týsdagur 19. november 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
16
Sosialurin
Bókajól
SMÁBARNABØKUR
LUDDI & LUNDISA SPEGLA SÆR
Vár Berghamar Jacobsen / Delia Ciccarelli
118,-
Í hesi bókini sleppa vit aftur við Ludda og
Lundisu í lundalandið, og hesa ferð snýr tað
seg um, hvussu lundarnir síggja seg sjálvar
og heimin rundan um seg speglast. Fittar
myndir og ein fitt søga.
34 s. / innbundin
URBANUS UNGI
Nick Denchfield / Ant Parker
88,-
Lítla Urbanusi unga dámar at eta – tað er tí,
hann hevur so STÓRAR føtur, so STÓRT nev
og so TJÚKKAN búk! Tað er bara ein, sum
er størri enn Urbanus. Tað kanst tú síggja í
endanum á hesari stuttligu bókini, sum er
full í støkkmyndum.
14 s. / pappbók við støkkmyndum
PRUMPILJÓÐ
Sam Taplin / Matt Durber
99,-
Ein stuttlig søga um lítlubjørn og stórubjørn,
sum ganga í skógini. Í skógini møta tey fleiri
djórum, sum tey kenna. Djórini koma av
óvart til at prumpa, og lítlabjørn heldur tað
vera so ófantaligt og flovisligt. Tað hevði
hon í øllum førum aldri funnið upp á at gjørt.
Á hvørjari opnu kanst tú trýsta á ein knøtt og
hoyra, hvussu tað ljóðar, tá djórini prumpa.
10 s. / pappbók við ljóði
DJÓRALJÓÐ
Sam Taplin / Lee Wildish
99,-
Nógv ljóð eru at hoyra í djóragarðinum. Leyvan
brølar, fílurin ýlir, delfinin hvínir, sjóleyvan goyr.
Trýst á knøttin og hoyr, hvussu djórini siga.
8 s. / pappbók við ljóði
SLØKKIBILURIN HJÁ FLEKKI
Eric Hill
98,-
Flekk fer við abba sínum á sløkkiliðsstøðina. Tað
er so stuttligt at fáa bilin at ýla.
4 s. / pappbók við ljóði og ljósi
Í BAÐ
Pat-a-Cake / Mojca Dolinar
80,-
Ein fitt baðibók, sum barnið kann hava við sær í
bað. Tað er stuttligt, tí bókin skiftir lit í vatni. Við
hesi bókini kunnu tit skvatla og gjumsa saman
við froskum, fiskum og dunnuungum, tá barnið
er í bað.
6 s. / baðibók
ÚLVURIN OG FLUGAN
Antje Damm
99,-
Einaferð var tað ein úlvur, sum var so svangur,
at hann át... ja, eina øgiliga rúgvu! So hvørt sum
tit blaða, hvørva lutir á myndunum, tí úlvurin
hevur etið teir - leitið eftir lutunum saman!
20 s. / pappbók
MÍN FYRSTI FÍVIL
David McKee
82,-
Fívil er øðrvísi. Hann er sum eitt klútateppi og
ikki fílalittur. Fívil er altíð stuttligur og fær hinar
fílarnar at flenna. Ein dagin rullar hann seg í
fílalittum berum, og so fer Fívil at vita, um hinir
fílarnir kenna seg aftur.
10 s. / sniðskorin pappbók
MYNDABØKUR
LOFTAR TÚ MÆR?
Rakel Helmsdal
149,-
Ein bók, sum bæði hevur vakrar myndir og eina
vakra søgu. Tað er ikki lætt at tosa um deyðan
ella tað at missa onkran, sum vit eru góð við.
Men viðhvørt kann ein bók seta orð og myndir
á tað, sum vit ikki duga at tosa um. Bókin er ein
blíð søga um deyðan, sum er góð hjá børnum og
vaksnum at lesa saman og at tosa um. Søgan
lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum. Rakel
Helmsdal hevur bæði skrivað søguna og gjørt
myndirnar.
36 s. / innbundin
PETRA FER TIL FRISØR
Anna-Karin Garhamn
105,-
Petra sær ikki væl. Okkurt hongur fyri. Tað er
hárið hjá Petru, sum er blivið so øgiliga sítt.
Mamma fær tíð hjá frisørinum. Spennandi,
heldur Petra, har vil hon sleppa! Ein stuttlig
myndabók um fyrstu ferðina hjá frisøri. Marna
Jacobsen týddi.
28 s. / innbundin
PETRA FLÝGUR VIÐ FLOGFARI
Anna-Karin Garhamn
105,-
Petra og mamman skulu ferðast. Á
flogvøllinum er nógv, sum skal kannast. Men
hvar er flogfarið? At enda koma tær endiliga
fram til tað størsta flogfarið, sum Petra
nakrantíð hevur sæð. Ein stuttlig myndabók
um at ferðast við flogfari, tá man er barn.
Marna Jacobsen týddi.
28 s. / innbundin
BUKKARNIR BRÚSI FARA Í SKÚLA
Bjørn F. Rørvik / Gry Moursund
148,-
Ein nýggj og stuttlig bók um teir tríggjar
geitarbukkarnar. Einaferð vóru tað tríggir
geitarbukkar, sum allir itu Brúsi. Ein dagin
fingu teir bræv um, at teir skuldu í skúla.
Men skúlin hevur fingið nýggjan skúlastjóra,
og hvør man tað vera? Pauli Hansen týddi.
44 s. / innbundin
TAÐ VAR IKKI EG! SEGÐI
ROBINHUNDUR
Alice Lima De Faria
148,-
Øll halda altíð, at tað er Robinhundur, sum
hevur gjørt fortreð í barnagarðinum. Men
tað passar ikki. Tað var ikki hann, sum
stoytti mjólkina. Tað bleiv bara so. Kristianna
Poulsen týddi.
34 s. / innbundin
BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS