Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 24 Sosialurin Bókajól LATIÐ EI SØGUNA DOYGGJA Rithøvundur: Óli Breckman Forlag: Plinkur PRÍSUR: 230,- Føroyar eru eindømi um lítið oyggjaland á okkara breiddarstigi, sum hevur tikið seg fram frá miðøld til nútíð, so búskapur, fólkatal og livistøði eru ment fleirfalt upp á hædd við heimsins fremstu lond. Vit hava megnað at tryggja okkara mál, mentan, samleika og politisku sjálvstøðu, nú á gáttini til sjálvbjargna og sjálvstøðuga tjóð. Føroyar eru søguligt undantak og eitt Guðs undurverk. Henda bókin lýsir partar av tilgongdini. HANS ANDRIAS – EIN BÓKMENTALIG ÆVISØGA Rithøvundur: Hanus Kamban Forlag: Náttsólin PRÍSUR: 750,- Ein bókmentalig ævisøga í tveimum bindum Bókin um Hans Andrias Djurhuus er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og - í summum førum – kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra. SANNLEIKANS ORÐ – FORTALUR TIL HALGUBÓK Rithøvundur: David Johannesen Forlag: Vón PRÍSUR: 180,- Bók eftir Martini Luther. David Johannesen, prestur, hevur týtt bókina, og er hon 199 blaðsíður til støddar. Bókin viðger hvørja einstaka bók í Halgubók og er ein sera aktuel og viðkomandi bók. ÁLMANAKKIN 2020 Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil PRÍSUR: 150,- SKIPALISTIN 2020 Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil PRÍSUR: 165,- SKIPALISTIN hevur myndir og upplýsingar um føroyska flotan: 347 skip og 1275 bátar. Eisini eru hentar upplýsingar, sum hava við skip, sjómansskap og sjógv at gera, so sum streymkort, streymtalvur og trygdarviðurskifti. Nógvir lesarar ogna sær Skipalistan bæði at hava umborð og at hava liggjandi heima við hús ella í bilinum. SKIPALISTIN verður eisini nógv brúktur í vinnuligum høpi, har eitt nú ymiskir veitarar kunna seg um føroyska flotan. FRÍÐ BY KÖTLUM Rithøvundur: Súsanna Kötlum PRÍSUR: 573,- Súsanna Køtlum við nýggju bókini FRÍÐ by Kötlum, sum á ein taktilan hátt, ið ikki er sæddur fyrr, samantvinnar burðardygt prent við smáum tekstbitum og framúr fotomyndum, har hárið er krúllan á hvørjari síðu. BÝARBÓKASAVNIÐ 50 ÁR – BROT ÚR SØGUNI Rithøvundur: Anna M. Brimnes Forlag: Býarbókasavnið PRÍSUR: 200,- Býarbókasavnið í Havn fylti 50 ár í apríl 2019. Bókin lýsir søguna hjá Býarbókasavninum, sum hevur verið so mongum havnarborgarum og øðrum við eitt serstakt stað, og hvussu tað hevur ment seg til tað nútímans bókasavn, tað er í dag. ÆVISØGAN UM MONOLOGIN OLAF S. THOMSEN Rithøvundur: Olaf S. Thomsen (pseudonym) PRÍSUR: 248,- Bókin snýr seg um rithøvundan sjálvan, Olaf S. Thomsen. Olaf hevur alt sítt tilkomna lív livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum fólki. Flestu vildu rópt hann einabúgva. Ævisøgan er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum o.ø., sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019. Síður:261 GLOTTAR ÚR TROLARASØGUNI Rithøvundur: Óli Olsen Forlag: Kjølur PRÍSUR: 240,- Nýggja bókin hjá Óla Olsen umrøður stívliga 60 føroyskar síðutrolarar – frá Lord Alfred Paget í 1905 til Magnus Heinason í 1961. ALTARBÓK OG HANDBÓK FØROYA KIRKJA Rithøvundur: Forlag: Føroysk Kirkjumál PRÍSUR: 500,- 2 bøkir við Altarbók Føroya Kirkju og Handbók Føroya Kirkju. VIT, FØROYA FÓLK Rithøvundur: Bjørk Maria Kunoy Forlag: Forlagið Norðan PRÍSUR: 278,- Søgan fer fram í lagnudøgum, tá avgerð skal takast um eina nýggja føroyska grundlóg. Málið skapar hart stríð millum føroysku og donsku stjórnina og innanhýsis í føroyska samfelagnum. Um sama mundið leggja norskir myndugleikar hald á trý føroysk skip, og hetta fær stórar fíggjarligar og politiskar avleiðingar. Skaldsøgan er pallsett í samanrenningini millum løgfrøði, politikk og menniskjalagnur. TRÚBÓTIN Rithøvundur: Øystein Rian & Jon S. Hansen umsett hevur Líggjas í Bø Forlag: Stiðin PRÍSUR: 150,- Í bókini vísa teir báðir á, at trúbótin kom í lag av tí, at ein luthersmaður í 1536 vann innlendisstríðið í Danmark og gjørdist kongur har. Hesin var Kristian 3. Danmark og Noreg høvdu sama kong, og hann hevði ræði á hervaldinum. Tí bar til hjá Kristiani 3., eftir at hava vunnið valdið í Danmark,at nýta sín norska her at berja niður alla mótstøðu í Noregi og seta í fongsul teir biskupar og prestar, sum ikki vildu svíkja sína trúgv. Hetta hendi eisini í Íslandi og Føroyum. YMISK FORLØG