týsdagur 19. november 2019síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 20. november 2019
Sosialurin
Bókajól
HUNDATÚRURIN
Sven Nordqvist
148,-
Ein stór og vøkur myndabók uttan tekst,
har vit síggja barnið og hundin ganga
ígjøgnum teir mest undursomu heimarnar
og landsløgini. Eitt ótal av smálutum og
stuttligum og hugtakandi verum eru á
myndunum.
32 s. / innbundin
MAMMA MU SPÆLIR
Jujja Wieslander / Sven Nordqvist
129,-
Nú er vetur og kalt, og Mamma Mu keðir
seg í fjósinum. Tíbetur kemur Krákus altíð at
vitja. Mamma Mu droymir um grønt gras og
summar. Og so fara tey út at spæla summar
í kavanum. Niels Jákup Thomsen týddi.
28 s. / innbundin
SØGUR ÚR MUMIDALI
Tove Jansson / Amanda Li
198,-
Eitt savn við spennandi søgum úr tí vakra
Mumidalinum, um Mumitrøllið og alt
Mumihúskið … har mumitrøllini og vinir
teirra Mumrikur, Lítla Mý, Spelknadiddan og
Snoddi renna seg í hattifnattarnar, fanga
ein dreka, noyðast á eina óvæntaða ferð og
hitta ta loyndarfullu Murruna. Ria Tórgarð
týddi.
126 s. / innbundin
HEY, ABBISTABBI!
Paul McCartney / Kathryn Durst
148,-
Abbistabbi sveipar síni fýra abbabørn burtur
úr gerandisdegnum á ævintýraferðir við
gandakumpassini hjá sær. Kom við, tá tey ríða á
flogfiskum, tvíspora undan óðum neytum og
flýggja frá skalvalopum. Niels Jákup Thomsen
týddi.
32 s. / innbundin
BARNABØKUR
TÁ MUMBO JUMBO VARÐ
RISASTÓRUR
Jakob Martin Strid
190,-
Ein dagin verður Mumbo Jumbo risastórur. Tann
einasta, sum kann gera hann lítlan aftur, er
heksin Baba Jaga. Og hon býr í Sibiria, 10.000
km burturi. Tað verður ein long og vandamikil
ferð. Niels Jákup Thomsen týddi.
144 s. / innbundin
112 FUGLAFJØRÐUR
Elin á Rógvi / Marjun Reginsdóttir
135,-
Í hesi bókini hitta vit aftur persónarnar úr
bókini Og mamma! Aftur hesa ferð fær
abbin stórar trupulleikar av tí prátingarsama
hananum, sum altíð sigur “og mamma”. Omman
og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar - ta
mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum –
uttan at bjóða Morgunfríða við. Bókin er pakkað
við spenningini, høgari ferð og skemti.
46 s. / innbundin
MARIN FÆR EIN LÍTLABEIGGJA
Ingun Christensen / Kathrina Skarðsá
180,-
Í hesi bókini hoyra vit um nýggja lívið hjá Marini
sum stórasystir og skúlagenta. Vit hitta aftur
kulu dadduna Randi, vinkonuna Amaliu, blíður
langommuna og fitta Snar. Beiggin grætur
øgiliga illa, hevur klikk í búkinum og verður
næstan seldur á Facebook - men tá ið avtornar
er hann heimsins fittasti lítlibeiggi.
56 s. / innbundin
LÍTLI VIRGAR OG DREKIN
Ole Lund Kirkegaard / Rasmus Bregnhøi
140,-
Lítli Virgar, Oskar og Karl Emil fara at leita
eftir einum dreka, sum Oskar sigur seg hava
sæð niðri við vatnmylluna. Tað er eitt farligt
ódjór við fýra høvdum og sjey beinum, sum
bara etur prinsessur og eld. Um tað nú er til í
veruleikanum. Pauli Nielsen týddi.
34 s. / innbundin
LÍTLI VIRGAR HJÁLPIR EINUM EINA-
OG-ALEINA STORKI
Ole Lund Kirkegaard / Rasmus Bregnhøi
140,-
Hvør vil ikki fáa tríggjar lakresspípur?
Tað vilja Lítli Virgar, Karl Emil og Oskar
so í øllum førum. Tí gera teir av at hjálpa
keypmanninum. Storkurin er fluttur inn á takið
hjá keypmanninum, og keypmaðurin ræðist fyri,
at skorsteinurin fer at detta niður. Pauli Nielsen
týddi.
34 s. / innbundin
SKRÍMSLIÐ OG MENNISKJUNI
Mats Strandberg / Sofia Falkenhem
149,-
Triðja og síðsta bókin um skrímslið Frank.
Menniskjuni verða bangnari og bangnari fyri
skrímslunum. Hjá Frank og skrímslavinum
hansara hevur tað størri týdning enn
nakrantíð at krógva seg og ikki avdúka sínar
loynidómar. Men síðsta uppgerðin nærkast.
Sigrið Jógvansdóttir Hansen týddi.
166 s. / innbundin
VAFLUHJØRTU
Maria Parr / Bo Gaustad
148,-
Í bókini fylgja vit Trilla og Lenu gjøgnum lív
og vafludeiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur
tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey búgva.
Tey gera rennistrong millum húsini, spæla
annan veraldarbardaga og framføra tónleik
á gøtuni. Ása H. Ellefsen týddi.
196 s. / heft
HERVILIGI HENRY OG
ANDSKRÆMILIGI KAVAMAÐURIN
Francesca Simon / Tony Ross
99,-
Fýra herligar og herviligar søgur um, tá ið
Herviligi Henry byggir ein andskræmiligan
kavamann, ger sína egnu fríðkanarstovu
og verður noyddur at lurta eftir verðins
rotnastu søgu. Bergur Rasmussen týddi.
100 s. / heft
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS