Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 20. november 2019 Sosialurin Bókajól RICHARD III Rithøvundur: William Shakespeare umsett hevur Axel Tórgarð Forlag: Stiðin PRÍSUR: 225,- Langt áðrenn Shakespeare skrivaði leikin um Richard III vóru flestu keldur longu á einum máli um, at Richard III var eitt bølmenni uttan líka; ikki bara var hann harðrendur. hann var eisini kúlutur. hevði ein visnaðan arm, og haltaði! Og líka síðan hevur Richard III kongur verið hildin at vera ein hin versti og ræðuligasti kongu, Ongland nakrantíð hevur sæð. HAMLET Rithøvundur: William Shakespeare umsett hevur Hans Tórgarð Forlag: Stiðin PRÍSUR: 225,- Hamlet er uttan iva kendasti leikurin hjá Shakespeare, og hann er kanska eisini hin kendasti sjónleikurin í heimssøguni. Eingin sjónleikur eigur so nógv brot, ið verða endurgivin í heilum; eingin leikur hevur skapt so hugtøk, tiltøk og orðatøk: 'At verða ella ikki,' 'Okkurt er rotið í Danmark,' og 'Meira er á himni og á jørð,' eru bert nøkur fá dømi. SKIPAFELAGIÐ FØROYAR OG SAMFELAGIÐ Rithøvundur: Zacharias Wang Forlag: Stiðin PRÍSUR: 300,- Fyri hundrað árum síðan tóku føroyingar stig til at stovna skipafelag,ið skuldi taka sær av millumlandasigling.Uppskotið fekk góða undirtøku,og Skipafelagið Føroyar var stovnað í 1919. 2004 var tað selt. Keypari var íslendska skipafelagið Eimskip. Henda bók er um virksemi og gongdina í Skipafelagnum Føroyar. GRØNLENDSKIR NORÐBÚGVAR Rithøvundur: Absalon Absalonsen Forlag: Egið forlag PRÍSUR: 298,- Hvat ið varð av norðbúgvum, sum vóru eitt skipað samfelag í Grønlandi í uml. 500 ár, eru granskarar ikki samdir um. Í hesi bók eru lagdar fram greiðar ábendingar um, at sjórænarar beindu fyri teimum. NJÁL – LJÓS Í SKUGGA Rithøvundur: Óli Jacobsen Forlag: Forlagið Tjørnustova PRÍSUR: 240,- Njál Djurhuus hevur havt eitt serstakt lív, heilt frá byrjan sum eingilskmannabarn undir krígnum, og til nú hann 78 ára gamal framvegis er virkin í Frelsumarherinum at hjálpa teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu. TIL GAMAN OG ÁLVARA Rithøvundur: Erling Isholm og Karin Djurhuus Forlag: Havnar Sjónleikarafelag PRÍSUR: 390,- Greitt verður frá, hvussu tað eydnaðist Havnar Sjónleikarfelag at fáa bygt Sjónleikarhúsið, og søgan um virksemið í húsinum verður fylgd gjøgnum bæði ringar og góðar tíðir, bretska hersetingin og mangt annað fram til 1951, tá ið formaðurin Hans Andrias Djurhuus doyði. Um tíðina eftir 1951 greiða fyrrverandi formenn og onnur frá sínari tíð í Havnar Sjónleikarafelag. Aftast í bókini er yvirlit yvir leikir. ÚR YMSUM HERAÐSHORNUM – MÍN KRÝNIKA 5 Rithøvundur: Jógvan Arge Forlag: Havnar Sjónleikarafelag PRÍSUR: 299,- Bókin viðger Føroyar og føroyingar í 70unum. Útróðrarverkfall og “Mortan Mols” settu sín dám á. Fiskimarksmálið í Føroyum og Íslandi var frammarlaga. Farmaskip sigldu vandasigling í Bangladesh. Anton í Rituvík bjargaði 4.600 flóttarfólkum, og Lítli Richard úr Klaksvík rýmdi úr Svøríki. Fólkið í Vestmannaoyggjum flýddi undan eldgosi, og útvarpið var til OL í Munchen, har palestinskir partisanar lupu á og drupu ísraelsk ítróttafólk. NÚ FÆKKAST TEY Á GOMLU STRANDAGØTU Rithøvundur: Ragnar Danielsen Forlag: Forlagið á Heyggi PRÍSUR: 399,- Hugleiðingar og bygdasøgur úr Sjóvar kommunu SKAKANDI TILBURÐIR 14 Rithøvundur: John Myllhamar Teknari: Janus Dam Guttesen Forlag: Forlagið Met PRÍSUR: 259,- Millum annað kann ein lesa um mann, sum hevur uppplivað fleiri ferðir, at eldur hevur verið í skipum, hann var við. Kvinna sigur frá skelkandi hending, tá ið hon og drongur hennara vóru tikin útav vegnum í ódnini 1989. Sagt verður frá, tá ið Marshall sigldi á land við Lokloysi. Húsfólk siga frá, tá ið ein bilur við miklari ferð rendi á hús teirra á náttartíð. Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini. ORÐ SUM HAVIÐ ALDA, YRNKINGAR Rithøvundur: Jaspur Petersen Forlag: Egið Forlagð PRÍSUR: 155,- Hesar yrkingar eru yrktar gjøgnum eitt langt tíðarskeið heilt frá 70-unum. Mítt arbeiði sum kommunulækni hevur sett sín dám á. Yrkingarnar - tær flestu - hava onkursvegna altíð orðað seg við stevi og rími, sum um tónleikur liggur í. Læt yrkingarnar tala fyri seg. SØGUR ÚR BÝNUM Rithøvundur: Jón Thorsteinsson Forlag: Forlagið Brúgvin PRÍSUR: 198,- Søgur úr býnum, er eitt stuttsøgusavn, sum í stuttum kann lýsast soleiðis: Nútíðarligar stuttsøgur um lív og lagnur í einum býi í Føroyum. Í lítla, fjarskotna oyggjalandinum er trygt og fjálgt. Fólk sæta sær við bjørtum vónum. Men sjálvt í einum friðsælum gerandisdegi, har baktjaldið er fjøll, firðir og summarblómur, kunnu skriðurnar loypa og nærleikin gerast ein ampi. Tað hugaliga, tað stuttliga og tað svára troða dansin saman í hesum søgum, har tað, ið ikki má henda, hendir viðhvørt. YMISK FORLØG TIES IHJEL Rithøvundur: Sondy Simonsen Forlag: Kahrius PRÍSUR: 250,- Fyrsta bókin hjá Sondy Simonsen, eru endurminningar, partvíst úr Føroyum, har hon er fødd og uppvoksin.