týsdagur 19. november 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 20. november 2019
Sosialurin
Bókajól
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar,
undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 28 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk.
Sálarfrøði á føroyskum, bæði sum pappírsbók og sum sBók.
Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði lýsir
sálarfrøði sum vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina
søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein.
Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og ymisk vísindalig
sjónarhorn, og nomið verður við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og
sálarfrøðiligum kanningum.
Komið verður inn á psýkoanalýsuna, ein hugsan um menniskjað og sálarlív
tess, og sum hevur havt avgerandi ávirkan á alla seinni sálarfrøði. Onnur rák,
ið verða lýst eru m.a. behaviorisman og sonevnda humanistiska rákið, og
eisini hugsanir, ið lýsa og greina menningareyðkenni frá gitnaði til deyða.
•
Hvussu vit mennast sum menniskju og teir persónar, vit eru?
•
Hvussu er sínámillum ávirkanin millum okkum sum persónar, hini og
umstøðurnar annars?
•
Hvussu nógv eru vit stýrd, og í hvønn mun stýra vit?
•
Er lýdni bert av tí góða?
Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða lýstir í bókini.
SÁLARFRØÐI - Lýsing av
grundleggjandi leiðum
og ástøði í sálarfrøði:
Grafix 504251
MUÐURIN ER EITT GOSFJALL
158,-
Í bókini lærir Levi at hava tamarhald á sínum
tonkum og orðum og ikki at bróta av og
órógva.
Muðurin er eitt gosfjall fæst á ein innlivandi
hátt við óvanan at bróta av, og børnini læra
ein stuttligan máta at hava tamarhald á
sínum mongu tonkum og orðum. Søgan er
søgd úr sjónarhorninum hjá Levi, og hon
vísir foreldrum, lærarum, námsfrøðingum
og ráðgevum á ein skemtiligan hátt at læra
børn, hvussu týdningarmikið tað er at virða
onnur við at lurta og bíða, til tey eiga at
tosa. Hóskandi til børn um 4 ára aldur og
eldri.
NÁM
STALDKONENS DATTER
Rithøvundur: Absalon Absalonsen
298,-
Med sin rige og dybtgående imagination belyser
Absalon Absalonsen Færøernes forhold i en
periode, der var præget af fattigdom, armod
og hungersnød samt en hæderlig skildring af
færingernes gudstro og en næstekærlighed, der
formåede at vinde over ondskaben.
Tað var ein stór avbjóðing at stovna felagið
Smyril-Line í 1982-83, og at keypa eitt stórt
skip at røkja siglingina millum Føroyar og
nærm astu grannalondini.
Óli Hammer gekk undan at taka stóra
stigið og gjørdist stjóri í felagnum.
Hann hevði drúgvar royndir í millumlanda-
siglingini, tí hann var skipari á „Smyrli“, frá
tí at skipið kom í 1975, og til Smyril-Line
varð stovnað.
Tað legði lunnar undir ta millumlandasiglingina, sum í dag er á
føroyskum kjøli, við fólki og farmi.
Tað vóru eisini stórar avbjóðingar, ikki minst tá kreppan í Føroyum
byrjaði fyrst í 1990-unum. Men felagið reið stormin av, og seinast í
1990unum varð farið undir at fáa nýtt og størri skip til vega, tí fyrra
„Norrøna“ gjørdist ov lítil til økta flutningin.
Óli Hammer var eisini við til at byggja nýggju „Norrønu“, sum
gav uppaftur størri møguleikar, og sum hevur tænt felagnum væl.
glingin – nýggj byrjan
ISBN 978-99918-864-3-5
9 789991 886435 >
Nýggja bókin:
“Millumlandasiglingin - nýggj byrjan”,
er komin
Bókin snýr seg um millumlandasiglingina, sum byrjaði
aftur á føroyskum kjøli í 1975, tá landið keypti “Smyril”.
Seinni varð Smyril Line stovnað, sum nú hevur rikið
millumlandasiglingina í skjótt 40 ár. Bókin er samstundis
lívssøgan um Óla Hammer, fyrrverandi skipara á “Smyrli”
og stjóra á Smyril Line, sum var við í millumlandasiglingini
í 30 ár. Bókin fæst í bókabúðunum, og kostar 300 kr.
Sigmar Bláberg
Millumlandasiglingin
– nýggj byrjan