Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 20. november 2019 Sosialurin Bókajól FUGLAPARADÍSIÐ Rithøvundur: Erich Wustmann umsett hevur Anja Tell Forlag: Sprotin PRÍSUR: 248,- Síðst í tríatiárunum var týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann í Mykinesi og gjørdi ein fuglafilm. Meðan hann dvøldi har, skrivaði hann eina nemandi frásøgn um vandamikla og lívsjáttandi lívið hjá fuglaveiðimonnunum í Mykinesi og um blíðskapin hjá mykinesfólki. Samstundis er frásøgnin ein kvøða til vøkru náttúruna og ein áminning til okkara í dag at ansa eftir viðkvomu vistfrøðiligu skipanini. ARS MORIENDI – KYNSTRIÐ AT DOYGGJA Rithøvundur: Jógvan Isaksen Forlag: Sprotin PRÍSUR: 198,- Henda bókin snýr seg bara um seinasta savnið Gudahøvd, har hvør yrking fær sín lut, og beinleiðis og óbeinleiðis tilsipingar verða tiknar fram. Í endanum verður perspektiverað í mun til tey undanfarnu yrkingasøvnini. Millumtekstasambondini fjølgast, jú longri tú kemur út í skaldskapin hjá høvundanum, og tað fevnir líka frá Bíbliuni og Aristoteles til nýggjan føroyskan skaldskap. TÁ IÐ EG TOSI UM AT RENNA Rithøvundur: Haruki Murakami umsett hevur Pauli Nielsen Forlag: Sprotin PRÍSUR: 248,- Haruki Murakami letur tveir aðaltættir mynda tilveruna: at skriva og at renna – báðir tættirnir eru bregdaðir væl og virðiliga saman. Tá ið hann rennur, savnar hann sær ta orku og tann íblástur, ið krevst fyri at skriva. Søgan hjá Murakami um at vera rennari er samstundis søgan um at vera høvundur. SUNNANVERT MARKIÐ OG VESTANVERT SÓLINA Rithøvundur: Haruki Murakami umsett hevur Pauli Nielsen Forlag: Sprotin PRÍSUR: 248,- Hajime veksur upp í Japan í tíðini eftir kríggið, og tað tykist honum, at øll uttan hann eiga systkin at vera saman við. Einasti vinur hansara er Shimamoto, sum eisini er einabarn. Millum annað lurta tey bæði nógv eftir tónleiki. Men tá ið húski hansara flytur úr býnum, missa tey bæði sambandið. SKRIVIBLOKKUR VIÐ FØROYSKUM MÁLREGLUM Forlag: Sprotin PRÍSUR: 48,- Tá ið vit skriva, liggja reglurnar ofta eftir í orðabókum og mállærum – og ikki beint við hondina. Skal ð’ið vera har ella ei? Var tað ý ella í? Var tað æ ella a? Skal komma standa her? Hvussu býti eg hetta orðið? Høvuðsreglurnar, sum lúka tær flestu villurnar, eru nú á kápuni um bókina, sum tú skrivar í. Tað er ómakaleyst! SPROTIN Bók um sjónleik og Havnar Sjónleikarfelag Í 240 ár hava havnarfólk spælt sjónleik, og søgan um sjónleikin í býnum fylgir neyvt søguni um, hvussu Havnin mentist til ein modernaðan bý. Í 2018 varð hátíðarhildið, at 100 ár vóru liðin, síðani sjónleikarar stovnaðu Havnar Sjónleikarfelag. Ein partur av 100 ára hátíðarhaldinum var at fáa søguna um sjónleikin í Havn skrivaða Prísur 390,- Nýggja bókin hjá Óla Olsen umrøður stívliga 60 føroyskar síðutrolarar - frá Lord Alfred Paget í 1905 til Magnus Heinason í 1961. Bókin fæst í bókabúðum kring alt landið. EINANS 240,-