týsdagur 19. november 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
14
Sosialurin
Bókajól
Í TALLANDI 1
38,-
Í hesi bók, ið er ætlað børnum í
barnagarðsaldri, verður dentur lagdur á at
skilja hugtøk og tøl. Børn í barnagarðsaldri
læra fyrst og fremst við at spæla spøl, har
tey kunnu gera vart við seg, luttaka og vera
skapandi.
Í TALLANDI 2
38,-
Bókin er ætlað børnum í barnagarðsaldri, og
á sama hátt sum í Í Tallandi 1 verður dentur
lagdur á fatan av hugtøkum og tølum.
Harafturat verður roknað við, at dentur
verður lagdur á veruligt arbeiði og kjak, og at
børnini kunnu gera vart við seg og vera bæði
virkin og skapandi.
SAMFELAGIÐ - EG OG VIT ØLL
248,-
“Samfelagið - eg og vit øll” er næmingabók í
Samfelagsfrøði í 9. flokki.
Bókin er býtt upp í 5 partar, og fevnir um
hesi evni:
- Mentan og tilflyting - Kærleiki og kynslív
- Mannarættindi og hugsjónir - Búskapur –
meiri enn bara pengar - Føroyskur búskapur
og vælferð.
SÁLARFRØÐI – LÝSING AV
GRUNDLEGGJANDI LEIÐUM OG
ÁSTØÐI Í SÁLARFRØÐI
248,-
Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum
og ástøði í sálarfrøði lýsir sálarfrøði sum
vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein
part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina
allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini
verður komið inn á vísindahugsan meiri alment
og ymisk vísindalig sjónarhorn, og nomið verður
við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og
sálarfrøðiligum kanningum.
FØROYSK MÁLLÆRA 1 – KYN,
ORÐMYNDAN OG BENDING
248,-
Bókin viðgerð kyn, orðmyndan og bendingar í
samtíðarføroyskum. Tað verður víst, at kyn er
reglustýrt. . Komið verður inn á øll tey ymisku
atfestini, sum eru í føroyskum, og eisini verður
víst, hvussu nuanserað føroyskt orðmyndan er.
Hetta er fyrsta ferðin at orðmyndan er so neyvt
lýst í føroyskum. Síðsti partur er um bending,
og byggir hann á samtíðarføroyskt og tær
bendingar, sum har eru í málinum.
FROM WHERE YOU ARE 2 - SBÓK
ÚR 42,- PR. ÁR
From Where You Are 2 er framhaldsbók, sum
er skipað eftir sama leisti sum From Where You
Are 1. Við støði í næmingunum tekur bókin fýra
evni upp: Family, Social media, War, Religion.
WORLDS OF ENGLISH - SBÓK
ÚR 42,- PR. ÁR
Worlds of English er tekstasavn á byrjanarstigi
í enskum ætlað miðnámi. Gjøgnum fagrar
bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir
lýsir savnið málsligu menningargongdina
frá fornenskum til alheimsenskt umframt
framgongdina av ensktmæltum mentanum frá
byrjan fram til dagin í dag.
ROKNING 5B – GRUNDBÓK
258,-
Rokning 5b er partur av bókaheild til
undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki.
Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og
trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
ROKNING 5B – LÆRARABÓK
598,-
ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum
í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna
í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini
stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey
mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt
eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í
grundbókunum.
Grundbók a, b
Lærarabók a, b
Javnbók a, b
Uppgávubók
Avritsmappa
Hálvársroyndog heilársroynd
ROKNING 5B – UPPGÁVUBÓK
258,-
Uppgávubók til Rokning 5, sum er partur
av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði
í fólkaskúlanum. Uppgávubókin er
skipað eftir evnum við somu kapitlum
sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul
í Grundbókini er altso ein samsvarandi
kapittul við sama fakliga innihaldi í
Uppgávubókini.
ROKNING 5B – JAVNBÓK
118,-
DESIBELLA OG STUTTA RØDDIN
158,-
Isabellu dámar so væl at tosa hart, at øll
kalla hana Desibella. Í bókini lærir Isabella at
brúka rætta ræddarstyrki til rætt høvi. Talan
er um 5 ræddastyrkir, stutta rødd, teskirødd,
prátirødd, røðurødd og útirødd.
Tað verður rættiliga stuttligt at læra,
hvussu og nær tær ymsu røddirnar verða
brúktar, tá ið Isabella fer at venja við
orðinum sluprikíkur. Bókin kann vera hent
hjá foreldrum, lærarum, námsfrøðingum og
ráðgevum. Hóskandi til børn um 4 ára aldur
og eldri.
NÁM