Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 20. november 2019 Sosialurin Bókajól EIMUR Í ØSKU Rithøvundur: Sigurð Joensen og onnur Forlag: Ungu Føroyar PRÍSUR: 290,- Um siðir og hendingar, søgur um Heina bónda og onnur fólk við Gjógv. Vaðansgildið og fyrsta túrin til skips hjá Kristiani í Hoygarðinum ár 1900. - “... søgan um tað stóra í tí smáa... tað, sum farið er, ... við at fáa søgurnar upp á prent hava vit fingið nakað av hesum aftur og varðveita ein søguligan samleika longur aftur í tíðina, so land okkara verður munandi miklari í sjálvari tíðini.” Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur. VER TÚ! HANDBÓK HJÁ BØRNUM UM KYNSFATAN, KÆRLEIKA OG FAMILJU Rithøvundur: Jonathan Branfman umsett hevur Julia Rutt Petersen Forlag: Ungu Føroyar PRÍSUR: 150,- Ein myndprýdd bók fyri børn úr 5 ára aldri og upp, sum ger tað lætt at greiða børnum frá kynsfatan og margfeldi í familjum. - “Ein ótrúliga góð og rørandi bók um stór evni. Einfalt skrivað, við lættari hond. Alt er í lagi. So eyðsæð.” Lív Patursson, kynjafrøðingur, samskipari í javnstøðumálum. PSYKOSUDROTNINGIN SIGUR FRÁ Rithøvundur: Anna Malan Jógvansdóttir Forlag: Forlagið Eksil PRÍSUR: 300,- Triðja bókin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir er ein hybridskaldsøga. Hon snýr seg um psykosudrotningina, ið er kvinnan, Anna Malan strembar eftir at vera. Anna Malan Jógvansdóttir, ið er útbúgvin á danska rithøvundaskúlanum, er vanliga áhugað í náttúruni og landslagnum, men henda bókin er um sálarliga líðing og um psykosur. Hybridskaldsøga er nýtt tekstaslag á føroyskum, ið blandar myndir, prosa og yrkingar við onnur tekstasløg. STJÓRNARSKIPAN ATHENARANNA Rithøvundur: Aristoteles umsett hevur Eilif Samuelsen Forlag: Forlagið Hemlið PRÍSUR: 198,- Í fornøld var Grikkalandi býtt sundur í býarstatir, sum hvør hevði sína stjórnarskipan. Stjórnarskipan Athenaranna er ein av teimum 157 lýsingunum av hesum stjórnarskipanum,sum Aristoteles og næmingar hansara á skúlanum, Lyceum,savnaðu saman og góvu .Tær fóru allar fyri skeytið, men tann hjá Athen, sum fyri okkum er tann týdningarmesta, varð funnin aftur á nøkrum papýrusrullum, sum British Museum í London hevði fingið fatur á úr Egyptalandi. LEIKRIT 28, ÁSTARBRAGD Ritstjóri: Árni Dahl Forlag: Forlagið Fannir PRÍSUR: 100,- Leikur við songum í fýra pørtum,sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði í 1928.Tvey heiti hava verið nýtt:”Bertels gjenvordigheter”og”Eld i hjartekrå.Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt,og bókin kom fyrstu ferð út í 1936.Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum,klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969).Tað er hann,sum setti løg til sangirnar í leikinum.Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum.Teir vórðu væl fagnaðir. LEIKRIT 29, LØGMANSDÓTTIRIN Á STEIG Forlag: Forlagið Fannir PRÍSUR: 100,- Leikurin ”Løgmansdóttirin á Steig” er, tað vit vita, framførdur í Havn, Gøtu, Kollafirði og Klaksvík. Í 1976 settu læraraskúlanæmingar leikin á pall – teir vitjaðu eisini úti á bygd. Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini. Heiðavegur 15 – Saltangará - Tel. 44 92 92 - E-mail: info@bokabudin.fo til bæði børn og vaksin fæst í Bókabúðini Jólagávan Gávur, ið halda! - til børn, ung og vaksin! www.bíblia.fo Tlf. 787826 Føroyska Bíbliufelagið 169,- 248,- 298,-