Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 20. november 2019 Sosialurin Bókajól KLUKKUSTRÍÐIÐ M. G. Leonard / Karl James Mountford 198,- Triðja bókin í klukkurøðini, um Darkus, Bertolt, Virginiu og tær ótrúligu klukkurnar. Óndi sniðgevin, Lucretia Cutter, hevur eina lúnska ætlan, og bara tey kunnu steðga henni. Jenny Johannessen týddi. s. 288 / heft KLUKKUSAVNARAHANDBÓKIN M. G. Leonard / Carim Nahaboo 150,- Ein øðrvísi handbók um tær sjáldsomu klukkurnar, sum vit hitta í klukkurøðini. Ein klukkulig vegleiðing, ið vekir áhugan hjá spírandi náttúrufrøðingum. Jenny Johannessen týddi. 162 s. / innbundin NORÐ Camilla Hübbe / Rasmus Meisler 248,- Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. So við og við fatar Norð, at jørðin, er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni. Rannvá Næs Hoydal týddi. 193 s. / heft við klaffum HVØNN MORGUN STAKK SYSTIR MÍN BRÓSTINI Í KALT VATN FYRI AT GERAST VØKUR Bjørn Sortland 195,- 17 ára gamla Mariam og familja hennara verða noydd at flýggja úr Aleppo í Sýria. Ein veruleikakend og hjartaskerandi søga um lagnuna hjá mongum ungum fólkum, ið verða noydd at flýggja - ofta einsamøll - ígjøgnum krígsherjað lond. Hjørdis Heindriksdóttir týddi. 194 s. / heft við klaffum UM KRÍGGJ VAR Í NORÐURLONDUM Janne Teller / Hanne Vibeke Jensen 129,- Ímynda tær, at tað er kríggj í Føroyum. Bókin bjóðar lesaranum av at gera eina hugaroynd. Við at venda sjónarhorninum á fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at vera flóttafólk. Oddfríður M. Rasmussen týddi. 56 s. / passbók DREINGIRNIR Jessica Schiefauer 185,- Um dagin gera dreingirnir seg inn á Kim og vinkonur hennara, Bellu og Momo, men um næturnar drekka tær nektarin úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til dreingir. Jákup í Skemmuni týddi. 182 s. / heft SKOMM. SESONG 1. EVA Julie Andem 220,- Upprunahandrit við eykatilfari sum senum, samrøðum, viðmerkingum og hugaroki. Ein røð um trúgv, kynsligan samleika, etingarólag, sálarsjúku, vinir, kærleika og annað í gerandisdegnum í miðnámi.. Eva kennir seg einsamalla, tí hon ongar vinkonur hevur, tá skúlin byrjar, og hon lítir ikki á sjeikin. Silja Aldudóttir týddi. 264 s. / heft SKOMM. SESONG 2. NOORA Julie Andem 220,- Upprunahandrit við eykatilfari sum senum, samrøðum, viðmerkingum og hugaroki. Ein røð um trúgv, kynsligan samleika, etingarólag, sálarsjúku, vinir, kærleika og annað í gerandisdegnum í miðnámi. Lygnir, forelskilsi, harðskapur og nakinmyndir gera lívið hjá Nooru trupult. Silja Aldudóttir týddi. 228 s. / heft SKOMM. SESONG 3. ÍSAK Julie Andem 220,- Upprunahandrit við eykatilfari sum senum, samrøðum, viðmerkingum og hugaroki. Ein røð um trúgv, kynsligan samleika, etingarólag, sálarsjúku, vinir, kærleika og annað í gerandisdegnum í miðnámi. Ísak stríðist við at viðganga, at hann er samkyndur. Silja Aldudóttir týddi. 192 s. / heft SKOMM. SESONG 4. SANA Julie Andem 220,- Upprunahandrit við eykatilfari sum senum, samrøðum, viðmerkingum og hugaroki. Ein røð um trúgv, kynsligan samleika, etingarólag, sálarsjúku, vinir, kærleika og annað í gerandisdegnum í miðnámi. Sana vil prógva, at hon bæði kann vera muslimur og norsk í senn. Silja Aldudóttir týddi. 194 s. / heft KRABBABØKUR HANDBÓK FYRI SUPERHETJUR 1 – HANDBÓKIN Elias Våhlund / Agnes Våhlund 195,- Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja. Lilla krossfiskur. Eyð Steinbjørnsdóttir týddi. 94 s. / innbundin HANDBÓK FYRI SUPERHETJUR 2 – REYÐI SKORTURIN Elias Våhlund / Agnes Våhlund 195,- Øll børnini í skúlagarðinum tosa um framúrskarandi Reyða skortin, ið dugir at flúgva og berjast ímóti bølmennum. Tey hava onga hóming av, at hetta í veruleikanum er teirri egni, happaði floksfelagi, Lisa. Lilla krossfiskur. Eyð Steinbjørnsdóttir týddi. 102 s. / innbundin BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS