Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 8 FRANTS JENSEN S tøðan í Ísrael, bæði á ísraelsk­um og pale­ stinsk­um øki, kann tykjast rættiliga fløkjas­ lig fyri tey flestu – tá ið hugsað verður søguliga, mentanarliga, átrúnaðarliga, politiskt og hernaðarliga. Og sjálvt tá ið fakta skal lýsast, eru partarnir og eygleiðararnir langt frá altíð samdir um, hvat er hent, og hvørji orð skulu nýtast at lýsa støðuna. Her skulu vit koma inn á nøkur av hesum málunum. Men við avmarkaðum plássi er ikki møguleiki at venda øllum. ST samtykt Tjóðin Ísrael, sum er á stødd við Jútland í Danmark, varð stovnað 14. mai 1948. Tað var stutt eftir, at lívið varð tikið av seks milliónum jødum undir seinna heimsbardaga. Jødarnir høvdu tá ikki havt nakað land í næstan 1900 ár. Ístaðin høvdu teir búð í nógvum ymiskum londum kring heimin – ofta í ghettum. Frá seinast í 19. øld strongdu sionistar á at fáa sítt egna land. Eftir seinna heimsbardaga varð hetta eitt stórt politiskt mál, at jødarnir, sum eftir vóru – umleið 10,6 milliónir – nú máttu fáa eitt land at liva í. Tað endaði við, at ST 29. november í 1947 við teprum meiriluta samtykti, at landið, sum tá varð kallað Palestina, varð býtt í eina jødiska og eina arábiska tjóð. Jerúsalem og Betlehem skuldu vera eitt al­ tjóða øki, sum ST skuldi hava um­sjón við. Balfour-fráboðanin Fram til fyrra heimsbardaga hevði Turkaland ræði á Pale­ stina, men eftir tað fekk Stóra Bret­land ræði. Landið varð eisini kallað Transjordan. Í 1917 sendi bretski uttan­ ríkis­ráðharrin, Balfour, út eina frá­boðan, ið seinni varð kallað Balfour-fráboðanin. Í henni stóð millum annað: “Hansara hátign, stjórnin sær við vælvilja, at tað í Palestina verður skipað eitt land fyri jød­ iska fólkið, og vil gera sítt ítasta fyri at fremja hetta í verki. Men tað má vera greitt, at einki skal gerast, sum kann skaða sivil og átrúnaðarlig rættindi hjá ikki- jødiskum samfelagi í Palestina, og heldur ikki rættindi og politiskan status hjá jødum, ið búgva í øðrum londum”. Í 1922 varð henda fráboðanin góðkend og undirskrivað av øll­ um 52 limalondunum í Fólka­ sam­fundinum. Sama ár var Transjordan skipað í tvey. 75 prosent av landi­num kom at eita Jordan og varð skipað sum emirat. Tað er núverandi Jordan. Stóra Bret­ land hevði sostatt nú bara ræði á 25 prosentum av uppruna øki­num. Hetta økið varð kallað Pale­stina. Balfour-fráboðanin varð ongan­tíð sett í verk, og í 1948 tók Stóra Bretland seg úr Palestina. Palestina Í Palestina høvdu palestinar og onnur búð í 1900 ár, eftir at teir allar flestu jødarnir vórðu riknir út úr gamla jødiska landa­ økinum. Ein stórur partur av landinum var vorðin oyði­mørk, og aðrastaðni var stórt mýru­ lendi. Frá seinast í 1800 talinum høvdu jødar keypt smá landaøki í Palestina. Teir stovnaðu kibbutzir (smá bygdasamfeløg), dýrkaðu jørðina, og livdu í flestu førum í sátt og semju við sínar arábisku grannar. Kríggj Sama dag, sum Ísrael varð stovnað, brast kríggj á. Øll granna­londini hjá Ísrael lupu á nýstovnaða landið. Landa­ økið, sum Ísrael hevði fingið tillutað, var mest fram við Miðjarðarhavinum umframt Negev oyðimørkini. Tá búðu umleið 650.000 jødar í Ísrael. Kríggið endaði við eini vápna­ hvíld í 1949, og landa­mørk vórðu sett, júst har her­fólk­ini stóðu. Ísrael vaks í ferkilometrum, og meginparturin av tí, sum eftir ætlan skuldi vera ein arábiskur statur, varð tikið av Jordan. Her var serliga talan um Sámária og Júdea, sum í dag verður kallað Vestari áarbakki. Flóttafólk Í landaøkinum, Ísrael fekk til­lutað í 1948, búðu nógvir arábar­ar. Teir høvdu búð har í øld­ir. Fyrsti ísraelski for­sætis­ ráð­harrin, David Ben Gurion, heitti á arábararnar í økinum um at verða búgvandi, og segði við teir, at jødar og arábarar skuldu búgva í frið lið um lið. Men nógvir av teimum rýmdu og fluttu til Vestara áarbakka, sum tá varð undir Jordan. Nakrir vórðu tó verandi. At nógvir av arábarunum fluttu, hevur eisini sína orsøk í, at leiðararnir í arábisku lond­ unum runt Ísrael heittu á ára­ biska fólkið um at flyta, “til teir høvdu rikið Ísrael út í Mið­jarðar­ havið”, og so kundu tey venda aftur. Fleiri av hesum fólkunum hava livað í flóttafólkalegum ymsa­staðni á Vestara áarbakka. Í dag eru tað í fleiri førum triðja ella fjórða ættarliðið, ið vekstur upp í hesum flóttafólkalegunum. Kríggj og ófriður Fleiri kríggj hava verið millum Ísrael og arábisku grannalondini, síðani Ísrael varð stovnað í 1948. Tey kendastu eru Seksdaga- krígg­ið í 1967 og Yom kippur- krígg­ið í 1973. Í krígnum í 1967 tók Ísrael allan Vestara áarbakka, Golan herð­urnar, Gaza og Sinai hálv­ oynna. Sinai hálvoyggin varð seinni­ latin aftur til Egyptaland. Egyptar fingu eisini bjóðað Gaza, men vildu ikki taka av. Golan herðurnar og Vestari áarbakki og Gaza hava síðani verið undir lutvísum ræðisrætti hjá Ísrael. Roynt hevur verið frá ymiskum pørtum at fáa frið millum Ísrael og grannalondini. Í nøkrum førum er tað eydnast, tí friðaravtala er gjørd millum Ísrael og Egyptaland í 1979 og millum Ísrael og Jordan í 1994. BAKGRUND: ÍSRAEL – EITT ÍSRAEL – EITT LAND LAND FLEIRI VILJA FLEIRI VILJA HAVA RÆTTIN TIL HAVA RÆTTIN TIL Síðani ABH samgongan varð skipað 14. september, er eitt av málunum, ið hevur fingið drúgva umrøðu, møgulig føroysk sendistova í Ísrael. Og serliga um hon skal staðsetast í Tel Aviv ella í Jerúsalem. Í hesi greinini verður kagað í søguna og hvørji stríð eru og hava verið í hesum lítla landinum Býtisætlan hjá ST í 1947 Mynd: Søgan um jødarnar, Sonne Smith