Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 20 Eysturoyartunnilin broytir tó for­ treyt­irnar fyri einum gøtudalstunli, tí í framtíðini kann stórur partur av ferðsluni, sum í dag fer umvegis Skála­ botn og Norðskálatunnilin til Havnar og aðrastaðnis í landinum, væntast at fara umvegis Eysturoyartunnilin í staðin. Víst hevur verið á, at Eyst­ur­oy­ artunnilin fer at føra øktar ferðslu­ trupulleikar við sær í oynni, serliga í Runavík, har ferðsluumstøðurnar frammanundan eru truplar. Sambært Landsverk er Gøtueiði, nú sum áður, eisini ein vansi fyri ferðsluna, sum blívur størri, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk. Vegurin um eiðið liggur 135 metrar yvir sjónum og er brattur. Ein annar vansi er, at ferðslan skal ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið. Ferðsluligi týdningurin av Gøtu­ gjógv og Gøtueiði kemst av, at vegurin har er einasta farleið, sum í dag bindur Norðoyggjar og tær stóru bygdirnar eystantil á Eysturoy saman við restina av landinum. Komin um Gøtueiði og út á Skipa­ nes­krossin er teinurin til Eystur­ oyar­tunnilin munandi styttri út eftir eystara armi á Skálafjørðinum (til munnan í Rók), enn um koyrast skal runt um fjørðin til vestara tunnils­ munnan (á Strondum) – sí Mynd 1. Tí vil størsti parturin av hesi ferðslu velja at koyra tann styttra teinin eftir eystara armi á Skálafjørðinum, hóast ferðslan her verður darvað av at skula ígjøgnum fjølbygd strekkir, meðan teinurin á vestara armi fyri stóran part liggur í óbygdum við fáum forðingum. Landsverk hevur mælt til at bøta um hesi viðurskifti við at gera ein tunnil – Gøtudalstunnilin – millum Gøtudal og Ánir, nær Skálabotn. Hesin tunnil styttir farleiðina til vestara arm á Skálafjørðinum, og ferðslan norðaneftir til Havnar kann tá velja at fara hendavegin fyri at sleppa undan bygda økinum við Gøtugjógv, Gøtueiði og trongslinum út eftir eysturarminum á fjørðinum. Í síni seinastu samferðslu­frá­ greiðing nevnir Landsverk eisini nakr­ ar aðrar alternativar “loysnir” fyri at bøta um ferðslutrupulleikarnar har á leiðini, men mælir tó til loysnina við Gøtudalstunlinum. Óivað ljóðar henda loysn sum søtur tónleikur fyri mong. – Men er hetta nú tann besta loysnin undir verandi fortreytum? Fyri at svara hesum spurningi er neyðugt at greina eina røð av grund­ leggjandi viðurskiftum, og niðan­ fyri skal eg royna at lýsa nøk­ur teirra. Her vil eg serliga sam­an­bera Gøtudalstunnilin við eina av hinum loysnunum, har tað í stað­in verður gjørdur ein nýggjur um­koyr­ing­ar­ veg­ur úr Gøtudali út á Gøtueiði – sí Mynd 2. Verandi bústaðar- og ferðslumynstur: Sum høvuðsstaður og nógv tann størsta búseting í landinum telur Tórs­ havn sjálvandi tungt í ferðsluhøpi, og lands­ins høvuðsferðslukervi peikar í stóran mun til og frá Havnini. Soleiðis er eisini við Eysturoyartunlinum. Men fólk hava ikki einans tørv á at koyra til og frá Havnini. Tað verður eisini koyrt millum aðrar bygdir/býir og landslutir uttan fyri høvuðsstaðin. Hetta kann millum annað lýsast við ver­andi ferðslu til og frá eystara armi á Skálafjørðinum. Tað búgva eini 16.000 fólk í saml­aða økinum í ein landnyrðing úr Havnini, harav stívliga 6.000 í Norð­oyggj­um og nakað tað sama kring Skála­fjørðin, meðan sløk 4.000 fólk búgva eystantil á Eysturoynni. Hyggja vit nærri at hesum tølum, búgva úti við líka nógv fólk á eystara armi á Skálafjørðinum (umleið 4.300), sum í Klaks­vík (4.800), meðan stívliga 1.900 fólk búgva á vesturarminum á Skála­fjørðinum og stívliga 3.600 saman­lagt í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu. Til sam­an­bering búgva umleið 4.600 fólk í allari Suð­ ur­oy, og í bygdunum í Norð­ur­eyst­ur­oy og Sundalagnum búgva saman­lagt úti við 3.000 fólk. Eitt áhugavert ferðsluvegamót í hesum høpi er rundkoyringin und­ir Gøtueiði – lokalt kend sum Skipanes­ kross­urin. Sum nevnt fer øll ferðsla, sum í dag skal úr Norðoyggjum og teim­um størru bygdunum eystantil á Eyst­uroynni til aðrar partar av land­ in­um, umvegis Gøtueiði – og umvegis Skipa­neskrossin. Landsverk gjørdi í nógv ár neyvar og landsumfatandi ferðsluteljingar, sum vórðu almannakunngjørdar í teirra árligu ferðslufrágreiðingum. Tí­verri koma tílíkar frágreiðingar ikki longur, men fram til 2012, tað er 6 ár eftir at Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, vístu ferðslutølini kring Skipa­neskrossin eina støðuga mynd, nevni­liga at av tí samlaðu ferðsluni norðaneftir vóru líka nógv akfør, sum koyrdu út eftir sum inn eftir fjørð­inum