hósdagur 21. november 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
10
FRANTS JENSEN
H
ans Pauli Henryson
er ikki akademikari,
sum
fleiri
aðrir
almennir stjórar,
men hann hevur hinvegin
nógvar lívs- og leiðsluroyndir
frá veruliga lívinum. Hóast hann
hevur saðlað um frá lívinum á
brúnni á einum skipi til at sita
sum ovasti leiðari á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, so heldur hann tó
ikki, at tað er so ólíkt.
– Sjúkrahúsið er sjálvandi ein
heilt annar heimur enn tað, eg
havi verið vanur við. Men eg havi
verið leiðari í nógv ár, og hetta
starvið er eisini at vera leiðari.
So eg kann brúka mínar royndir,
sigur Hans Pauli Henryson.
Tekur longri tíð
Hann ásannar tó, at munur er á
at vera leiðari umborð á einum
skip og so á einum sjúkrahúsi.
– Tað gekk nógv skjótari fyri
seg umborð. Tá ið eg gav eini boð,
gingu tveir minuttir, so var tað
gjørt. Nú gongur nógv longri tíð
til ein avgerð verður til veruleika.
Alt skal gjøgnum nógvar kanalir,
og tí er ofta langt til handling.
Eg eri bráður av lyndi, men eg
eri eisini realistiskur og veit, at
viðurskifti mugu viðgerast væl,
áðrenn tey skulu blíva til veru
leika. Onkuntíð sakni eg skjót
leikan, men eg veit, at mál skulu
viðgerast av nógvum pørtum.
Umborð var øðrvísi, har var eg
einaráðandi, sigur Hans Pauli
Henryson.
Sjólívið
Tað er sjólívið, ið hevur verið
lívsstarvið hjá nýggja stjóra
num. Sum 16 ára gamal, eftir
fólkaskúlan, fór hann til skips.
Hann sigldi í trý ár, millum
annað við Anitu og Rankanum.
Hann fór síðani á sjómansskúla
og fekk sær útbúgving sum
skipsførari.
Eftir hetta fór hann at sigla
við skipum hjá Maersk. Hann
hevur siglt kring allan heimin,
og eisini ført nøkur av størstu
skipunum hjá felagnum. Hann
hevur eisini verið við og havt
eftirlit, tá ið nýggj skip eru bygd
í Singapor.
Í 2011 skifti hann reiðarí og fór
at sigla við Skansa Offshore. Har
hevur hann ført Sæborg, Tórs
borg og Kongsborg.
Starvsfólkini brenna
fyri sjúkrahúsinum
Tá ið nýggi sjúkrahússtjórin
byrjaði í arbeiðinum 1. august í
ár, trein hann sostatt inn á eitt
heilt nýtt øki, sum hann hevði
avmarkaða vitan um framman
undan.
– Eg fekk eina sera góða
og jaliga móttøku. Eg merkti
beinanvegin, at starvsfólkini
ganga høgt upp í sítt arbeiði,
og at tey ynskja at veita eina
góða tænastu. Tey hava eisini
verið sera hjálpsom og sett
meg inn í ymisk viðurskifti á
sjúkrahúsinum. Tá ið hetta er
hugburðurin, so eru vit komin
langt á veg, og tað seti eg eina
æru í, sigur Hans Pauli Henry
son.
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt
miðalstórt arbeiðspláss við 110
starvsfólkum. Stjórin vísir á, at
tað eru dugnalig starvsfólk við
nógvum royndum, og at hann
lurtar eftir teirra sjónarmiðum.
Skulu kenna okkum trygg
Nýggi sjúkrahússtjórin brennur
sjálvur fyri Suðuroyar Sjúkra
húsi.
– Tað er ikki soleiðis, at um
sóknin varð skrivað, uttan at eg
hevði hugsað meg um framman
undan. Eg hevði sæð lýsingina
eftir nýggjum stjóra og tankin
kom beinanvegin, at hetta kundi
vera spennandi. Men so hevði
eg lagt tað til síðis. Men tá ið
meistarin minti meg á tað, so
valdi eg at handla. Eg visti, at
neyðugt var ikki at vera lækni
ella heilsustarvsfólk fyri at vera
stjóri. Eg hevði leiðsluroyndir,
og tað var leiðari, sum søkt varð
eftir. Eg var sera fegin um at fáa
starvið, sigur hann.
