Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 15 Skáka tær undan saman­brestum á jólum Eftir hvørji jól upplivi eg, at fleiri familjur og pør seta seg í samband við meg fyri at fáa hjálp til at loysa ósemjur, sum hava stungið seg upp í jólafrítíðini, sigur sálarfrøðingur ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Á friðsæla stund… ella ikki altíð, tí hóast tað verður sungið og tosað um gleðiligar løtur við familju og vinum, so er tíðin undan og um jólini eisini merkt av strongd, væntanum og ja, samanbrestum. -Eftir hvørji jól upplivi eg, at fleiri familjur og pør seta seg í samband við meg fyri at fáa hjálp til at loysa ósemjur, sum hava stungið seg upp í jóla­ frí­tíðini. Jólini eru ein tíð við nógv­um væntanum, siðvenjum og ynskjum um nærleika og sam­veru, og verða ynskini ikki gingin á møti, so uppliva summar familjur samanbrestir, sigur Heidi Agerkvist, sálarfrøðingur við servitan í familjuráðgeving, við danska blaðið Vísindi, ið eisini kemur við fimm boðum um, hvussu vit sleppa undan saman­ brest­um á jólum 1 Tað er ikki neyðugt at gera alt Hóast tey flestu hava nógv at gera við at stákast til jóla, keypa gávur, fara til tiltøk og annað, sum eigur høgtíðini til, eru ráðini frá Teu Trillingsgaard, postdoc á Psyko­logisk Institut á Aarhus Uni­versiteti, at royna at lata vera við at gerast strongd. Tá vit ger­ ast strongd, so hugsa vit meir um okkum sjálvi og okkara egnu tørv­ ir, og vit klára ikki at síggja sjón­ ar­miðið hjá øðrum. Tá er lætt at bresta saman, greiðir hon frá. Tað eru mong, sum verða strongd av egnum væntanum. Bæði tey sjálvi og alt kring tey skal vera fullkomið, men eingin er fullkomin, og vit verða strongd av at liva upp til eitthvørt, sum er óveru­leikakent. 2 Ansa eftir at parlagið kemur trygt gjøgnum jólini Jólastrongdin kann ávirka par­ lagið, og tað eru serliga tveir egin­ leik­ar, ið eyðkenna eitt væleydnað parlag, sigur Tea Trillingsgaard. Eydnusom pør vísa hvørjum øðr­um meir uppmerksemi. Tey svara áheitanum frá hvørjum øðr­um við bræði og veita stuðul, tá annar er ovbyrjaður. Tað er ein fyri­munur at minnast til at geva mak­anum uppmerksemi um jól­ ini, hóast børnini og familjan eis­ ini krevja sítt. Ein annar eginleiki hjá pørum, sum halda saman er, at tey tosa var­liga og uttan ákæru um tingini. Tey royna at skilja sjónarmiðið hjá mak­anum og ikki bert kroysta sítt egna ígjøgnum, sigur sálar­frøð­ ing­urin. 3 Tosa saman í familjuni um væntanir Hevur onkur í familjuni ávís ynski um, hvussu jóladagarnir skulu skip­ast, so er best at tosa sam­an um tað áðrenn jólini verða hild­ in. Tað er gott at hava í huga, at øll ikki neyðturviliga hava somu ynski. Soleiðs forðar man sam­an­ stoyt­um og ansar eftir, at onkur ikki verður skuffaður, sig­ur Sven Mørch, lektari í sál­ar­frøði á uni­ versit­etinum í Keyp­manna­havn við Vísindi. 4 Børn skulu hava veruleikakendar væntanir til jólagávur - Jólagávurnar hjá børnunum kunnu verða skuffandi, tá tey hava alt ov høgar væntanir. Tað eru verri enn so allar familjur, sum klára at liva upp til hesar høgu væntanirnar fíggjarliga. Her eiga foreldur ábyrgd av, at børnini skilja, at tey ikki kunnu fáa alt, sig­ ur Sven Mørch. 5 Spyr børnini til ráðs Tað ber væl til at hava børn­ ini við, tá avgerðir skulu takast um, hvussu jólini skulu skip­ast. Tað snýr seg bert um at seta røttu karmarnar, sigur Sven Mørch. -Foreldur seta karmarnar fyri jólaætlanir, men tað er eitt gott hugskot at taka børnini við í avgerðini, so tey kenna, at tey hava verið við í avgerðunum um, hvat fer at henda. Somuleiðs ber eisini til at taka ommur og abb­ ar við í avgerðunum, og tey eiga sjálvsagt at vita, at tað sum børn­ ini ynskja ofta hevur størst týdn­ ing fyri foreldrini, sigur hann. Eisini skal man duga at um­ leggja seg, tá familjulimir leggjast aftr­at, og tá familjulimir fara, stað­ fest­ir Heidi Agerkvist, og leggur mill­um annað aftrat, at tað endar ofta illa, um ein er ov streiskur í sín­um hugsanum. Tá vit gerast strongd, so hugsa vit meir um okkum sjálvi og okkara egnu tørvir, og vit klára ikki at síggja sjónarmiðið hjá øðrum Tað endar ofta illa, um ein er ov streiskur í sínum hugsanum