Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 18 Sosialurin Bókajól HERVILIGI HENRY OG SOMBIVAMPÝRURIN Francesca Simon / Tony Ross 99,- Fýra herligar og herviligar søgur um, tá ið Herviligi Henry stjelur søguna hjá Frálíka Fríðriki, finnur út av, at grønmeti ikki altíð er ólekkurt og næstan verður etin av einum sombivampýri. Bergur Rasmussen týddi. 100 s. / heft RÝMINGARNIR Ulf Stark / Kitty Crowther 180,- Abbi Gottfrid er sjúkur og innlagdur á sjúkrahúsi. Abbin hevur altíð gron, men Lítli-Gottfrid er góður við abban og sníkir seg at vitja hann, tá foreldrini ikki tíma. Saman rýma teir úr sjúkrahúsinum. Sólrún Michelsen týddi. 142 s. / innbundin GANGSTARAOMMAN David Walliams / Tony Ross 160,- Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni. Og tað er byrjanin upp á tað størsta, svakasta og mest ótrúliga ránið í heimssøguni. Tí omman er ikki hvør sum helst, hon er ein gangstaraomma. Vagnur Streymoy týddi. 256 s. / heft FÍLASTEINURIN Oliver Zahle 148,- Bapit býr í Thyborøn og líkist ikki hinum. Tað er tí, at hann hevur etið alt ov nógv Nutella, og tí mamma hansara er úr Tailandi. Pápin, sum er deyður, gav Bapit ein holstein, sum hann segði hevði gandamegi: Um tú hyggur gjøgnum holið og ynskir tær okkurt, gongur ynskið út. Josefina Smith týddi. 134 s. / heft Í RÓSUNNAR MIÐJU Martin Widmark / Ola Skogäng 180,- Stefan og pápi hansara halda jól saman einsamallir, eftir at mamman tók lívið av sær seinasta heyst. Nógvir ósvaraðir spurningar liggja eftir hana, og Stefan má finna svarini. Vagnur Streymoy týddi. 132 s. / innbundin SVANS Á LISTASAVNINUM Gunvor Reynberg / Niels Roland 110,- Hetta er triðja bókin um tey í 3. A. Tá ið listasavnið í Svipstrup skrivar út eina listakapping, verða tey í 3. A øgiliga spent, tí ímynda tær, at teirra flokkur vann? Men Foxy og Mikkjal varnast, at onkur snýtir, og at kanska sjálvur borgarstjórin er uppií. Elsa Birgitta P. Petersen týddi. 144 s. / heft SNJÓSYSTIRIN Maja Lunde / Lisa Aisato 248,- Ársins vakrasta jólasøga í 24 pørtum. Einki er, sum tað plagar. Jóal og familjan syrgja stórusystrina, sum er deyð. Men ein dagin hittir hann tað lívsglaðu gentuna Hildigunn, sum minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera. Men Hildigunn hevur eitt stórt loyndarmál. Jákup í Skemmuni týddi. 192 s. / innbundin VARAPRINSESSA ANDERSEN Torun Lian / Øyvind Torseter 180,- Lisa stúrir fyri síðsta skúladegi og sjónleikinum, sum tey skulu framføra. Tíbetur skal hon bara spæla afturparturin á einum hesti. Men so hendir tað, sum ikki má henda: prinsessan verður sjúk, og Lisa er varaprinsessa. Jákup Sørensen týddi. 168 s. / innbundin UNGDÓMSBØKUR HJARTASTORMUR Annette Herzog / Katrine Clante / Rasmus Bregnhøi 198,- Uppliva dreingir og gentur forelskilsi upp á sama máta? Sama søga verður søgd bæði úr sjónarhorninum hjá Stormi og Viólu. Søgan nertir við alt millum himmal og jørð, sum hevur við tannáringalívið at gera. Bókin er vakurt myndprýdd í teknirøðsstíli. Guðrið Rubeksen týddi. 120 s. / heft við klaffum PSSST! Annette Herzog / Katrine Clante 198,- Bókin varpar ljós á smáar og stórar spurningarnar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lív, deyða, vinir, familju, útsjónd og popularitet. Guðrið Rubeksen týddi. 96 s. / heft við klaffum HARRY POTTER OG ELDBIKARIÐ J. K. Rowling / Jim Kay 399,- Nú er hon her, myndprýdda útgávan av fjórðu bókini í røðini um heimsins kendasta gandakall. Listamaðurin Jim Kay gandar yndispersónar og hendingar fram úr fjórða árinum á Hogwarts. Malan Háberg týddi. 454 s. / innbundin við lesibandi KLUKKUDROTNINGIN M. G. Leonard / Karl James Mountford 198,- Onnur bókin í klukkurøðini. Tann óndi klukkusniðgevin hevur sloppið sínum gulu mariuhønunjósnarum leysum, og Darkus, Virginia og Bertolt eru púra avgjørd – hon má steðgast! Jenny Johannessen týddi. 322 s. / heft BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS