Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 13 - Tá eg var smádrongur, vóru nógv av hesum natúrligu stearin­ ljós­unum, sum stóðu í ljósastakum á jólum. Men tað sær mann ikki so nógv longur, sigur Jóan Pauli Joensen. Eyðun Andreassen minnist aftur á tíðina við teimum hugna­ ligu jólaskipunum. - Líka upp til 60'ini varð tað gjørt serliga nógv burturúr, tá skip­ini komu úr útlondunum til Føroya á jólum. Mann kallaði tey jólaskipini. Tey komu við ein­um jóla­træi, sum lýsti ovast í mastr­ ini, og í Havn stóðu horn­ork­est­ur á kaiini og blástu jólaløg. Tað var øgiliga festligt, og har var sera góður stemningur. Øll tusk­aðu oman á kaiina at hyggja, tá jóla­ skipið kom. Tað setti ein serligan dám á jólini. Jólini eru blivin kommersiell Øll kenna til tað árliga jóla­gávu­ resið, tá tað ræður um at finna røttu gávuna til øll tey, mann nú eina­ferð ynskir at gleða á jólum. Júst hetta er ein stórur partur av jólum, men tað er eisini nakað lutfalsliga nýtt. - Fyri eini 50-70 árum síðani fekk mann munandi smærri gáv­ ur. Nú eru gávurnar blivnar so stórar, og alt fleiri fólk geva hvørj­ um øðrum gávur, sigur Jóan Pauli Joen­sen. Hetta sæst eisini aftur á jóla­ søl­uni, sum kann tykjast størri og størri fyri hvørt ár. - Í mun til fyrr eru jólini í dag meira kommersiell. Tað er ein long fyrireikingartíð, har mann gear­ar fólk upp móti jólum við at fáa gávur og alt annað. So tað er eitt langt forspæl. Í granna­ lond­unum síggja vit til dømis, at handl­arnir byrja at pynta og selja jóla­kalendarar longu í oktober. Í Føroyum er tað ikki so ringt, men tað kemur meira spakuliga, sig­ ur Jóan Pauli Joensen, og Eyðun Andreas­sen tekur undir við hon­ um. - Jólini eru blivin ein penga­ mask­ina fyri handlarnar, sigur Eyð­un Andreassen. Karamellurokið er serføroyskt Men tað er serliga eitt, ið sermerkir jólini í Føroyum í dag, heldur Jóan Pauli Joensen. - Tað er eitt øgiligt karamelluát, sigur hann og sipar til eyðkendu Quality Street og Cadbury Roses karamellurnar. - At eta eina rúgvu av karamell­ um á jólum hoyrir til føroysku jól­ini. Mann sær karamellur alla­ staðni, og mann fær næstan ikki farið inn í eina bensinstøð, uttan at karamellur liggja við kassan. Tað er nokkso serføroysk, hetta karamellu­rokið, sigur hann. - Tað er ikki so nógv aðrastaðni upp á sama máta. Tað er nokk komið aftaná kríggið, tá mann sigldi og keypti karamellur í Bret­ landi, og so er tað blivið føst sið­ venja síðan tá, sigur Jóan Pauli Joen­sen. NÚ OG TÁ ...nú er stund at gleða seg, tí jólini nærkast í hvørjum