Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 26 Sosialurin Bókajól ORÐ, MYND OG VERULEIKI Rithøvundur: Ymiskir rithøvundar Ritstjóri: Malan Marnersdóttir Forlag: Fróðskapur PRÍSUR: 230,- Greinasavn við seks greinum um skaldskap og myndlist. Greinirnar spretta úr skeiði á Føroyamálsdeildini, sum við støði í úrvaldum verkum og tekstum frá 20. og 21. øld gav studentunum yvirlit yvir høvuðseyðkenni í føroyskari mynd- og orðlist í tíðarskeiðinum, vandi mynda- og skaldskapargreining og fann viðkomandi hugtøk til at lýsa verkini og sambandið millum listagreinirnar. Bókin er 120 s. MILLUMLANDASIGLINGIN – NÝGGJ BYRJAN Rithøvundur: Sigmar Bláberg Forlag: Egið Forlag PRÍSUR: 300,- Bókin snyr seg um Óla Hammer, sum stovnaði felagið Smyril-Line. Hann var eisini við til at byggja nýggju 'Norrønu', ið røkir siglingina millum Føroyar og nærmastu grannalondini, aftaná Tjaldrið hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum. Bókin tekur saman um tíðarskeiðið frá 1975 til 2005, tá Óli Hammer gavst sum stjóri í Smyril-Line. SILJA STRØM – LISTALEIKIR Rithøvundur: Ymiskir rithøvundar Forlag: Listasavn Føroya PRÍSUR: 150,- Tekstir á føroyskum og enskum eftir Josie Moore og Solveig Hanusardóttir Olsen. Formæli eftir Nils Ohrt. 78 síður ELINBORG LUTZEN – SVART-HVÍTUR GANDUR Rithøvundur: Ymiskir rithøvundar Forlag: Listasavn Føroya PRÍSUR: 150,- Tekstir á føroyskum og donskum eftir Nils Ohrt og Bárður Jákupsson. Formæli eftir Nils Ohrt. 128 síður LESS IS NORTH Rithøvundur: Ymiskir rithøvundar Forlag: Listasavn Føroya PRÍSUR: 150,- Fotomyndir eftir Inga Joensen (FO), Per Bak Jensen (DK) og Hallgerður Hallgrímsdóttir (DK). Tekstir á føroyskum og enskum eftir Dagmar Malenu Winther, Brynju Sveinsdóttir og Lisbeth Bonde. Formælið hevur Nils Ohrt skrivað. 96 síður MÆR DÁMAR IKKI HØGNA HOYDAL Rithøvundur: Høgni Mohr Forlag: Øgiliga egið forlag PRÍSUR: 200,- Fyrsta yrkingasavnið hjá Høgna Mohr umboðar tankastreym sum háttalag. Evnisliga snúgva yrkingarnar seg um deyðssyndir. Høvundurin setur høvd og hala á syndir og syndarar. Hann lítur aftureftir og setur afturhvarvið saman við afturgongdini fyri framman. Sjálvt Jesus tykist vera við upp á tvørsøgnina. M.a. soleiðis verður yrkingasavnið "mær dámar ikki høgna hoydal" lýst á facebook síðuni hjá Høgna Mohr. Í SKRIFT OG TALU – ISMAR JOENSEN 100 ÁR Rithøvundur: Ismar Joensen Forlag: Forlagið Leirkerið PRÍSUR: 300,- Í bókini eru nógvar greinar, sum Ismar Joensen skrivaði í einum tíðarskeiði, sum fevnir um heili fimmti ár. Eisini eru nakrar av talum hansara her komnar á prent. Bókin er prýdd við hópin av góðum og áhugaverdum myndum. VIÐMERKINGAR TIL HVØNN KAPITTUL Í NÝGGJA TESTAMENTI Rithøvundur: Warren Wiersbe umsett hevur Páll á Lakjuni Forlag: Forlagið Leirkerið PRÍSUR: 250,- Stutt brot um hvønn kapittul í Nýggja Testamenti STRÍÐIÐ UM PROTEININI - OG ÚTFLUTNINGURIN TIL SOVJET Rithøvundur: Hanus Samró Forlag: Egið forlag PRÍSUR: 298,- Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðiavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum. Hvat hava fiskiveiðiavtalur og útflutningur í felag? Ella hava tey nakað í felag? Kann tað hugsast, at Føroyar hava ein ella annan leiklut, sum eingin gevur sær far um? SØTT & SALT Forlag: Kvinna PRÍSUR: 99,- Tað fyrsta føroyska blaðið um mat. Søtt & Salt er eitt bókasin – ein samanrenning millum eitt magasin og eina bók – við uppskriftum og greinum um mat og matmentan. TANN BLINDA UGLAN Rithøvundur: Sadegh Hedayat umsett hevur Lív Joensen Forlag: Ungu Føroyar PRÍSUR: 140,- Sadegh Hedayat (1903-1950) er kendasti iranski nútíðarhøvundurin og ein hin fyrsti í Iran, sum skrivaði modernistiskt. Tann blinda uglan hevur verið kallað týdningarmesta verk á persiskum máli. BABBA/MAMMUBØRN Rithøvundur: Jonas Rasmussen umsett hevur Sanna Andrassardóttir Dahl Forlag: Ungu Føroyar PRÍSUR: 120,- Bókin eitur eftir barnaspælinum, sum oftast verður kallað mammubørn á føroyskum, men her er pápin settur frammanfyri, tí hann eigur sjónarhornið. Savnið snýr seg nevniliga um at gerast pápi. YMISK FORLØG