mikudagur 15. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 240 - 15. desember 2004
Triðingurin av teim-
um 15 ára gomlu í
Føroyum roykja dag-
liga, alkoholnýtslan
hjá sama aldursbólki
er vaksandi og heili
12% av teimum siga
seg hava roynt at gera
sjálvmorð
KANNING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Kl. 10 týsmorgunin varð
ein stór evropisk kanning
kunngjørd. Talan er um
eina kanning, ið viðgerð
misnýtsluna hjá ungum, ið
ganga í 9. flokki. Sama
kanning er gjørd í 35
evropiskum londum. Fyrsta
spurnarumfar var í 1995,
annað var í 1999 og sein-
asta spurnarumfar var í
2003. Øll úrslitini eru nú
samanborin og útgivin í
eini bók.
Við í seinasta spurnar-
umfarinum
í
føroysku
kanningini vóru næmingar
úr øllum skúlum í landin-
um. Tilsamans 659 før-
oyskir næmingar vóru við í
kanningini.
Royking
Tá tað kemur til royking,
liggur føroyski ungdómurin
keðiliga ovarliga, saman-
borið við hini evropisku
londini.
– Tað vísir seg, at 33,6%
av okkara 15 ára gomlu
dreingjum og 33,2% av
gentunum,
roykja
fast
hvønn dag. Hóast tølini
ikki eru vaksin síðani 1999,
so liggja tey á eini sera
høgari legu, ávarar Pál
Weihe, landslækni, sum
hevur staðið fyri føroyska
partinum av kanningini.
Heili 21% av 15 ára
gomlu næmingunum siga,
at tey royktu dagliga, longu
tá tey vóru 13 ára gomul
ella yngri, og nærum helvt-
in, heili 47%, sigur seg
hava roykt onkuntíð sein-
astu 30 dagarnar, áðrenn
tey fingu spurnarblaðið.
– Hetta er ein sera álvar-
som staðfesting, sum vísir,
at vit veruliga eru eftirbátur
á roykingarøkinum. Hugs-
anin allastaðni uttanum
okkum hevur annars verið,
at tað ikki er »cool« at
roykja longur. Tað sæst
bæði í sjónvarpinum, í
filmum og aðrastaðis eis-
ini. Men tað rínir ikki við
føroyska ungdómin, sigur
Pál Weihe.
Hann sigur tað tí vera
sera týdningarmikið, at vit
sum skjótast fara at leggja
okkum eftir at gera okkurt
við roykitrupulleikan hjá
teimum ungu.
Rúsdrekka
Pál Weihe vísir á, at hóast
vit ikki eru í hægra end-
anum, tá um alkohol ræður,
so eru nøgdirnar, ið tey
ungu drekka, spakuliga
vaksandi.
Har tað í 1999 vóru beint
omanfyri 20% av teimum
15 ára gomlu, ið høvdu nýtt
rúsdrekka 40 ferðir ella
meiri, eru tey í dag beint
omanfyri 30%.
Umleið ein triðingur av
teimum 15 ára gomlu í dag
hava sostatt nýtt rúsdrekka
40 ferðir ella oftari.
Danmark, sum liggur á
fyrsta plássið, hevur væl
hægri tøl. Har hevur helvtin
av teimum 15 ára gomlu
drukkið alkohol 40 ferðir
ella meiri.
Ein fimtingur av ungu
næmingunum siga seg hava
verið full meiri enn 20
ferðir í lívinum. Hetta talið
er eisini hækkað síðani
1999. Frá at vera beint
undir 20%, er talið í dag
komið væl upp um 20%.
Men hóast tað vísir seg,
at føroysku næmingarnir
ikki drekka so týtt, so
bendir tað á, at teir drekka
nógv, tá teir eru í vertskapi.
Ì einum spurningi vóru
næmingarnir
nevniliga
bidnir um at meta um,
hvussu nógvar cl av alko-
holið teir drukku, seinast
drukkið var, og av øllum
londunum í kanningini fáa
føroyingar í hesum spurn-
inginum eitt fyrsta pláss.
Føroyski
ungdómurin
drekkur sostatt mest alko-
hol í cl, tá drukkið verður.
Pál Weihe heldur, at vaks-
andi nøgdirnar av alkoholi
eisini er nakað, sum vit
eiga at hava eyguni við, hó-
ast tølini ikki eru alarm-
erandi høg enn.
Onnur rúsevni
Kanningin staðfestir, at
onnur rúsandi evni enn
alkohol, ikki eru serliga
vanlig ímillum føroyska
ungdómin.
