hósdagur 21. november 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
16
TEMA: Jólini nærkast
Alma og Martin
Kjærbo hava
verið gift í 18
ár. Hann er úr
Klaksvík og
hon úr Filips
oyggjunum.
Tey hava fleiri
jól á baki saman
og hugleiða her
um munir og
felagseyðkenni
millum
mentanirnar
og jólasiðirnar
í londunum
báðum
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
H
eima hjá Almu og Mart
ini Kjærbo í Klaksvík
eru jólini sum blandað
bomm - hava tey sam
eint tað besta úr tveimum ment
anum. Tey seta jólatræið upp í
góðari tíð, og ganga ikki so øgiliga
høgt upp í, júst hvat tey eta á jól
um, bert tey eru saman sum fam
ilja.
- Eg sakni einki av tí siðbundna
føroyska. Kona mín er flutt til Før
oya úr Filipsoyggjunum, so tað er
ikki eg, sum spæli á útivølli. Eg
havi einki at grenja um, tí eg havi
alt, sum mær tørvar, og havi eg
hug til turran fisk, so fái eg fatur
á turrum fiski. Tað er lætt hjá
mær at laga meg eftir teimum
virðunum eftir 18 ár, sigur Martin
Kjærbo.
Á jólum eta Alma og Martin eitt
sindur av hvørjum. Onkuntíð eta
tey kalkun ella grilla marinerað
kjøt á spjóti. Jóladøgurðin skal
ikki neyðturviliga vera dunna.
Og er tað dunna, jamen, so er tað
duck de l'orange og ikki dunna við
eplum og sós.
Tó so plaga tey at gera rís a la
mande, seta tallerkarnar á borðið
og syngja, meðan tey flyta tallerk
arnar runt á borðinum. Nakað
sum vit kenna tað frá føroyskum
veitslum.
- Vit settu okkum fyri frá byrj
an av at kombinera eitt sindur av
báðum mentanunum á jólum, so
Alma ikki kendi seg so langt heim
anífrá, sigur hann.
- Vit seta nógvar rættir saman,
og eta ikki nógvan føroyskan mat.
Men í ár hava vit avgjørt, at vit eta
lambskjørt jólaaftan, sigur Martin
Kjærbo.
Tey greiða bæði frá, at soleiðis
hava jólini ment seg, og børnini
bæði halda eisini, at soleiðis eiga
jóladagarnir at vera. Hetta er
vorðið teirra egna siðvenja. Teirra
egnu sameindu jól.
Savna seg um familjuna
Alma og Martin siga bæði, at jóla
dagarnar nýta tey til at slappa av
og at vera saman við børnunum.
Tey plaga at vitja á grøvuni hjá
mammu Martin, hyggja at jóla
filmum, spæla borðspøl, gera jóla
prýði, baka siðbundnan føroyskan
jólabakstur og hugna sær saman.
Tað er ógjørligt at flyta eini
filipinsk jól til Føroya. Á Filips
oyggjunum byrja jólini longu
spakuliga í september, og so halda
tey á í fýra mánaðir. Í døgunum
16. – 23. desember fara flest øll í
kirkju hvønn tann einsata morg
un klokkan fýra. Hildið verður,
at møtir tú upp til hvørja guds
tænastu hesar dagarnar, so fært
tú eydnuna við tær og eitt ynski
uppfylt.
Eftir kirkjugongdina fara tey
ofta út á gøturnar at keypa okk
urt ábit í ein av mongu marknað
unum. Síðani seta tey seg í onkra
lund at eta smárættin og hugna
sær.
- Í Føroyum sakni eg hendan
mátan, sum tey duga at hugna sær
uppá, sigur Martin Kjærbo.
Ljósini blinka
Á Filipsoyggjunum byrja tey ikki
bara tíðliga at gerast jólalig. Tey
pynta eisni nógv meir við jólaprýði
og ljósi, enn vit gera í Føroyum.
Tá Martin og Alma komu saman,
keyptu tey tað mesta av prýðinum
á Filipsoyggjunum og tóku tað við
heim til Føroya.
- Tað blinkar óført, og serliga
fyrstu árini spurdu grannarnir,
hvar í verðini vit høvdu keypt
jólaprýði. Í dag hava vit væl minni
Samantvunnin jól
Filipooyggjarnar og Føroyar:
Kona mín er
flutt til Føroya
úr Filipsoyggj
unum, so tað
er ikki eg, sum
spæli á útivølli
Alma og Martin Kjærbo halda føroysk jól við filipinsku
kryddað við filipinskum traditiónum og mati