týsdagur 19. november 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
12
Sosialurin
Bókajól
DRÚGVA FERÐIN 2
Rithøvundur: Johannes V. Jensen umsett hevur
Edvard S. Olsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Tá ið fyrri veraldarbardagi brast á, og
høvundurin varnaðist alla týningina og
sá, hvussu vesturlendska siðmenningin
syndraðist, gjørdi hann av at skriva sína
egnu útgávu av skapanarsøguni, og hvussu
siðmenningin hevur tikið seg fram. Hvør
partur lýsir tann virkisfúsa einstaklingin og
seiggið í honum. Hann verður rikin fram av
einihvørjari úttrá og stremban eftir onkrum
meira og øðrvísi, og soleiðis setur hann ferð
á menningina. Hesin einstaklingurin er altíð
mannfólk.
TAKRENNUTÓNAR
Rithøvundur: Tóroddur Poulsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 148,-
Sama hugfangandi lag, skemt og
raffineraðar snaringar í hvørji einastu yrking.
Tú mást ikki vera latur, tá ið tú lesur Tórodd,
men tú mást spenna tulkingarevnini út á
mørk. Tú mást ikki vera líkasælur, tí tá seyrar
einki inn. Hav hug og sansir opin, so verður
hetta ein framúr lesiuppliving.
FJØTRAÐ Á FLOGI
Rithøvundur: Ymiskir rithøvundar umsett hevur
Alexandur Kristiansen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 348,-
Orðið at týða er skilt við orðið tjóð. Við
týðingum bregda vit hugsanir og orðingar
hjá øðrum inn í okkara mál – gera hesar
tankar livandi á okkara máli. At gera
tað er ein ógviliga týðandi táttur í allari
tjóðarbygging. Árliga verða milliardir brúkar
at týða góðar hugsanir, góðar tekstir millum
mál. Tann heilt einfalda orsøkin er, at fólk
flest skilja betur móðurmálið enn onnur mál.
SÓL SKEIN SUNNAN
Rithøvundur: Alexandur Kristiansen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 148,-
Vit sigla í myndum um ókend høv,
har dreymarnir rísa úr kavi,
og ljósglottar umskara stavirnar,
ið skrivast á villini havi.
DNA
Rithøvundur: Yrsa Sigurðardóttir umsett hevur Jákup
Sørensen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Dóttirin vekir hana: ”Onkur er í húsunum.” Elísa
setst upp undir seg. Hjartað dukar í bringuni …
Tað er ísakalt í Íslandi. Tað er ikki bara veðrið, tí
ein kavráur mordari gongur leysur í myrkrinum.
Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og
ísakøldu óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg.
TÁ ÓKUNNUFÓLK KOM Á LEIÐ –
HEIMABLÍDNI
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 348,-
Anna og Óli, ið hava garðin undir hond, eru
9. ættarlið. Tey hava røkt garð og fenað á
siðbundnan hátt í mong ár.
Við rákinum um norðurlendska matmentan
búnaðist tankin um at seta serføroyskan mat
eftir føroyskum uppskriftum á borðið fyri
gestum. Tey settu sær fyri at bjóða gestum inn
at smakka ein góðan bita av Føroyum
Bókin fæst á føroyskum, enskum og týskum
LEITANIN EFTIR AT VERA
Rithøvundur: Katarina Nolsøe
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 148,-
Katarina Nolsøe er fødd í 1964 og er útbúgvin
sjónleikari á sjónleikaraskúlanum í Reykjavík.
Hon fekk depressión í 2006 og var fleiri ferðir
innløgd á psykiatriska deplinum. ‘Leitanin eftir
at vera’ er ein ferð gjøgnum depressión, ótta og
angist. Ein ferð, har tú spakuliga kemur fyri teg
aftur og mást læra teg at liva við sárinum.
NAKRIR TÆTTIR ÚR LÍVI V. U.
HAMMERSHAIMBS
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Tað er áhugavert at lesa um lív
Hammershaimbs, tá ið hann sum gamal maður
kveitir aftur um seg og lýsir ta leið, hann hevur
gingið. Lív hansara hevur verið fjølbroytt og
forvitnisligt. Hann hevur havt gott áræði, havt
eitt áhugavert lív og mangan havt tað stríggið í
embætunum.Sum ungur gjørdi hann eitt bragd,
sum eingin hevur gjørt honum eftir.Hann læt
sær ikki lynda, at hansara egna móðurmál skuldi
verða fyri vanbýti í einari danskari skúlaskipan,
ið smoygd varð niður yvir fólk.Hann skrivaði í
danskt blað um støðuna, og hvussu órættvíst
tað var, at so lítil virðing var fyri føroyska
málinum í danska ríkinum.
HEIMURIN, IÐ HVARV
Rithøvundur: Knút Háberg Eysturstein
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 348,-
Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna
heimsbardaga. Útlegdin hevur formað
hann sum menniskja og listafólk. Henda
bók er ein ferð niður í søguna um okkum,
tjóðskapartilgongdina og samleikamenning-
ina, seinna veraldarbardaga og útlegdina sum
grundleggjandi lívstreyt í modernitetinum.
Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara.
Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini.Úr
útlegdini.
ÚRVALSSAVN
Rithøvundur: Oddfríður M. Rasmussen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Hetta úrvalsrit er gjørt burtur úr 17 verkum,
ið Oddfríður hevur latið úr hondum seinastu
25 árini.
IKKI FYRR ENN TÁ
Rithøvundur: Oddfríður M. Rasmussen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Tey eru eydnurík saman, men sum tíðin
gongur, varnast hann, at hon broytir
atburð og verður fremmand og øðrvísi.
Hon megnar ikki arbeiðsuppgávurnar, og
á arbeiðsplássinum eru tey ørkymlað. Hon
verður kannað, og staðfest verður, at hon
hevur illkynjaðan knykil í heilanum.Hvussu
livir tú við tí, at kvinnan, tú elskar, hvørvur
frá tær í smáum? Hvussu bert tú teg at, tá
ið tann, tú elskar og livir saman við, broytir
persónsmensku?
VÁÐAFÚSIR FØROYINGAR
Rithøvundur: Erich Wustmann umsett hevur Anja
Tell
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Jógvan er fjúrtan ára gamla hetjan
í hesi spennandi søguni, sum týski
fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann
skrivaði, tá ið hann vitjaði í Mykinesi á
sumri í 1938. Við Jógvani lýsir hann, hvussu
hart og eirindaleyst lívið hjá mykinesfólki í
tríatiárunum kundi vera. Samstundis lýsir
hann sterka tilknýtið hjá menniskjunum til
oynna og alsk teirra til náttúruna.
SPROTIN