hósdagur 21. november 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
5
Ynskir sendistovu í Jerusalem
men eisini nøgdur við Tel Aviv
Landsstýrismaðurin við
uttanríkismálum, Jenis av Rana, vil
halda seg til samgonguavtaluna
ÁRNI GREGERSEN
H
ansara ynski er, at
føroyingar fáaa eina
sendistovu ella um
boðsstovu í Jerusalem,
men letur tað seg ikki gera, so er
hann eisini nøgdur um hendan
umboðsstovan verður latin upp
í Tel Aviv.
Í samgonguskjalinum millum
Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og
Miðflokkin stendur, at føroyingar
skulu lata eina sendistovu upp í
Ísrael.
Síðani samgonguskjalið var
undirskrivað – og á sjálvum tíð
indafundinum, tá ið hetta hendi
– segði landsstýrismðurin við
uttanríkismálum, at sendistovan
skuldi latast upp í Jerusalem.
Tá ið hetta hendi, fekk tað ikki
serliga nógva umrøðu, men støðan
broyttist, tá ið Jenis av Rana segði
við danska blaðið Politiken, at
føroyingar fara at lata sendistovu
upp í Jerusalem.
Síðani tá hevur hetta málið
verið ovast á politisku dagsskránni
í Føroyum og partvís eisini í
Danmark.
Í gjár ásannaði landsstýris
maðurin tói, at tað ikki er hann
einsamallur, sum sleppur at taka
avgerðina um, hvar sendistovan
– ella umboðsstovan – skal vera.
Biðið um pengar
Landsstýrismaðurin sigur, at tað
verður arbeitt við málinum og at
ein umbøn er farin um pengar til
endamálið. Pengarnir skulu setast
av á fíggjarlógini fyri 2020.
- Eg rokni við, at tá ið vit eru
komin inn í januar, so verður full
ferð sett á arbeiðið, so umboðs
stovan kann lata upp í september
ella oktober næsta ár, sigur Jenis
av Rana.
Sjálvt málið er ikki komið
nakran serligan veg, tí peningur
enn ikki er settur av til arbeiðið.
Landsstýrismaðurin sigr, at hetta
sjálvandi eisini skal viðgerast
í samgonguni ella í minsta lagi
millum teir tríggjar floksformenn
irnar.
- Tað er enn ikki greitt, hvat
slag av sendistovu, tað verður.
Tí hava vit ikki tosað við danir
um tað enn. Vit kunnu sjálvandi
lata eina umboðsstovu upp, men
skulu vit lata eina sendistovu
upp, so verður tað sjálvandi eftir
donskum leisti og so verður hon
í Tel Aviv, har sum danska sendi
stovan er staðsett, sigur lands
stýrismaðurin.
Hann leggur tó afturat, at
føroyingar sjálvandi kunnu lata
annað slag av umboðsstovu upp,
hvar vit sjálvi vilja – eisini uttan at
spyrja danir um tað.
Hví Ísrael?
Spurdur um hví vit skulu hava
eina umboðsstovu í Ísrael heldur
enn so nógvar aðrastaðni, so sig
ur landsstýrismaðurin at hetta
sjálvandi skal gerast fyri at menna
viðurskiftini – bæði handilslig og
onnur – millum Føroyar og Ísrael.
- Vit mugu eisini minnast til,
at nógv fólk úr Føroyum ferðast
til Ísrael, so okkara samband við
landið er sera gott, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at Ísrael er
ógvuliga frammalaga í heiminum
innan tøkni og heilsuverk. Hann
heldur at hetta kann gagna okk
um.
- Handilin er so at siga ongin,
men tað er eitt sera gott støði at
byrja. Tað kann bara verða betri
um vit fáa beinleiðis samband við
Ísrael, sigur Jenis av Rana.
Hvussu avgerandi er tað, at
hendan umboðsstovan verður
staðsett í Jerusalem?
- Eg hevði verið ómetaliga glað
ur um hon verður í Jerusalem,
men hinvegin verður tað ein semja
í samgonguni at hon skal verða í
Tel Aviv, so eri eg himmals lukku
ligur og eg vænti hon fer at gagna
okkum meira enn vit droyma um,
sigur Jenis av Rana, landsstýris
maður
Jenis av Rana er landsstýrismaður við uttanríkismálum
Longu tá ið samgonguskjalið bleiv undirskrivað, segði Jenis av Rana, at sendistovan skuldi vera í Jerusalem