hósdagur 21. november 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
9
PLO
PLO (Palestinski frælsisfelags
skapurin) varð stovnaður í
1964. Nøkur fá ár seinni gjørdist
Yasser Arafat oddamaður.
Felagsskapurin helt fyrst til
í grannalondunum hjá Ísrael,
millum annað í Libanon, men
hann kom seinni at halda til á
Vestara áarbakka og í Gaza. Í
1988 boðaði Yasser Arafat frá, at
palestinar skuldu hava egnan
stat, og at Jerúsalem skuldi vera
høvuðsstaður.
Í 2015 høvdu 137 at teimum 193
limalondunum hjá ST formliga
viðurkent Palestina, meðan
Ísrael og flestu av londunum í
vesturheimium hava ikki.
Í nógv ár var PLO ein yvir
gangsfelagsskapur,
men
seinni gjørdist hann meira ein
politiskur felagsskapur. Í 1993
var tann sokallaða Oslo-avtalan
gjørd, har palestinar millum
annað fingu avmarkað sjálvstýri
á Vestara áarabakka og í Gaza.
Fleiri friðartingingar hava
verið millum PLO og Ísrael. Fleiri
onnur lond hava eisini verið við
í friðartingingunum. Einaferð
var tætt við, at friðaravtala
varð gjørd millum Ísrael og PLO.
Semja var um tað mesta, men
semja fekst ikki um Jerúsalem,
sum báðir partar vildu hava til
høvuðsstað í sínum egna landi.
Múrurin
Í nýggjari tíð hava verið tvær
intifadair, sum er palestinskur
uppreistur.
Fyrst í hesi øldini tóku fleiri
palestinar sítt egna lív sum
sjálvmorðsbumbufólk í jødisk
um marknaðum, bussum, mat
stovum og aðrastaðni, har jødar
savnaðust. Tað endaði við, at
jødar settu upp ein múr við
píkatráði í fleiri økjum millum
Vestara áarbakka og Ísrael.
Talan er um múr í parti av
hesum økinum, annars er talan
um hegn við píkatráði.
Ísraelsk herfólk hava vápnað
eftirlit á fleiri støðum millum
Ísrael og Vestara áarbakka, og
palestinar kunnu standa í bíði
røð í langa tíð hvønn dag fyri
at sleppa ígjøgnum til Ísrael at
arbeiða. Ísraelar ferðast ikki
nógv øvutan veg.
Politikkur – Fatah
og Hamas
Fólkið á Vestara áarbakka og í
Gaza hava fingið lutvíst sjálv
stýri. Tað eru bólkarnir Hamas
og Fatah, ið eru teir ráðandi
politiskt. Hamas, ið verður
roknað sum meira harðrendur,
hevur ræðið í Gaza, og Fatah, ið
ikki verður roknað at verða so
harðrendur sum Hamas, hevur
ræðið á Vestara áarbakka.
Ísrael er einasta fólkaræði
í Miðeystri. Seinastu 13 árini
hevur tann høgravendi Benja
min Netanyahu sitið sum for
sætisráðharri. Tvey val hava
verið í Ísrael í ár, í apríl og sep
tember, og Netanyahu hevur mist
meirilutan. Tað er ikki eydnast
nøkrum at skipa nýggja stjórn,
og væntað verður nú, at ísraelar
mugu á val aftur um ikki langa tíð.
Rakettir
Ísrael tók seg aftur úr Gaza
í 2005. Eftir tað hava fólk í
Suðurísrael, sum búgva tætt
við markið til Gaza, upplivað
regluliga at rakettir eru skotnar
úr Gaza inn í Ísrael. Bæði børn
og vaksin mugu ofta flýggja í
bumbuskýli, tá ið alarmar fara
í gongd, og í tíðarskeiðum sova
tey eisini í bumbuskýlunum.
Rakettir eru eisini skotnar úr
Libanon inn í Ísrael. Flestu av
rakettunum eru skotnar niður
av ísraelsku verjuskipanini.
Ísrael hevur eisini lopið á mál
í Gaza á Vestara áarbakka og
aðrastaðni, og bæði sivilfólk og
hernaðarfólk eru deyð ella hava
fingið skaða.
Ísraelskar búsetingar
Í fleiri ár hevur Ísrael stovnað
jødiskar búsetingar ymsastaðni
á Vestara áarbakka. Ísrael sigur,
at hetta er tað gamla bíbilska
landið, sum Gud hevði lovað
Ábrahami, Ísaki og Jákupi, og at
teir sum jødar í dag, tí hava rætt
at búgva á hesum støðunum.
Palestinarar siga hinvegin, at
her hava teirra forfedrar búð í
nógvar, nógvar øldir, og tí er tað
teir, ið hava rættin á sínari síðu,
at búgva her.