frá rundkoyringini har. Ferðslu­samskiftið norðaneftir var altso líka stórt við eystara arm á Skála­fjørðinum, sum við alla restina av landinum – íroknað Havnina. Tølini eru eyðsæð størri í dag enn í 2012, men einki bendir á, at lutfallið er ella verður stórvegis broytt. Tvørt­ur ímóti, so benda framroknaðu ferðslu­ tøl­ini hjá Landsverki á, at umleið líka nógv ferðsla fer framhaldandi at koyra um Gøtueiði (3.900 akfør, til eyst­ara arm á Skálafjørðinum), sum gjøgn­ um Gøtudalstunnilin (4.000 akfør, til Havnar, vesturbygdirnar á Skála­ fjørðinum, Norðureysturoy, Sunda­ lagið og aðrastaðni), um og tá hesin tunnil verður gjørdur og tikin í brúk – sí Mynd 1. Her skal bítast merki í, at ferðslan í Gøtudalstunlinum (4.000 akfør) ikki einans fer til Eysturoyartunnilin, men ein munandi partur fer aðrar vegir. Tølini vísa sostatt, at ferðslan norðaneftir er – og verður – nógv minni til Havnar (ábendingar eru um, at talið liggur umleið 1.500, sí seinni) enn til eysturarmin á Skálafjørðinum (3.900 akfør) og eisini væl minni enn til vesturarmin á Skálafjørðinum, Norðureysturoy, Sundalagið og aðrastaðni (2.500 akfør, tað er samlaða ferðslan í Gøtudalstunlinum, sum ikki skal í Eysturoyartunnilin). Tá Landsverk í sínum samskifti við al­ menn­ingin skírir ferðsluna norðan­ eftir til Eysturoyartunnilin sum “høvuðs­ferðsluna”, skal hetta hugtak tí takast við fyrivarni. Hetta eigur ikki at undra nakran, tí umframt at vera treytað av fólkatali eru ferðslutøl sera nógv tengd at til dømis fjarstøðu millum bústaðarøkir og at tørvinum at ferðast millum bygd­ ir/býir. Sum dømi kunnu vit spyrja, hvussu nógv havnarfólk kenna tørv á at koyra dagliga til Klaksvíkar ella inn á Skálafjørðin? Og hvussu nógvir klaksvíkingar kenna tørv á at koyra til Havnar (aðrar dagar enn tá KÍ spælir í Gundadali...)? Sum nevnt búgva nærum líka nógv fólk á eystara armi á Skálafjørðinum, sum í Klaksvík. Bæði støðini eru stór fiskivinnuøki, og tað sama kann sigast um eysturbygdirnar á Eysturoynni. Saman við tí stuttu fjarstøðuni ger hetta, at ferðslan innanhýsis ímillum hesi økini er líka stór, sum til restina av landinum, íroknað Havnina. Tí kann tað undra, at samferðslu­ ætlanin hjá Landsverki at síggja til nærum einans tekur atlit til ferðsluna til Havnar. Eg loyvi mær at halda, at tá til dømis Gøtugjógv og Gøtueiði verða brúkt sum grundgeving fyri, at landið má gera ábøtur fyri hundraðtals milliónir krónur á ferðslukervið har á leiðini, eigur tað sjálvsagt at verða hugsað um alla ferðsluna har um vegir, og ikki einans um tann – lutfalsliga lítla – partin av hesi ferðslu, sum skal til Havnar. Ein spurningur er eisini, hvørjir ferðslutrupulleikar veruliga eru knýtt­ir at Gøtueiði. Har vegurin um eiðið er hægstur, liggur hann um­leið 135 metrar yvir sjónum. Til saman­bering er hetta lægri enn ætlaði nýggi innkoyringarvegurin til Havnar. So hæddin um Gøtueiði kann í sær sjálvum neyvan metast sum ein stórur trupulleiki. Vansin er heldur tað lutfals­liga stóra hallið á vegnum niðan frá/om­an ímóti Syðrugøtu, tí hetta kann skapa ávísar ferðslutrupulleikar, serliga um veturin. Fjarstøður Ein fortreyt fyri at kunna samanbera nevndu loysnir er fjarstøðan, sum Tíðargrein Martin V. Heinesen Jarðfrøðingur Gøtudalstunnilin - ein góð landsíløga? Ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, ella úr Kambsdali til leiðina millum Fjarða, hevur verið í umbúna í fleiri áratíggjur. Áðrenn Eysturoyartunnilin kom upp á tal, tyktist ein tílíkur tunnil áhugaverdur, tí hann hevði stytt og bøtt munandi um farleiðina úr Norðoyggjum og eysturbygdunum á Eysturoy (Fuglafirði, Leirvík og Gøtu) til stórar partar av landinum, íroknað Havnina og flest onnur støð kring oyggjarnar Mynd 1. Gøtudalstunnilin skal binda landsvegin í Gøtudali saman við tann við Ánir á Skálafjørðinum. Eisini er ætlan at gera nýggjan landsveg yvir bygdina í Skálafirði (brúnar strikur). Framroknað ferðslutøl eru víst á ymsum vegastrekkjum á leiðini, eftir at Gøtudalstunnilin (og Eysturoyartunnilin) er tikin í brúk (lagað til eftir Mynd 4 í samferðslufrágreiðing hjá Landsverki: http://www.landsverk.fo/fo-fo/samferðsluaetlanin-2018-2030/ stoerri-iloegur-komandi-arini/goetudalstunnil). Mynd 2. Tær fýra “loysnirnar”, sum lýstar eru av Landsverki. Í hesi grein verða serliga Loysn 1 og Loysn 4 viðgjørdar (lagað til eftir Mynd 1 í samferðslufrágreiðing hjá Landsverki: http:// www.landsverk.fo/fo-fo/samferðsluaetlanin-2018-2030/ stoerri-iloegur-komandi-arini/goetudalstunnil).