Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 14 Hakkaðar mandlur Morlaði bomm Morlað sjokoláta Sukurkúlur Gull- og silvurstøv Perlusukur Bomm ella smarties …Og nógv, nógv annað Hugskot Klassiskar svenskar siropskakur UPPSKRIFT: á leið 300 stk 300 gram av smøri 2,5 dl av sukri 2,5 dl av brunfarin 1 dl av ljósum siropi 1 súpuskeið av malnum ingiferi 2 súpuskeið av malnum kaneli 1 súpuskeið av neliki 2 teskeiðir av kardamummu 1 súpuskeið av natron 2 dl av vatni 900 gram av hveitimjøli Mannagongd: Viga smørið í góðari tíð, so tað verður bleytt, áðrenn tú byrjar Koyr sukur og sirop í smørið og knoða saman við hondhvirlu ella rørikaskinu til deiggið verður glatt Koyr síðani ingifer, kanel, nelikur, kardamummu og natron í. Knoða saman til deiggið er glatt og koyr síðani vatnið í. Eftir tað skal mjølið latast úti so við og við inntil deiggið verður tjúkt. Knoða síðani deiggið saman á borðinum við hondunum. Pakka deiggið í film ella plastikk og legg í kuldaskápið í minst eitt døgn, áðrenn tað skal brúkast. Baking: Tak nakað av deigginum og rulla tað tunt út á borðið, har tú síðani skerur kakurnar út við ymiskum útskerarum. Nýt ein breiðan flatan knív til at flyta smákøkurnar av borðinum og yvir á bakiplátuna. Set ovnin á 200-225 stig og baka í á leið fimm minuttir. Eru køkurnar ov myrkar í botninum, so ber til at seta eina tóma bakiplátu undir plátuna við køkunum á. Flyt varliga køkurnar av plátuni og lat kølna á einum fløtum undirlagi. Minst til, at tær brotna lætt. Tjúkkur glasurur: Umleið 250 gram av melis Hvíta úr einum eggi ½ teskeið av sitrónsaft Rør saman og sproyta á køkurnar við sproytiposa TEMA: Jólini nærkast Jólabakstur saman við familjuni Jólini eru eisini familja, hugni, matur og drekka – og tí er bakstur ein sjálsøgd siðvenja hjá fleiri fyri jól. Og bakstur saman sum familja er enn betri J ólabakstur eigur ikki at verða stríð, strev og res. Nýt heldur tíðina saman við børnunum, og lat tey av­gerða, hvussu køkurnar verða for­maðar og prýddar. Tær jólaligastu og mest sjálvsøgdu smákøkurnar á jólum eru klass­isku svensku siropskøkurnar – og tað stutt­liga er, at tað væl ber til hjá børnum at vera við at rulla, forma og at prýða hesar væl­smakkandi jólakøkurnar. ANNIKA@SOSIALURIN.FO PREIÐ: Tað er eisini lekkurt við eitt sindur av hakkaðum mandlum í deigginum PREIÐ: Hesar eru lættar at rulla út, forma og leggja á bakiplátu, so tað er stak lætt hjá børnum at vera við PREIÐ: Siropskøkur verða lekkrari, um tær verða bakaðar á kaldar smurdar bakiplátur, hóast bakipappír eisini kann nýtast. Skalt tú gera hakk í køkurnar, soleiðis at tú kanst seta tær á ein góða kaffikopp, so má tað gerast, áðrenn tær verða bakaðar Skal eitt hol í køkurnar, soleiðis at eitt band kann koyrast ígjøgnum, so skal tað eisini gerast, áðrenn køkurnar verða bakaðar. PREIÐ: Tað er ikki neyðugt at prýða siropskøkurnar við glasuri, men tað pyntar um. PREIÐ: Koyr fruktliting í glasurin, um tú ynskir til dømis reyðar ella grønar jólalitir. til prýði: ANNIKA KUNOY IM