týsdagur 19. november 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
10
Sosialurin
Bókajól
SVIK
Rithøvundur: Jan Lamhauge
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 348,-
21. september 2017 bleiv Betri Banki
meldaður til fútan undir illgruna fyri brot
á grein 139 í skattalógini, sum snýr seg
um skattasvik, í sambandi við sonevnda
Skattamálið. Tveir mánaðir seinni
kunngjørdi Politiið í Føroyum, at áheitan
var send til Bakmanspolitiið um at vera
við í kanningunum av Betri Banka. Tvær
vikur seinni fekk tíðindaleiðarin í KvF,
sum hevði havt ábyrgd av avdúkingunum,
uppsagnarskriv.
HØLL SUMMARLANDSINS
Rithøvundur: Halldór Laxness umsett hevur Þóra
Þóroddsdóttir
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 248,-
Í hesum bindinum fylgja vit víðari við
tí fátæka, einsamalla barninum, Ólavi
Kárasyni ljósvíkingi, ið hevur sterkan alsk til
náttúruna, fuglarnar, blómurnar á bønum
og aldututlið á sandinum. Eitt barn, ið er við
sviðusoð og mest sum ongan góðan eigur
Foreldur eigur hann onkustaðni, men hann
kennir tey ikki, hann droymir um tey, og
honum leingist eftir teimum. Myndin er kám
og fjar.
HÚS SKALDSINS
Rithøvundur: Halldór Laxness umsett hevur Þóra
Þóroddsdóttir
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 248,-
Tann fátæki og einsamalli Ólavur Kárason
ljósvíkingur er vorðin vaksin og skald.
Hann býr saman við unnustuni í eini
træsmáttu uppi í brekkuni. Hon arbeiðir á
fiskastykkinum, og hann vakir yvir sjúkum
barni. Stríð er í bygdini millum felagið hjá
arbeiðsfólkinum við Jens Føroyingi á odda og
teir, ið ráða fyri borgum. Eisini skaldið verður
drigið inn í ósemjuna, hóast Ólavur Kárason
vil vera partleysur og bara vil yrkja og skriva.
DÝRD HIMINSINS
Rithøvundur: Halldór Laxness umsett hevur Þóra
Þóroddsdóttir
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 248,-
Dýrd himinsins fylgir skaldinum Ólavi Kárasyni
ljósvíkingi longur fram á leið. Hann er nú
vaksin maður, nýkomin úr fangatippi, har hann
hevur sitið í samfull seks ár, tí hann hevur
gjørt seg kynsliga, men óavvitað, inn á eina av
skúlagentunum í bygdini, har hann eitt skifti var
vikarur.
STORMFUGLAR
Rithøvundur: Einar Kárason umsett hevur Carl Jóhan
Jensen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
"Stormfuglar" er skakandi søga um ein
bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við
himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á
Nýfundnalandsleiðunum í februar mánaði
1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar
tilburðir.
EIN TÁTTUR ER SILVUR
Rithøvundur: Sólrún Michelsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Ein syrgiligur tilburður setur gongd á
skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10
børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum
síðan.
Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur.
Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga
ymist hjá teimum.
Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar
í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og
mentan, ið vóru um aldarskiftið, verða flættaðar
inn í hesar lagnulýsingar – m.a. tann harðrendi
Axel Fr. Moe, sum Dansk Indre Mission sendi til
Føroya.
VIRUS
Rithøvundur: Sámal Soll
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 198,-
VIRUS eitur stuttsøgusavn við 13 søgum eftir
Sámal Soll. Søgurnar í savninum venda sær til
ung og vaksin og søgurnar fevna víða í innihaldi
– frá tí spennandi til tað óhugnaliga – og flestu
teirra viðgera lívið á sosialu miðlunum í Føroyum
í dag.
JARÐARFERÐIN
Rithøvundur: Jóanes Nielsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 348,-
Hetta er bókin um eina jarðarferð, sum byrjar
í Shanghai, og sum endar í Sumba. Hetta er
eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók
og um felagsskapin International Dwarfs
Association og tað, sum kann henda, tá ið
leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum
deyðum kinesiskum fiskimonnum. Men fyrst og
fremst er Jarðarferðin ein lýsing av vinalagnum
millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur.
TERNINGAR – SØGUR AV TILVILD
Rithøvundur: Carl Jóhan Jensen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 348,-
Terningar eru ímyndin av tilvild, og tilvild miðjan
í hvørji søgu – í hennara samansettu og í senn
einføldu eftirgerð av tí sansaða.
MARKIÐ
Rithøvundur: Erika Fatland umsett hevur Pauli
Nielsen
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Hetta er bók um at vera granni hjá tí
ómátaliga heimsveldinum Russlandi. Um teir
stóru mentanarligu munirnar millum londini,
høvundurin vitjar, sum liva í skugganum av tí
eina stóra felagsnevnaranum, sum á ymsan
hátt hevur merkt tey øll: at liva undir liðini á
Russlandi, heimsins størsta landi. Hon ger
ferð ígjøgnum 14 lond og leggur alt markið
- 20.000 kilometrar - aftur um seg.
GLOYMDUR
Rithøvundur: Solby A. Christiansdóttir
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 248,-
Ein maður liggur til at doyggja á
Landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er
hent. Men hví er tað komið so langt? Og
hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er
politisk kapprenning um, hvussu Føroya
Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.
Deyðasjúki maðurin og sjúkrahúsverkið
eru høvuðspersónarnir í skaldsøguni,
Gloymdur, sum byggir á veruligar hendingar.
GÓÐA SYSTIR – EIN DAGBÓK TIL
ARNVØR
Rithøvundur: Margit M. Baadsager
Forlag: Sprotin
PRÍSUR: 298,-
Góða systir er ein hjartanemandi dagbók frá
einari systir til aðra. Bókin er persónlig og
nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum
familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihald,
skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði
sjúklingar og avvarðandi kunnu kenna seg
aftur í.
SPROTIN