hósdagur 21. november 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
11
T
íðliga í ár varð eitt
stórt ynski hjá Suð
uroyar Sjúkrahúsi
gingið á møti. Tað
var, tá ið tey loksins fingu ein
skannara, sum tey hava ynskt
sær í langa tíð.
Men skannarin er ikki tikin
í nýtslu enn. Ætlanin var, at
skannarin fyrstu tíðina skuldi
rekast í samstarvi við serkøn
heilsustarvsfólk, radiografar,
á Landssjúkrahúsinum. Men
tað er ikki eydnast, tí tey hava
ikki arbeiðsorkuna til tað.
– Vit hava ikki nógvar
radiografar í Føroyum, og tí
fara vit nú at søkja uttanlands
eftir radiografum. Eg vóni,
at skannarin kann takast í
nýtslu fyrst í komandi ári.
Tað verður eitt stórt framstig,
tá ið vit fáa tikið skannaran
í nýtslu, sigur Hans Pauli
Henryson.
Skannarin fer at fáa av
gerandi týdning fyri sjúkling
ar í Suðuroy.
Suðuroyar
Sjúkrahús
sendir yvir 200 sjúklingar á
Landssjúkrahúsið um árið
til CT-skanningar. Í summum
førum meta læknarnir, at tað
er bráðneyðugt at fáa sjúku
greining, og tá mugu sjúkl
ingar sendast til Havnar við
tyrlu, viðhvørt í ringum veðri.
Skannarin, tey nú skulu
taka í nýtslu á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, nøktar 90 prosent
av øllum skanningum, tey
hava tørv á at gera. Og allir
hesir sjúklingarnir sleppa
nú undan at verða sendir til
Havnar, tí hereftir kunnu teir
skannast á Suðuroyar Sjúkra
húsi.
Fyrr í ár fekk Suðuroyar Sjúkrahús ein CT-
skannara. Hann hevur staðið óbrúktur, tí tað
hevur ikki eydnast at fáa radiografar í starv. Nú
verður eisini søkt eftir radiografum uttanlands
CT-skannari
manglar radiografar
samstarvi við hini sjúkrahúsini,
sigur hann
Felags visitatión
Leiðslan fyri øll trý sjúkrahúsini
er nýggj, og stjórarnir á teimum
trimum sjúkrahúsunum hava
møtst og tosað millum annað
um felags visitatión.
– Vit eru í einari tilgongd, og
eg vóni, at tað ikki fer at ganga
long tíð, til vit fáa skipað bíði
listarnar. Vit leggja upp til
tvørgangandi samstarv. Tað vil
siga, at um bíðilisti er á einum
sjúkrahúsi til ávísa viðgerð, so
tekur næsta sjúkrahús við. Tað
er hetta, vit mugu fáa skipað. Øll
kunnu vinna burturúr hesum,
sigur Hans Pauli Henryson.
Føðideildin er farin
til Havnar fyri well
Fyri nøkrum árum síðani varð
føðideildin á Suðuroyar Sjúkra
húsi niðurløgd, og allar barna
konur vórðu sendar til Havnar
at eiga. Nýggi sjúkrahússtjórin
ætlar ikki at fáa føðideildina
aftur til Suðuroyar.
– Tann avgerðin er tikin út
frá eini læknafakligari meting.
Tað fara vit ikki at broyta aftur.
Vit skulu heldur syrgja fyri, at
barnakonur fáa góðar umstøður
í Havn, tað vil millum annað
siga, at tær fáa íbúð at vera í í
Havn, og at vit upplýsa tær væl
um viðurskiftini, sigur sjúkra
hússtjórin.
Tað er tó hent nakrar ferðir,
at børn eru fødd í Suðuroy
síðstu árini.
– Onkuntíð gongur tað skjótt
fyri seg, og barnakonurnar náa
ikki at fara til Havnar. Men vit
eru eisini før fyri at hjálpa við
føðingum, tí at vit eru eitt bráð
feingis sjúkrahús, sigur hann.
Tvær
jarðarmøður
eru
knýttar til at Suðuroyar Sjúkra
húsi, og kanningar vera gjørdar
har.
100 prosent
Fyrrverandi stjórin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, sat
í stjórastarvinum í yvir 30 ár.
Nýggi stjórin er longu 57 ára
gamal og klárar tí ikki at vera
eins leingi í starvinum, sum
gamli stjórin.
– Tað er ringt at spáa um
framtíðina, og eg eri ikki harri
yvir øllum. Eg eri tó farin 100
prosent inn í uppgávuna, sigur
Hans Pauli Henryson.
Bát og summarhús
Hans Pauli Henryson er giftur
við Anitu Vibergsdóttir. Tey eiga
trý børn, sum eita Rókur, Rósa
og Viberg. Higartil hevur Hans
Pauli Henryson tveir abbasynir.
Tey búgva øll á Tvøroyri.
– Frítíðina nýti eg saman við
familjuni. Vit hava summarhús
og bát í Víkarbyrgi, og har dámar
mær væl at vera. Synirnir eru
sjómenn, so vit hava eisini nógv
felags áhugamál. Eg eri eisini
virkin í bátafelagnum Nadoddi
og vit hava seyð, so eg havi nógv
mikið at takast við, sigur Hans
Pauli Henryson.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Hans Pauli Henryson,
nýggi stjórin á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Mynd: Áki Bertholdsen
Um bíðilisti er á einum sjúkrahúsi til ávísa
viðgerð, so tekur næsta sjúkrahús við. Tað er
hetta, vit mugu fáa skipað