Ísraelsku búsetingarnar hava
verið eitt av stóru evnunum í
teimum ymisku friðartingunum,
ið hava verið.
Í Ísrael búgva ikki bara jødar.
Har búgva eisini nógvir ísraelsk
ir arábarar. Tí kann ein ofta upp
liva, tá ið ein er í Ísrael, at koyra
framvið einari jødiskari bygd,
síðani eini arábiskari, og síðani
aftur eini jødiskari.
Fólkini í flestu av hesum
bygdunum liva í sátt og semju
hvør við annan. Hesi hava
ísraelskt pass og javnrættindi.
Í Ísrael búgva umleið 8,7
milliónir fólk, (tá eru arábisku
ísraelarnir tiknir við). Á
palestinskum øki búgva umleið
4,8 milliónir fólk.
Retorikkur
Retorikkurin hevur verið og er
sterkur frá báðum síðum. Út
sagnir, sum at “Ísrael skal strik
ast av landakortinum”, og at
“Jerúsalem er okkara gudgivni
og ævigi høvuðsstaður”, hava
verið nógv nýtt.
Sum greitt frá her, eru nógvar
ymiskar ósemjur, men ein
av størstu spurningunum, er
Jerúsalem, ið báðir partar vilja
hava til høvuðsstað.
Í hesi greinini hava vit bara
nortið við nakrar av mótsetn
ingunum og tvístøðunum, sum
eru í landinum. Til ber at lesa
meira á netinum, og fleiri bøkur
eru eisini um evnið.
Ísrael í dag
Mynd: Søgan um jødarnar, Sonne Smith
Tel Aviv er ein nýggjur býur,
ið varð bygdur fyrst í 20. øld
norðanfyri gamla bíbilska
býin Joppe (Jaffa). Umleið
452.000 fólk búgva í býnum,
men við forstøðunum er talið
1,4 millión.
Tel Aviv er ein havnabýur,
men er serliga kendur sum
ein feriustaður við nógvari
sól og kilometum av góðari
sandstrond, handilsgøtum og
øllum tilboðum, sum stórbýir
í Vesturevropa hava.
Tel Aviv er eisini kendur
sum ein býur, ið er sera
frammarlaga innan tøkni.
Í skemti verður sagt, at í
Jerúsalem tilbiðja fólk, í Haifa
arbeiða tey og í Tel Aviv festa
tey.
Jerúsalem gjørdist kendur, tá
ið Dávid kongur tók býin frá
jebusittum fyri umleið 3000
árum síðani. Sonur Dávid,
Sálomon, bygdi templið í
býnum, og býurin hevur
síðani verið ein staður, sum
hevur verið miðdepil fyri
gudsdýrkanini hjá jødunum.
Jødar skuldu til dømis
tríggjar ferðir árliga savnast
í Jerúsalem á teimum stóru
jødisku hátíðunum.
Navnið Jerúsalem merkið
“friðarbýurin”, men tað eru tó
fáir býir í øllum heiminum, ið
hava upplivað so nógvan ófrið.
Allar tíðir hevur nógv stríð
verið um býin, og hann er fleiri
ferðir javnaður við jørðina
og síðani bygdur upp aftur.
Jødiska templið er brotið
niður og bygt uppaftur, men
síðani tað seinnu ferð varð
brent og brotið niður í ár 70
e.Kr., er tað ikki bygt uppaftur.
Í sjeyndu øld bygdu
muslimar kendu Kletta-
moskuna á staðnum, har
jødiska templið áður stóð,
og har stendur moskan enn.
Muslimar siga, at Jerúsalem
er triðheilagasti býur teirra,
eftir Mekka og Medina.
Jerúsalem liggur á 800
metrar hædd uppi á einum
fjallaryggi. Múrur hevur øll
árini verið rundan um býin,
men hann er víðkaður fleiri
ferðir.
Í 1800-talinum varð byrjað
at byggja uttanfyri múrin, og
í dag búgva nógv teir flestu
íbúgvararnir, sum eru 920.000
í tali, uttanfyri múrin.
Í vestara parti av Jerúsalem
búgva í høvuðsheitum jødar,
meðan arábarar búgva í
Eysturjerúsalem.
Jerúsalem er merktur av at
vera ein átrúnaðarligur býur.
Hann er heilagasti býurin
hjá jødum og kristnum og
triðheilagasti hjá muslimum.
Jerúsalem er høvuðsstaður
í Ísrael, og Knesset (ísraelska
tjóðartingið) og stjórnin halda
til í býnum.
Tel Aviv
Jerúsalem
Tel Aviv er ein feriubýur við nógvum góðum sandstrondum
Jerúsalem við útsýni frá Oljufjallinum