Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Ein føroyingur er ákærdur fyri at hava brotið grein 266b í revsilógini fyri at háða og niðra muslimar. Tað er enn ov tíðliga at siga, nær tað verður koyrandi ígjøgnum nýggjar tunlar Norður um Fjall, staðfestir Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri. Tríggir persónar í Skálavík hava tikið hendur saman um at gera stórt kampingpláss í bygdini. Samgongan fer nú at gera forkanningar og fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvrtunnil til Suðuroyar. Og tað arbeiðið skal gerast samstundis sum Sandoyartunnilin verður gjørdur Tórshavnar Býráð skal taka eina starvslýsing aftur, annars fer Pedagogfelagið at seta tiltøk í verk ímóti býráðnum Jerusalem MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Teir tríggir ábyrgdarmenninir í Eik Banka, Marner Jacobsen, Firthleif Olsen og Odd Bjellvåg, eru dømdir at rinda 150 milliónir krónur í endurgjaldi 150 150 Sprotin: 1 Jerusalem (býur í Ísrael og Palæstina) Hesa vikuna hevur kjakið um føroyska sendistovu í Jerusalem veruliga verið heitt. Hetta er eitt mál, tey allar flestu hava eina meining um - bæði føroyingar og danir, og tíðindini um ætlanirnar at lata sendistovu upp í Jerusalem eru enntá komin til miðlar í Miðeysturi. Nógvir føroyingar eru ósamdir og halda hesa sendistovuna vera óneyðuga, men fleiri eru eisini stuðlandi um ætlanina og síggja møguleikar í tí. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "Nú er so øgiligt kjak um, hvar Tjóðleikhúsið skal vera. Lat okkum bara staðseta tað í Jerusalem, so fáa vit bæði sendistovu og Tjóðleikhús har!" Gul til stívt andøvsgul av landssynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, men um náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.   Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum veksur í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og nakað av regni. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 9 stig. Gul til stívt andøvstgul av eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn, men út á dagin klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s Vit eru í myrkastu tíð á árinum. Stákanin til ársins størstu høgtíð byrjar skjótt og mong gerast strongd av hesum. Tí bert ein áminning nú, áðrenn hetta hendir. Ferðslan er ómetaliga stór og fólk ferðast úti í komandi døgum: minnist tí ttil, hvussu skilagott tað er vvið endurskini. Politiskt fingu vit eina nýggja samgongu í heyst. Hon hevur sjálvandi arbeitt síðani tá, men nøkur serlig úrslit fara ikki at síggjast fyrr enn fíggjarlógin er samtykt og fer at virka á nýggjárinum. Kjakið í seinastuni hevur snarað um eina møguliga føroyska sendiistovu ella umboðsstovu í Ísrael. Landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, loypti eftir øllum at døma øði í grindina, tá ið hann tosaði við danska blaðið Politiken um ætlanina. Í Føroyum hava vit hoyrt landsstýrismannin sagt tað sama síðani langt áðrenn valið, tó uttan at reagera. Heldur ikki var reaktiónin serliga stór, tá ið vit sóu um hálvan september í samgonguskjalinum, at har sigur samgongan seg vilja opna sendistovu í Ísrael. Ája! Eg haldi, at tann landsstýriskvinnan, sum hevur fingið truplastu uppgávuna er Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur. Hon umsitur almannamál, sum er eitt málsøki, sum krevur ómetaliga nógv. Í hesi vikuni hava vit hoyrt um nýtt barnaheim, sum vit ikki orka at byggja nú. Tað er eitt mál, men rtaksturin í Almannaverkinum – og tey viðurskifti, sum mong búfólk har liva undir – er als ikki á nútíðar støði. Veit ikki um leiðslan og landsstýriskvinnan ikki kenna til hetta og kanska halda, at alt kann loysast á einum excel-arkið. Minnist til, at eitt samfelag verður mett eftir, hvussu vit fara við okkara veikastu medborgarum. Ája! Bókavika er í hesi vikuni. Tilsamans 182 bøkur eru komnar út í ár. Eitt imponerandi tal. Stuttligt hevði hetta fingið okkara børn og ungu at lesa meira og sita minni við ipad ella telefon. At lesa er at ferðast inn í umhvørvi, har vit sjálvi skapa okkara myndir av tí sum hendir. Sjálvandi gevur tað eisini vitan, sum ung kunnu brúka restina av lívinum. At vit eru ein litil tjóð krevur, at vit brúka okkara mál og menna tað gjøgnum at lesa og skriva. Hetta mugu vit standa saman um, tí annars hvørva vit í meldrinum. Ája! Landsliðið hjá monnum endaði EM-undankappingina á næstaftasta plássið. Móti endanum á kappingini reistu vit okkum eitt sindur aftur, men úrslitini áttu at verði eitt sindur betri. U21-landsliðið skuldi spæla heimadyst í Gundadali í hesi vikuni, men frosturin beit í vøllin, so ikki bar til at spæla. Rørini eru klár – tað er bara at seta hitan til, so sleppa vit undan hesum. M e n a l t kostar, eisini at bjóða seg fram í altjóða kappingum. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At jólatræið á Vaglinum í Havn skjótt verður tendrað? Tað verður 30. november klokkan 15.30 5-10 m/s "Tey hava funnið dupultgangaran hjá Gretu Thunberg, sigst. Ja, eg visti tað - hon er komin úr fortíðini at bjarga okkum!"