Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 20. november 2019 Sosialurin Bókajól Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo BÍLEGG DANSKAR OG ENSKAR BØKUR Í RIT&RÁK Skjótt, bíligt og ómakaleyst. FJARÐAROK Í FUGLAFIRÐI 1 12 Fuglafjørður eftir Elina á Rógvi er ein barnabók, men hon er púra vist eisini ein abbabók og ein ommubók. Abbin og omman hava brúk fyri einum vikuskifti í friði og náðum uttan ommu- og abbabørn og hanar. Friðarligt verður tað ikki, men stuttligt verður tað so heilt avgjørt. Í nýggju bókini hitta vit aftur persónarnar úr bókini Og mamma, sum kom út í 2014 og var í uppskoti til Barna- og ung­dóms­bókmentavirðisløn Norð­ur­landa­ráðsins.  Marjun Regins­dótt­ ir  hevur myndprýtt báðar bøkurnar við litføgrum og lívlig­um myndum. Bókin snýr seg um hanan Morgun­fríða, sum dugir at tosa, og abban, sum aftur hesa ferð fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum, sum altíð sigur “og mamma”. Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar – ta mest fugla­fant­ast­isku bygdina í Føroyum – uttan at bjóða Morg­unfríða við. Bókin er pakkað við spenn­ingi, høgari ferð og skemti í fleiri løgum, sum fangar bæði børn og vaksin. 4 skjótir spurningar til rithøvundin: HVUSSU FEKST TÚ HUGSKOTIÐ AT SKRIVA BØKURNAR UM MORGUNFRÍÐA OG ABBAN? Elin: Hanin bleiv til, tá eg ansaði eftir tveim­ um dreingjum inni hjá ommuni og abbanum hjá hesum báðum dreingjunum. Teir fóru at klandrast, og eg tímdi ikki so væl, at teir skuldu fara at klandrast akkurát tá, so eg segði ”Hoyr! Sssh, lurta! Tað bankar uppá,” og so gloymdu teir, at teir klandraðust. Vit fóru út at hyggja, og har var ongin. Har byrjaði hugskotið um hanan av fyrstan tíð, at onkur bankar uppá, og at tú ikki sært, hvør tað er, tí hanin er so lítil, at hann fer inn, uttan at tú varnast tað. Soleiðis byrjar tann fyrra bókin. OFTA ERU BARNABØKUR UM BØRN. HER ERU TAÐ EIN HANI OG EIN ABBI, SUM ERU HØVUÐSPERSÓNAR. HVUSSU BER TAÐ TIL? Elin: Eg haldi, at tað er eitt sindur stuttligt hjá børnum at hugsa sær: Hvussu er tað at vera abbi? Ella omma? Hvussu er tað at vera onkur annar? Børnini eru eisini høvuðspersónar, men tað er stuttligt, at børn, sum lesa, kunnu hugsa um ommu og abba sín. Og djór eru altíð stuttlig. FARA VIT AT MØTA ØÐRUM PERSÓNUM Í HESARI BÓKINI? Elin: Ja, tað fara vit. Men eisini teimum, sum vit kenna. Tey eru hanin, hundurin, omman, abbin og dreingirnir. Men so møta vit eisini øðrum. Serliga einum politisti og einum øðrum hana. Restin skal vera eitt yvirraskilsi. Men tað eru fleiri við í bilinum, tá tey fara heim, enn tá tey komu. HVÍ SKRIVAR TÚ STUTTLIGAR BØKUR? Elin: Eg haldi, at børn hava brúk fyri at sita og lesa saman við vaksnum, sum flenna eftir onkrum, sum børnini kanska ikki sjálv halda vera so stuttligt. Men so halda børnini, at okkurt annað í bókini er stuttligt. Vit skulu sjálvandi hava álvarsamar bøkur, men eg haldi, at tað er týdningarmikið at hava stuttligar bøkur, og at man hevur tað stuttligt, tá man lesur bøkur heima, og ikki bara lesur um syrgilig og álvarsom ting. Ofta er tað eisini soleiðis, at aftan fyri tað stuttliga er okkurt meira álvarsamt.