Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 18 TEMA: Jólini nærkast ANNA CHRISTIANSEN, 93 ÁR, AV STRONDUM Nær byrjar tú at hugsa um jólini og at stákast til jólar? Tað er 1. desember. Mær dámar illa, at handlarnir byrja upp á jólini áðrenn tað. Tað er so synd, tí tað er so freistandi fyri børnini. Hvørjum heldur tú jól saman við? Tað er við familju. Eg eigi tríggjar vaksnar dreingir, sum eru í 50'unum og 60'unum, og jólaaftan plaga vit øll at vera samlað - øll, sum kunnu. Og hvar halda tit jól? Eg eri av Strondum, og tá eg var lítil hildu vit jól har saman við ommu og abba. Tá eg bleiv gift, fluttu vit til Havnar, og dreingirnir hjá mær búgva nú her. Og so havi eg ein beiggja her í Havn eisini. Hví heldur tú, at vit skulu halda jól? Tað er fyri at minnast Jesus. Hvat setir tú í samband við jólini? Allar sálmarnar. Teir dámar mær serliga væl. Eg plagi eisini at fara í kirkju á jólum í Vesturkirkjuni, tí eg búgvi so nær. Tá foreldrini hjá mær livdu, tá fóru vit altíð í kirkju á Strondum. Tað var fast, tí bæði pápi mín og beiggi mín vóru deknar, og so verður tú noyddur til tað. Tað er eisini nógv gott at hoyra í útvarpinum, og um eg ikki fari í kirkju, so fylgi eg við gudstænastuni í útvarpinum. Hvat er ein serstakur jólasiður, sum altíð verður fylgdur? Vit siga gleðilig jól, tá vit møta onkrum, tað verður altíð gjørt. Vit hava eisini altíð verið á grøvini hjá teimum, ið vóru deyð. Har varð alt vitjað og pyntað, og so vórðu allar gravirnar penar. Á Strondum og á Saltnesi settu tey altíð ljós í vindeyguni, og tað speglaðist í sjónum. Alt annað varð sløkt, bæði á Strondum og á Toftum. Tað er eitt tað vakrasta, ið eg havi sæð. Hvussu eru jólini broytt gjøgnum tíðirnar? Ikki so forferdiliga nógv. Nú vóru vit tvey systkin, og jólaaftan plagdi pápi mín altíð at lesa jólaevangeliið fyri okkum og mammu. Er tað nakað, sum tú ert ónøgd við um jólini? Mær dámar illa, at børn spæla úti, meðan kirkjugongd er um jólini. ANNA SOFÍA DJURHUUS, 20 ÁR, ÚR HAVN Nær byrjar tú at hugsa um jólini og at stákast til jóla? Eg byrji nokk so tíðliga. Eg haldi, at eg byrji at hugsa um jólini longu í august mánaði. Eg gleði meg til jólini og fari tíðliga at hugsa um, hvat vit skulu eta til døgurða, og hvar vit skulu vera, og so framvegis. Onkuntíð fari eg at hugsa um næstu jól, so skjótt jólini eru liðug. Eg fekk jólapyntið heim í gjár, so eg fari faktiskt at hanga tað upp í kvøld. Hvørjum heldur tú jól saman við? Eg haldi jól saman við familjuni. Nú er tað eitt sindur ymiskt hjá mær. Annar beiggin hjá mær siglir, so ofta halda vit jól nokk so tíðliga fyri hansara skyld. Tað plagar at vera eitt slag av jólaaftan tíðliga í desember. Pápi mín, sum býr í Vestmanna, siglir eisini, so har plaga vit eisini at halda eini jól nokk so tíðliga. Upp á tann mátan fáa teir eisini eitt sindur av jólum við, hóast teir eru á sjónum jólaaftan. Annars plagi eg at fara út á Argir at halda jólaaftan, tí har býr hin beiggin hjá mær. Hví heldur tú, at vit halda, ella skulu halda, jól? Nú plaga vit at siga, at vit minnast Jesus á jólum. Eg eri ikki so trúgvandi, so fyri meg er tað meira at kunna