– Suðuroyar Sjúkrahús hevur
sera nógv at siga fyri okkum
suðuroyingar. Vit eru góðir við
sjúkrahúsið, og eg ynski eisini
at gera alt, sum stendur í mínari
megi, at vit framvegis kunnu
hava eitt gott sjúkrahús, so at
vit kunnu kenna okkum trygg
og fáa góðar viðgerðir. Eg brenni
fyri sjúkrahúsinum, sigur Hans
Pauli Henryson.
Bráðfeingis sjúkrahús
Hann hevur næstan dagliga í
sínum 57 ára gamla lívi – tá ið
hann hevur verið heima – gingið
framvið Suðuroyar Sjúkrahúsi,
tí at hann býr í grannalagnum.
– Eg hava tó verið skánaður
og havi ikki havt nógv ørindi
á sjúkrahúsinum. Men eg veit,
hvussu nógv sjúkrahúsið hevur
at týða fyri okkum, ið búgva í
Suðuroynni. Tað er sera týdn
ingarmikið, at vit eisini í fram
tíðini hava eitt vælvirkandi
bráðfeingis sjúkrahús her í
oynni. Vit eru til tíðir avskorin
frá restini av Føroyum vegna
veður ella av øðrum orsøkum,
og tí hevur hetta sera nógv at
siga, sigur hann.
Væl útgjørt sjúkrahús
Eitt av tí, sum Suðuroyar Sjúkra
hús eisini er kent fyri, er pínu
klinikkin. Serlækni er á økinum,
og sjúklingar úr øllum landinum
fara til Suðuroyar at fáa viðgerð.
– Sum nú er, eru um 200
sjúklingar knýttir at pínu
klinikkini, og merkir hetta, at
bíðitíðin er umleið tveir mánaðir
í mun til, at bíðitíðin, eitt nú í
Danmark, kann verða heilt upp
í trý ár.
Men sjúkrahúsið hevur eisini
nógv annað at bjóða.
– Vit eru eitt bráðfeingis
sjúkrahús, samstundis sum vit
bjóða viðgerð innan urologi,
plastkirurgi, kardiologi og orto
pedi. Sum einasta sjúkrahús í
landinum kunnu vit bjóða laser
viðgerð av nýrasteinum í øllum
landræsinum. Fólk úr øllum
landinum hava fingið viðgerð við
nýrasteinsknúsaranum og lata
hesi væl at. Afturmeldingarnar,
ið vit hava fingið, hava verið
sera positivar, sigur Hans Pauli
Henryson.
– Vit hava eisini aðrar dugna
ligar læknar, ið eru knýttir at
sjúkrahúsinum. Vit hava røktar
starvsfólk, ið útbúgva seg meira
innan ymiskar sergreinar, sigur
hann.
Hann vísir eisini á, at tey á
Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini
hava førleikar til ymiskar aðrar
viðgerðir og røkt av øðrum slag.
Eitt nú til brokk skurðviðgerðir.
– Á einum lítlum sjúkrahúsi
hava vit ikki møguleika at
bjóða allar viðgerðir. Vit eru
eitt bráðfeingis sjúkrahús, ið
eisini kann veita fleiri tilboð
av ymiskum viðgerðum. Men
vit kunnu útnytta førleikarnar
og orkuna enn betri við meiri
PERSÓNSSØGA:
– Eg var umborð, tá ið meistarin spyr meg, um
eg hevði søkt starvið. Eg segði nei. Hann segði so,
at freistin er úti í dag. Tá fór eg upp á brúnna,
skrivaði umsóknina og sendi, sigur Hans Pauli
Henryson, nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
SKIPARIN
SKIPARIN
SUM GJØRDIST
SUM GJØRDIST
SJÚKRA
SJÚKRA
HÚSSTJÓRI
HÚSSTJÓRI
Eg eri bráður av
lyndi, men eg eri
eisini realistiskur
og veit, at
viðurskifti mugu
viðgerast væl,
áðrenn tey skulu
blíva til veruleika