hósdagur 21. november 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
17
Í Filipsoyggjunum byrjar niðurteljingin til jóla
1. september. Niðurteljungin frá september til
desember er ein av týdningarmestu siðvenjunum
í landinum og kann óivað sigast at vera ein
av heimsins longstu høgtíðum. Jólahøgtíðin
byrjar so smátt frá september til desember
og endar triðju ella fjórðu vikuna í januar.
Í Filipsoyggjunum er jólaprýði er at
fáa í handlinum longu í august
Í Filipsoyggjunum siga flest allir íbúgvarnir
seg vera kristnir, og á leið 80 prosent av
teimum kristnu eru katolikkar. Hetta er ein
av høvuðsorsøkunum til, at jólini hava so
stóran týdning í filipinsku mentanini.
Í Filipsoyggjunum eru bert tvær veruligar
árstíðir: regn- og turrtíð. Desember mánaður
er ein av teimum kaldaru mánaðunum í
Filipsoyggjunum, tí hann er ímillum árstíðirnar.
Jólasiðir í Filipsoyggjunum eru ein blanding
av vesturlendskari og filipinskari mentan.
Kristindómurin kom til Filipsoyggjarnar í
1550unum, tá trúboðarar úr londum, so sum
Portugal og Spania vitjaðu í landinum. Bæði
jólamaðurin, jólatrø, jólakort og jólasangir
eru innflutt úr vesturheiminum, men á
filipsoyggjunum eru eisini jólatraditiónir,
ið eru siðbundnar filipinskar.
Ein siðbundin filipinsk jólatraditión verður
kallað “parol”. Tað er eitt bambus stong ella
rammi við eini ljósstjørnu í. Eftir gomlum siði
varð parol gjørt úr bambus strimlum og pappíri
í ymsum liti ella sellofan pappíri og ímyndaði
stjørnuna, ið vísti vísmonnunum veg. Tað er
best umtókta jólaprýði í Filiposoyggjunum.
Í Filipsoyggjunum er Jólaaftan ómetaliga
umráðandi, og fleiri eru vakin alla náttina til
1. jóladag. Jólaaftanskvøld fara fleiri í kirkju at
lurta eftir 'simbang gabi' ella messuni. Síðani
er gildi á midnátt, har fólk ganga húsagongd
og ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól.
Í Filipsoyggjunum eru átta høvuðsmál. Soleiðis
sigur tú gleðilig jól á hesum málunum:
Á Tagalog sigur tú 'Maligayang Pasko'; á
Ilonggo sigur tú 'Malipayon nga Pascua'; á
Sugbuhanon ella Cebuano sigur tú 'Maayong
Pasko'; á Bicolano sigur tú 'Maugmang Pasko' á
Pangalatok ella Pangasinense sigur tú 'Maabig
ya pasko' ella 'Magayagan inkianac'; og á
Warey Warey sigur tú 'Maupay Nga Pasko.'
Í Føroyum búgva 228 filipinarar, og tá eru
børnini, ið fødd eru í Føroyum ikki íroknaði
Visti tú?
av prýði, tí nú eri eg vorðin meir
føroysk og hann meir filipinskur,
flennir Alma Kjærbo.
- Fyrstu jólini eg helt í Føroyum,
setti eg jólatræið upp í november
mánaði. Martin helt, at tað var
alt ov tíðliga, sigur Alma Kjærbo
skemtiliga, og leggur aftrat, at
hon hvakk við, tá hon hoyrdi, at
traditionelt seta føroyingar ikki
træið upp fyrr enn beint áðrenn
jól.
- Okkara mentan kann læra
nógv av øðrum mentanum. Tær
eru ikki vandamiklar, sigur Martin
við einum skálkasmíli.
Gleðast um tíðina saman
Filipinarir ganga ómetaliga høgt
upp í jólini og gleðast saman um
høgtíðina. Hetta heldur Martin er
nakað, sum vit í Føroyum kunnu
læra av.
- Her heima hugsavna vit okk
um nógv um gávur, og tað virði
tær hava. Har yviri snýr tað seg
um at gleðast um tíðina saman og
tað, sum jólini umboða, tí landið er
djúpt katólskt, sigur hann.
Jólaaftan á Filipsoyggjunum
fara fleiri í kirkju at lurta eftir
messuni, og síðani hittast tey
seinni um kvøldið. Tey halda stóra
veitslu úti í heita og góða veðrin
um og eta eina stóra kvøldmáltíð
saman við á leið 10-12 rættum um
miðnátt. Síðani spæla tey spøl,
syngja og stuttleika sær.
- Vit plaga øll í familjuni at taka
ein rætt við hvør, og so hittast vit
hjá foreldrunum og halda veitslu,
sigur Alma Kjærbo.
Tvær ferðir hevur Martin hildið
jól á Filipsoyggjunum, og hann
heldur, at tað var eitt sindur løgi
at halda eini rokalig jól, tá hann
er vanur við, at jólini eru still og
friðarlig.
- Eg eri vanur við, at eg á jólum
taki mær av løttum og hyggi í bak
spegilin eina løtu. Har gleðast tey
um árið ið fór. Tað lítla, sum tey
hava fingið ella tað stóra, sum tey
hava upplivað. Her heima fara vit
meir inn í okkum sjálvi, meðan tey
har yviri gleðast saman við hinum,
sigur hann umhugsin.
Stór filipinsk veitsla
í Føroyum
Á hvørjum ári hittast filipinarar
í Føroyum við maka og børnum
til stóra jólaveitslu. Í ár veður
hon hildin í Leirvík, og Alma er
ein av fyriskiparunum. Hendan
filipinska/føroyska jólaveitslan
er eitt av hæddarpunktunum hjá
fleiri um jólini, og tað er hon eisini
hjá Almu og Martini.
- Hetta er hæddarpunktið á
árinum. Vit hitta vinir og kenn
ingar, hugna okkum saman allan
dagin og spæla filipinsk spøl. Hvør
familja tekur ein rætt við, og so eta
vit saman. Filipsoyggjarnar eru so
ómetaliga stórar, og tað eru ym
iskar matmentanir í landinum. Til
hesa veitsluna fær man eisini høvi
til at royna filipinskan mat, sum
man ikki kennir og soleiðis læra
um landið, siga tey.
Okkara mentan
kann læra
nógv av øðrum
mentanum.
Tær eru ikki
vandamiklar
Vit settu okkum
fyri frá byrjan
av at kombinera
eitt sindur av
báðum mentan
unum á jólum, so
Alma ikki kendi
seg so langt
heimanífrá