Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 12 Hvat eru eini siðbundin føroysk jól, og hvussu eru jólini broytt gjøgnum árini? Hesar spurningarnar hava vit sett fólkalívsfrøðingunum Jóan Paula Joensen og Eyðuni Andreassen. Teir báðir eru samdir um, at nakrar serføroyskar jólasiðvenjur eru millum føroyingar, men teir viðurkenna eisini, at jólini eru í broyting og hava verið tað í fleiri ár PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO J ólini snúgva seg ikki bara um sjálva jólaaftan, tá mann situr við borðið og etur góðan mat. Fólka­lívs­ frøðingurin Jóan Pauli Joensen vísir á, at tíðin upp undir jólini eisini hevur týdning, tá mann skal tosa um siðvenjur á jólum, og her eru jólafrokostar ein stórur partur av tí. - Jólaborðhaldið byrjaði av álv­ ara at vinda upp á seg í 70’unum, tá arbeiðspláss byrjaðu at skipa fyri hesum. Nú er tað blivið til eina heila vinnu, og tað eru fleiri fyri­tøkur og fólk, sum skipa fyri og gera mat til jólaborðhald. Alt hetta er ein partur av jólunum, sum førir fram til tey familieru jól­ini, sum eru heima við hús. So jól­ini byrja í tí almenna, men so end­ar mann heima í tí privata, har jóla­dagarnir verða hildnir, greiðir Jóan Pauli Joensen frá. Drekka jól Annað jóladag loysir mann so upp aftur úr tí privata, tí tá fara nógv út í dans um kvøldið. At drekka og ballast um jóltíðir hevur altíð fastur táttur, men hetta er eisini broytt við tíðini. Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur, greiðir soleiðis frá: - Fyrr í tíðini var annað jóla­ kvøld eitt stórt kvøld fyri før­oysk­ an dans. Tey ymsu feløgini hava síðstu árini roynt at skipa fyri dansi annað jólakvøld, men ofta kemur ikki so nógv fólk longur, skilji eg á lagnum. Fólk eru kanska ikki liðug at halda jólini heima, sigur Eyðun Andreassen og for­ tel­ur víðari um tær sokallaðu jóla­ bygd­irnar, sum vóru í hæddini fyri nøkr­um árum síðani. - Fólk fóru til nakrar ávísar bygdir at halda jól og ball annað jóla­kvøld. Har varð dansað alla nátt­ina í teimum bygdum, har kirkja var. Tí so fóru fólk í kirkju um dagin, og um kvøldið fóru tey at ballast, sigur hann og fortelur víðari. - Jólini vardu so leingi. Tey blivu roknað heilt til 6. januar, sum jú er 13. dagur. Hetta var alt ein veitslutíð, og øll hendan vikan var ball. At fáa sær jóladrekka hevði øgiliga stóran týdning hjá summ­um, og tí áttu nógv ein løgg inni at bjóða. Eitt kent niðurlag sig­ur: "Gud man ráða, hvar vit drekk­a onnur jól", sigur Eyðun Andreas­sen. Fiskur og dunna Tað er sera ymiskt, hvussu og hvat føroyingar eta á jólum. - Fyrr var jólaaftan ikki tað stóra døgurðakvøldið, men nú tey seinastu árini er jólaaftan blivið tann heilt stóri dagurin við góð­um mati sum gás ella dunnu. Fyrr var størsti jóladøgurðin jóla­ dag, men hesin dagurin hevur ikki sama leiklut hjá øllum í dag. Nú eta summi bara restir fyrsta jóla­ dag. Men tað er ymiskt, hvussu fólk velja at gera, og hvat fólk eta á jólum. Summi eta ræstan fisk jólaaftan, og so eta tey ein størri jóladøgurða fyrsta jóladag. Annað jóladag kann tað til dømis ofta vera ræst kjøt, fortelur Jóan Pauli Joensen. Eyðun Andreassen vísir eisini á siðvenjuna við at eta fisk jóla­ aft­an, og hetta hava føroyingar gjørt leingi. - Fyrr var tað vanligt at fara á flot jólaaftan, um tað viðraði, tí so kundi mann fáa feskan fisk til jólar. Men soleiðis er tað ikki í dag upp á sama máta, hóast fleiri í dag enn eta fisk jólaaftan, sigur Eyðun Andreassen. Hann sigur eisini, at tað hjá summum er vanligt at eta speril jólaaftan, og summi eta tveir rættir um dagin. Jólatrøll og jólaskip Eitt eyðkenni við jólunum fyrr var, at mann ansaði eftir ikki at fáa "jólatrøll". - Um mann var byrjaður uppá okk­urt arbeiði, men ikki bleiv liðugur við tað áðrenn jól, so kall­aði mann tað fyri jólatrøll. Tað kundi til dømis vera, at ein kona var í holt við at binda eina troyggju, sum hon ikki fekk lidna áðrenn jól; so var troyggjan bliv­ in til jólatrøll, segði mann. Tað var sjálv­andi eitt sindur av discipl­in­ er­ing í tí, so fólk kundu gera sítt ar­beiði skjótt, fortelur Eyðun Andreas­sen og leggur aftrat, at tað í dag eru fleiri, sum enn snakka um jólatrøll. Broytingin við jólum sæst eis­ ini aftur í kirkjugongdini. - Jólaaftan varð næstan ikki farið í kirkju fyrr. Tá fór mann í kirkju jóladag- og kvøld. Men nú er jóla­aftan líka stórur kirkjudagur sum jóladagur, í øllum førum í Havn­ini, sigur Jóan Pauli Joensen og nevnir eina broyting aftrat: TEMA: Jólini nærkast Jólini nærkast FØROYSK JÓL N At eta eina rúgvu av karamellum á jólum hoyrir til føroysku jólini