hósdagur 21. november 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
6
Eingin føroysk
sendistova
verður í Ísrael
Tað vísir spurngarkanning, sum Sosialurin
hevur gjørt millum tingfólk
EIRIKUR LINDENSKOV
S
varið er púra greitt, tá
tingfólk verða spurd, um
tey fara at atkvøða fyri
at stovna eina føroyska
sendistovu í Jerusalem: Svarið er
nei.
Ein meiriluti av Løgtinginum,
17 tingfólk, svara, at tey ikki fara
at atkvøða fyri at stovna eina
føroyska sendistovu í Jerusalem.
Tað var fyri eini viku síðani, at
øði kom í grindina, tá Jenis av Rana,
uttanríkisráðharri, í samrøðu við
danska blaðið Politiken segði,
at Føroyar fóru at seta á stovn
føroyska sendistovu í Jerusalem
og at viðurkenna Jerusaelm sum
høvuðsstað Ísraels.
Men tíðindini vóru ikki nýggj,
fyri tað um tey vóru nýggj í donsk
um fjølmiðlum.
Tá samgonguskjalið varð
undirskrivað 14. september, og
teir tríggir floksleiðararnir, Jørgen
Niclasen, Bárður Nielsen og Jenis
av Rana, greiddu frá samgongu
skjalinum, fekk Jenis av Rana
uppgávuna frá Bárði Nielsen at
greiða fjølmiðlunum frá, hvat tað
merkti, at sendistova skal stovn
ast í Ísrael:
»Í samgonguskjalinum stendur,
at vit skulu hava eina sendistovu
í ísrael, og tað verður eitt av tí
fyrsta, sum vit fara at arbeiða við«,
segði hann.
Spurdur hvat danir siga til tað,
svaraði Jenis av Rana:
»Ísrael er eitt framkomið
land. Innan tøkni til dømis. Mín
dreymur er sum lækni at vit fara
at útveksla læknar millum lond.
Fingið nakrar garvaðar framstand
andi læknar úr Ísrael at komið til
Føroyar og umvent. Kanska onkur
medisinalfyritøka hevði havt hug
at komið til Føroyar at opnað eina
fabrikk«.
Spurdur beinleiðis, um sendi
stovan skal vera í Tel Aviv ella í
Jerusalem, svarar Jenis av Rana:
»Ja, tað stendur Ísrael, men
verður tað gjørt, so verður tað í
Jersusalem, sjálvandi!«
Føroyski fjølmiðlar hava ikki
gjørt so nógv burtur úr hesum,
uttan at staðfest, at tað helst
ikki verður so, sum Jenis av Rana
greiddi frá.
Kringvarpið spurdi Mette
Frederiksen, forsætisráðfrú, tá
hon viðjaði fyrr í mánaðinum um
málið, og hon vísti hesum greitt
aftur, at tað fer ikki at bera til
at Føroyar stovna sendistovu í
Jerusalem.
Tá boðaskapurin aftur verður
borin í Politiken fyri viku síðani,
kom eldur í, og løgmaður var skjót
ur at vísa hesum aftur við teirri
grundgeving, at »málið er ikki við
gjørt í samgonguni enn«.
Johan Dahl, løgtingsmaður
Sambandsflokins og Edmund
Joensen, fólkatingsmaður Sam
bandsflokins, hava víst hesum
aftur og sagt, at vit als ikki skulu
hava nakra sendistovu í Ísrael
yvirhøvur.
Tá vit spurdu tingfólk, um
tey halda, at føroysk sendistova
skal setast á stovn í Ísrael, eru
bara 11, sum svara »ja«. Av teim
um eru 4 úr Fólkaflokkinum, 2 úr
Miðflokkinum, 3 úr Sambands
flokkinum, 1 úr Sjálvstýrinum og
1 úr Tjóðveldi.
Av teimum sum svara »nei« er 1
úr Fólkaflokkinum, 2 úr Framsókn,
7 úr Javnaðarflokkinum, 1 úr Sam
bandsflokkinum og 2 úr Tjóðveldi.