– Bæði tølini fyri hasj,
marihuana og onnur rús-
andi evni liggja sera langt
niðri í Føroyum. Tað eru
bert nøkur heilt fá, ið hava
roynt hetta, men tað er alt
annað enn vanligt, stað-
festir Pál.
Hann sigur tó, at rapport-
irnar um, at hørð og ólóglig
rúsevni eru vaksandi í Før-
oyum, absolutt eru eftir-
farandi, tær eru bara ikki
galdandi fyri tey ungu, 15
ára gomlu.
– Tað eru fleiri og fleiri
sterk rúsevni í Føroyum,
tað eru bara ikki tey blað-
ungu, ið nýta tey, sigur Pál.
1,4% av næmingunum
søgdu seg hava roynt hasj
seinastu 30 dagarnar.
Tá tað kemur til at sniffa,
sigur Pál seg halda, at tað er
ein ávísur móti í tí.
– Tað vísir seg sum, at tað
er moderna at sniffa í eina
tíð, síðani fellur tað burtur
aftur, fyri síðani at koma aft-
ur nakað seinni. Tað síggja
vit eisini í tølunum. Í 1999
vóru tað 0,9% av 15 ára
gomlu næmingunum, ið
høvdu sniffað seinastu 30
dagarnar, meðan talið í
2003 var komið heilt upp á
1,9 %, greiðir Pál Weihe frá.
Hann minnir í sama við-
fangi á, at tað ikki er heilt
vandaleyst at sniffa, og at
tað longu hevur kravt eitt
ungt mannalív í Føroyum.
Sjálvmorðsskelkurin
Pál sigur, at ein partur av
kanningini, veruliga sum
kom sum ein skelkur. Tað
er parturin, ið snýr seg um
at gera skaða á seg sjálvan
ella at royna at gera sjálv-
morð.
– Hóast tað ikki merkist á
innleggingum ella í kirkju-
garðinum, so eru tað heili
35% av teimum 15 ára
gomlu í Føroyum, ið hava
hugsað um at gera skaða á
seg sjálvan, og heili 12%,
ið hava roynt at gera sjálv-
morð. Hetta eru skelkandi
tøl, sum vit eru noydd at
taka í álvara, og finna útav,
hvat tað er, sum tey ungu
royna at siga okkum við
hesum, sigur Pál Weihe.
Hann vísir á, at talið á
sjálvmorðum í Føroyum, er
millum tey lægstu í heim-
inum. Tí er tað løgið, at so
nógv av teimum ungu hava
roynt at gera sjálvmorð,
uttan at tað merkist á
sjúkrahústølunum.
– Tey ungu siga seg hava
gjørt so stóran skaða á seg
sjálvi, at tey meta tað sum
sjálvmorðsroynd. Hetta er
ikki nakað serføroyskt fyri-
brigdi, tí hini londini hava
líknandi gongd. Men eg
haldi tað vera týdningar-
mikið og áhugavert at fara
til botns í hesum málinum,
og kanna hvat hetta er fyri
nakað. Hvat er tað, sum
ungdómurin roynir at siga
okkum við hesum. Hevur
ungdómurin tað ikki gott í
dag? Ella er tað okkurt
annað, ið bagir, spyr Pál.
Fleiri kanningar
Yvirlæknin mælir tí til
djúpri kanningar í hesum
málinum. Bæði í sjálv-
destruktivu tankunum og
sjálvmorðsroyndunum,
sum óiva munnu koma sum
ein skulkur fyri tey flestu.
Eisini heldur Pál tað vera
týdningarmikið, at okkurt
verður gjørt við roykitrup-
ulleikan, sum seinni kann
vísa seg at gerast ein sera
stórur heilsutrupulleiki.
– Kanningin kann nýtast
í nógvum samanhangum,
hon er góð, greið og eg
meti hana at vera sera eftir-
farandi. Kanningarúrslitini
kunnu vera við til at birta
undir kjakið og fáa eina
viðgerð av málunum í
gongd, eins og tey kunnu
verða nýtt til skúaltilfar og
størri uppgávur, sigur Pál
Weihe at enda.
Tey 15 ára gomlu í Føroyum:
12% hava roynt at gjørt sjálvmorð
Pál Weihe, yvirlækni, var maðurin, ið stóð fyri føroyska partinum av kanningini. Kanningin vísir, at 15 ára gomlu føroyingarnir
roykja illa og drekka alsamt meiri og meiri. Tað, sum tó kemur sum ein skelkur, eru sjálvdestruktiónstankarnir og
sjálvmorðsroyndirnar, sum skelkandi nógv av teimum ungu siga seg kenna væl.
Mynd Jens Kr. Vang