týsdagur 19. november 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 20. november 2019
Sosialurin
Bókajól
AFTURGONGUR
Rithøvundur: Henrik Ibsen umsett hevur Turið
Sigurðardóttir
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Við Afturgongum vísir Ibsen, hvussu læstar
meiningar, sum arvaðar eru niður ígjøgnum
borgaraskapin, binda niður og læsa frælsu
lívsførsluna. Sonurin í húsinum, Osvald,
virkar sum skaldsins rødd, sum tann, ið
slóðar fyri hjá listafólkum og fyri lívsgleðini,
ímóti tí „gudfrøðiliga ranninum“. Bæði
Osvald og mamman, Helena, gera upp við
fatanirnar hjá Manders presti og sáa iva
um grundarlagið, hann hevur grundað sínar
meiningar á. Í allari sínari veran stendur
presturin sum ein, sum í blindum og
blindaður verjir embætismannasamfelagið.
TÍN ANGIST ER
LÝSANDI VORÐIN
Rithøvundur: Nelly Sachs umsett hevur Heðin M.
Klein
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Forfylging.
Líðing.
Flýggjan.
Dagligur gerandiskostur.
Um allan heim.
Yrkingin hjá Nelly Sachs er enn líka
áleikandi í sínum evni, líka egin í síni
útsøgn. Nelly Sachs var fyrsta kvinna sum – í
1966 – fekk bókmentavirðisløn Nobels fyri
bundnan skaldskap.
MÆR ER SO YMISKT
Rithøvundur: Heðin M. Klein
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
itt slag av málsligari rannsókn, bæði spølin og
álvarsom. Trý tey fyrstu ørindini eru grundin
undir øllum teimum seinnu ørindunum.Byrjanin
hevur tí treytað og bundið tað, sum aftaná
kemur, innihaldsliga, ikki raðfylgjuna, men
endaligi fáningurin er blind tilvild. Niðurlagið
endurspeglar og ekkóar, so ella so, eitt
menniskjaligt andsvar til úrtøkuna úr hvørjum
ørindi sær. Og endaorðini seta i yvir prikkin ella
øvugt.
Í LØTUNI
Rithøvundur: Turid Thomsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Hetta eru samtíðarsøgur um kvinnur í ymsum
aldri; frá smágentum til tilkomnar kvinnur.
Flestu teirra eru onkursvegna avbyrgdar í sínari
støðu í gerandisdegnum og eru nú á einum
vegamóti. Spurningurin er, um kvinnurnar
megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu
sættast við tað, sum er. Í fleiri av søgunum
er huglagið dapurt, men kortini hómast vón
og møguleikar fyri broyting - og kanska á ein
øðrvísi hátt enn tað kvinnulívið, tær annars
høvdu ímyndað sær.
BARNIÐ
Rithøvundur: Kjersti Annesdatter Skomsvold umsett
hevur Jákup í Skemmuni
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Ein móðir sigur nýfødda barni sínum frá teimum
hendingum, sum hava havt hetta barnið við sær.
Tað eru søgur um drúgva sjúku, einsemi og sorg.
Um ræðsluna fyri at elska onkran, men kortini
at tora.
THE FAROES(E)
Rithøvundur: Eva Nielsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
Few places in the world have as many
musicians, writers and artists per capita as the
Faroe Islands.
In addition to taking you to stunningly beautiful
places in the breath-taking countryside of
the Faroes, this book introduces you to the
fascinating people living on these remote
islands. The Faroese are shaped by the harsh
environment in which they have managed to
survive for centuries thanks to impressive
creativity and innovative skills. Today, they
are shaping Faroese society, which is thriving
economically as well as culturally.This is not
an ordinary tourist guide. It´s something much
more
VINALIGA BIND 1+2
Rithøvundur: Jørgen-Frantz Jacobsen og William
Heinesen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 598,-
Brævaskiftið millum William Heinesen og
Jørgen-Frantz Jacobsen 1920-1938
Teir vóru skemtiligir, heimspekiligir, politiskt
tilvitandi og dugdu sjaldsama væl at skriva. Teir
vóru víðskygdir og alt annað enn heimføðisligir.
Teir vóru góðir við sínar landsmenn, men høvdu
lætt við at grína at okkara veikleikum.
Í brøvunum teirra millum síggja vit alt hetta.
Hvussu hesir ungu menninir hugsaðu, hvat
teir ætlaðu, og hvussu lívið legnaði seg frá
1920 – 1938, er alt lýst í brøvunum. Inniliga,
persónliga, stuttliga og væl hugsað.
FRITS
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Hetta er ein øðrvísi listabók. Ein bók við
myndverkum, sum opnu fyri opnu lýsa tættir
í ævisøgu málarans. Frá dreingjaárum, sum
eru sveipt í dreymakent tám, til árini, hann
roynir seg sum málari við íblástri frá øðrum,
til hann torir at ganga sínar egnu leiðir og
sættast við sítt egna lag. Hetta lagið bregdar
tónlist og myndlist saman, og hesir báðir
tættir mynda Frits læraran, kórleiðaran,
málaran og bygdarmannin.
DRÚGVA FERÐIN 1
Rithøvundur: Johannes V. Jensen umsett hevur
Edvard S. Olsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Tá ið fyrri veraldarbardagi brast á, og
høvundurin varnaðist alla týningina og
sá, hvussu vesturlendska siðmenningin
syndraðist, gjørdi hann av at skriva sína
egnu útgávu av skapanarsøguni, og hvussu
siðmenningin hevur tikið seg fram. Hvør
partur lýsir tann virkisfúsa einstaklingin og
seiggið í honum. Hann verður rikin fram av
einihvørjari úttrá og stremban eftir onkrum
meira og øðrvísi, og soleiðis setur hann ferð
á menningina. Hesin einstaklingurin er altíð
mannfólk.
SPROTIN