Tá vit spurdu, um føroysk
sendistova skal setast á stovn í
Jerusalem er svarið enn greiðari:
»Ja« svara 1 úr Fólkaflokkin, 1
úr Sjálvstýrisflokkinum og 2 úr
Miðflokkinum.
»Nei« svara 1 úr Fólkaflokk
inum, 2 úr Framsókn, 7 úr Javn
aðarflokkinum, 2 úr Sambands
flokkinum og 5 úr Tjóðveldi.
Út frá hesum kann staðfestast,
at føroysk sendistova hvørki verð
ur sett á stovn í Jerusalem ella
aðrastaðni í Ísrael – hóast tað
stendur í samgonguskjalinum.
Fólkaflokkurin hevur
viðurkent Jerusalem
sum høvuðsstað
Hóskvøldið 7. desember í
2017 boðaði Fólkaflokkurin
alment frá, at flokkurin tekur
undir við, at Jerusalem verður
viðurkendur høvuðsstaður í
Jerusalem. Tá sendi flokkurin
út soljóðandi tíðindaskriv:
»Viðurkennið Jerusalem
sum høvuðsstað
Fólkaflokkurin boðar við
hesum alment frá, at vit
fegnast um og taka undir við, at
Jerusalem verður viðurkendur
sum høvuðsstaður Ísraels.
Jerusalem verður nevndur
6-700 ferðir í gamla og nýggja
testamenti, hevur verið heilagi
staðurin hja Ísraels fólki
síðan ísraelski staturin varð
stovnaður og viðurkendur av
ST í 1948, hjá jødum allar tíðir
og hjá kristnum fólki kring
allan heim í 2.000 ár.
Býurin verður als ikki
nevndur í Koranini og er tí ikki
søgulig ogn hjá palestinum, so
sum muslimar halda uppá.
Í ár eru 50 ár, síðan Jerusalem
aftur gjørdist hart vunna ogn
hjá statinum Ísrael og ísraels
fólki í 6-daga krígnum 1967.
Fólkaflokkurin
vónar,
at ikki bert USA, men eisini
onnur av heimsins londum
viðurkenna Jerusalem sum
høvuðsstað Ísraels og vinda
síni tjóðarfløgg í húnar hátt
yvir sínum sendistovum í
Jerusalem, søguliga og tískil
náttúrliga høvuðsstaði Ísraels
Fólkaflokkurin«
Hatta merkir
at Føroya loysa
frá Danmark
– Um landsstýrið meinar
hatta í álvara, so merkir tað
avtøku av ríkisfelagsskapinum,
sigur Hans Engell, politiskur
viðmerkjari í Danmark
EIRIKUR LINDENSKOV
– Hatta málið hevur ikki fylt
so nógv í donskum miðlum,
og politiskt hevur tað ikki
fingið so nógvar viðmerkingar.
Okkara uttanríkisráðharrri,
Jeppe Koefod, hevur víst til
komandi samrøður við før
oyska landsstýrið, men annars
ikki gjørt so nógv burtur úr
málinum, sigur Hans Engell,
sum er fyrrverandi fólkatings
maður, ráðharri og formaður í
Konservativa Fólkaflokkinum.
Nú er hann ein av fremstu pol
itisku viðmerkjarunum í Dan
mark.
– Fyri at siga tað akkurát
sum tað er, so haldi eg, at
hvørki danskir politikarar ella
tíðndafólk hava tikið hendan
boðskapin frá landsstýris
manninum í álvara, sigur Hans
Engell.
Hann vísir víðari á, at ein slík
avgerð, sum at seta á stovn eina
føroyska sendistovu í Jerusal
em er í stríð við fleiri ST-sam
tyktir og í stríð við reglarnar
fyri ríkisfelagsskapin.
– So um føroyska landsstýrið
meinti hetta í álvara, so hevði
tað ført til avtøku av ríkis
felagsskapinum – og tað vildi í
tí føri verið ein føroysk avgerð,
sigur Hans Engell
Viðurkennið Jerusalem sum
høvuðsstað
Fólkaflokkurin boðar við hesum alment frá, at vit fegnast um og taka undir
J
l
ð
ið
k
d
h
ð
t ð
Í
l