savnast við familjuni, at vit kunnu halda saman. Hvat er ein serstakur jólasiður, sum altíð verður fylgdur? Taffel kips og sós! Vit hava altíð taffel kips aftur við brúnari sós til jóladøgurðan. Tað er tað, sum mær dámar best. Hvussu eru jólini broytt fyri teg gjøgnum tíðirnar? Nú eru jólini broytt eitt sindur fyri meg. Tá eg var 12 ella 13 ár, doyði mamma mín. Tað var ein stór broyting, at halda jól uttan ein persón. Men annars verða jólini hildin upp á sama máta hvørt ár fyri okkum. Er tað nakað, sum tú ert ónøgd við um jólini? Tað haldi eg ikki. Eg kundi kanska fyri størri gávur. Nei eg tvætli, eg eri glað fyri allar gávurnar, sum eg fái. Eg hugni mær nógv um jólini, og mær dámar væl, at jólapynt og perur koma tíðliga upp, tí nú tað er so myrkt, er deiligt at hava ljósperur uttanfyri. KARINA ARGE GREGORIUSSEN, 40 ÁR, ÚR HAVN Nær byrjar tú at hugsa um jólini og at stákast til jólar? Tað plagar at vera í august ella september. Tá byrji eg at hugsa um, hvar vit skulu halda jól, og hvør skal hava hvat í jólagávu. Eg brainstormi og fari at hugsa um, hvussu eg skal pynta. Altso, eg elski jól, tað er einki at ivast í. Í november mánaði, tá onnur fara at tosa um, at tað er ov tíðliga at pynta til jólar og so framvegis, tá gleði eg meg og fari at youtuba jólasangir. Tá eg siti til arbeiðis, spæli eg eisini jólasangir hart frá. Eg eri eisini byrja at pynta, men eg verði ongantíð liðug. Eg pynti heilt til jólaaftan. Tað mesta av jólapyntinum fer so niður aftur um 13. dag, men ljósperurnar royni eg at hava uppi allan januar mánaða, tí tað er so myrkt. Hvørjum heldur tú jól saman við? Tað er altíð við mammu og Bjarna, beiggja mínum. Seinastu árini hevur ein vinkona, sum ikki hevur familju í Føroyum, hildið jól saman við okkum. Og so sjálvandi børnini, tá pápin ikki er heima. Hvar halda tit jól? Tað er antin hjá mammu ella heima hjá mær. Hví heldur tú, at vit halda jól ella skulu halda jól? Eg eri ikki gudilig, so tað er ikki tí, at eg haldi jól. Eg haldi jól fyri nærveruna og gleðina av at vera saman. Mær dámar væl jólastákið og tað at baka. Hvat setur tú í samband við jól? Tað er nakað tað sama. Traditiónirnar hjá okkum eru øgiliga fastar. Vit gera marsipan konfekt, vit baka, og vit brúka eitt vikuskifti upp á tað. Vit gera eisini sjálvi jólapynt, vit sita og klippa, líma og gera annað handarbeiði hvørji jól. Hvat er ein serstakur jólasiður, sum altíð verður fylgdur? Tað má vera at sita og stákast við jólapyntinum. Eg royni eisini at fara niðan í Viðarlundina, tá Lion's Club hevur jólasølu har. Tey pynta Viðarlundina við ljósperum og stearinljósum í ánni, og tey hava dekoratiónssølu, kakao og vaflur. Tað royna vit at vera til. Hvussu eru jólini broytt fyri teg gjøgnum tíðirnar? Størsta broytingin eru uttan iva, at eg fekk børn, og at eg verði meira fasthildin í teimum traditiónunum, sum eg er vaksin upp við. Annars haldi eg ikk, at tey eru broytt so nógv. Er tað nakað, sum tú ert ónøgd við um jólini? Ja, at jólagávurnar skulu vera so himmalsdýrar! Eg vildi ynskt, at vit kanska gjørdu meira burtur úr, at tær heimavirkaðu jólagávurnar fingu eitt fast pláss á jólum.