann ikki fær sín vilja. Elin Katrina
letur seg í mannfólkaklæðir og krógvar seg
í eini smáttu haganum. Skaldsøgan byggir
á hugflog og tríggjar ymiskar sagnir. Bláur
krossfiskur.
84 s. / innbundin
BUNKARIN
Jørn Jensen
170,-
Ein spennandi bók um Nannu og Mark, sum
koma í kløtur við ein rúsevnissmuglara
og verða læst inni í einum bunkara frá
seinna heimskríggi. Vagnur Streymoy týddi.
Krossfiskur.
70 s. / innbundin
ÚLVARNIR
180,-
Eitt langt ýl beint við fær tað at renna kalt
niður eftir bakinum á Marki. Við villum ýlum
leypa Úlvarnir á hann. Bláur krossfiskur. Vagnur
Streymoy týddi.
74 s. / innbundin
HATAR, HATAR IKKI
Glenn Ringtved / Otto Dickmeiss
180,-
Kim hatar alt: boksing, familjuna, lívið. Men
tað má vera okkurt, honum dámar. Bláur
krossfiskur. Laurina Niclasen týddi.
40 s. / innbundin
AT YVIRLIVA
Henry Brook
180,-
Faktabók um at koma livandi frá vandum, frá
ýlandi stormum til at liggja og reka úti á opnum
havi. Les ótrúligar, sannar søgur um fólk, ið eru
stødd einsamøll úti á nøkrum av vandamiklastu
støðunum á jørðini, sum koma undan við lívinum
við einfaldum kynstrum og hegni. Kristianna
Poulsen týddi. Bláur krossfiskur.
80 s. / innbundin
STEVNUMØTIÐ
Caroline Ørsum / Lykke Bianca
180,-
Bók um at vera næstan 13 ár og føla seg
barnsliga, tá ið besta vinkonan brádliga fær
boppur, fer at smyrja seg og er til reiðar at fáa
sjeik. Mai og Fríða eru bestu vinkonur. Men so
hittir Fríða Jóhan, og Mai veit ikki rættiliga,
hvat hon skal gera av sær. Blá krabbabók. Lena
Jacobsen týddi.
96 s. / heft
FØÐINGARDAGURIN
Caroline Ørsum / Lykke Bianca
184,-
Hvussu nógv leggur Adam altso í Mai? Mai
veit ikki rættiliga. Og als ikki, tá ið hon av
óvart sendir honum heimsins pínligastu boð á
Facebook. Blá krabbabók. Lena Jacobsen týddi.
102 s. / heft
SVARTIDEYÐI
Rob Lloyd Jones / Daniele Dickmann
160,-
Faktabók um ræðuligu pestina, sum herjaði
í Evropa í 1400-talinum. Tilsamans kravdi
svartideyði í øllum førum 100 milliónir mannalív
og broytti heimin fyri alla tíð. Lilla krabbabók.
Vagnur Streymoy týddi.
64 s. / heft
JARNØLDIN
Emily Bone
88,-
Faktabók um jarnøldina, eina tíð fyri umleið
3000 árum síðan. Í hesi bókini fáa vit at vita,
hvussu fólk gjørdu jarn, hví jarn var gott at
gera tól og vápn burturúr, hvussu fólk livu í
jarnøldini og mangt annað. Lilla krabbabók.
Sigurlaug Fossdal týddi.
32 s. / heft
STEINØLDIN
Jerome Martin
88,-
Faktabók um steinøldina, eina tíð, sum vardi
til fyri umleið 4000 árum síðan. Í hesi bókini
fáa vit at vita, hvussu fólk gjørdu amboð
úr steini, hvat tey ótu, og hvar tey búðu og
mangt annað. Lilla krabbabók. Sigurlaug
Fossdal týddi.
32 s. / heft
ALLIGATORURIN
Stephanie Turnbull
78,-
Triðja bókin um stór rovdjór. Hinar eru
Leyvan og Ørnin. Í hesi bókini kanst tú lesa
um, hvussu alligatorar liva, hvat teir eta,
og hvussu teir uppala ungar sínar. Reyð
krabbabók. Vagnur Streymoy týddi.
24 s. / heft
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS