hósdagur 21. november 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
21
ferðslan skal koyra ‘frá A til B’.
Verandi vegakervi:
Verandi vegastrekki úr rundkoyringini
í Gøtudali til Skipaneskrossin er um
leið 5,1 km langt. Haðani eru 7,8 km
til tunnilsmunnan í Rókini á eyst
ara armi, meðan tað eru 18 km til
tunnilsmunnan á Strondum á vest
ara armi á fjørðinum. Úr Rókini til
Hvítanes er Eysturoyartunnilin 9,7
km langur, meðan hann av Strondum
til Hvítanes er 9,2 km langur.
Tað merkir, at eftir verandi vega
kervi er samlaði teinurin úr Gøtudali til
Hvítanes gjøgnum Eysturoyartunnilin
22,6 km langur, um farið verður eftir
eystara armi á Skálafjørðinum, með
an teinurin umvegis vestara arm á
fjørðinum er 32,3 km. Munurin er
slakar 10 km.
Loysn 1, Gøtudalstunnilin:
Loysnin, sum Landsverk mælir til,
fevnir um ein 3,2 km langan tunnil og
0,4 km av nýggjum tilkoyringarvegum
millum Gøtudal og Ánir innarlaga á
Skálafjørðinum.
Við Gøtudalstunlinum verður vega
strekkið millum Gøtudal og Ánir stytt
úr verandi 9,5 km niður í 3,6 km, altso
styttir hesin tunnil teinin úr Gøtudali
til vestara arm á Skálafjørðinum
umleið 6 km, so samlaði teinurin um
vegis Eysturoyartunnilin til Hvítanes
hendan vegin gerst 26,3 km.
Hetta er tó framvegis slakar 4 km
longri enn teinurin úr Gøtudali til
Hvítanes eftir eystara armi á Skála
fjørðinum (22,6 km).
Tað merkir eisini, at tá komið er til
Ánirnar ígjøgnum Gøtudalstunnilin,
er írestandi teinurin til Hvítanes
nærum júst tann sami (22,7 km),
sum teinurin úr Gøtudali umvegis
Gøtueiði og eystara arm á fjørðinum
til Hvítanes (22,6 km).
Fyri ferðsluna til Havnar verður
Gøtudalstunnilin tí í royndum, allur
sum hann er, ein umvegur, samanborið
við koyriteinin um Gøtueiði og eystara
arm á Skálafjørðinum.
Gøtudalstunnilin vil tó reelt
stytta koyristrekkið millum Gøtudal
og bygdirnar á vesturarminum
á
Skálafjørðinum
umframt
í
Norðureysturoy og Sundalagnum
við 6 km, so fyri ferðsluna úr
Norðoyggjum og eysturbygdunum á
Eysturoy til henda partin av landinum
verður Gøtudalstunnilin ein góður
fyrimunur. Sum nevnt eru ábendingar
um, at henda ferðsla (umleið 2.500
akfør) – og ikki ferðslan til Havnar
(umleið 1.500 akfør) – kann metast sum
“høvuðsferðslan” í Gøtudalstunlinum.
Hóast framvegis at vera ein um
vegur fyri ferðsluna til Havnar, metir
Landsverk, at vegna tær ymisku forð
ingarnar á verandi farleið eftir eyst
ara armi á Skálafjørðinum kann Gøtu
dalstunnilin spara ferðsluni til Havnar
tveir minuttir, um farið verður tann
vegin og víðari eftir vestara armi á
fjørðinum.
Loysn 4, Nýggjur
umkoyringarvegur millum
Gøtudal og Gøtueiði:
Her er talan um eitt 4 km langt,
nýtt landsvegastrekki, sum byrjar
við verandi rundkoyring í Gøtudali,
haðani tað gongur vestari og hægri
í lendinum enn verandi landsvegur
og fer niðan um bygda økið við
Gøtugjógv, áðrenn tað fer tvørtur
um gjónna og síðan verður bundið í
verandi veg á Gøtueiði – sí Mynd 2.
Samanborið við verandi veg fer
hesin teinur at liggja burtur frá
bygdum økjum, vera eitt vet styttri
(umleið 0,2 km) og hava eitt mun
andi minni hall. Við honum fær øll
ferðslan norðaneftir ein meira laga
ligan, skjótan og samanhangandi
landsveg enn í dag. Kommunan kann
so yvirtaka verandi landsveg til onnur
endamál.
Við hesi loysn fer ferðslan til
Havnar í høvuðsheitum framvegis at
koyra umvegis eystara arm á Skála
fjørðinum. Samlaða strekkið verður
einar fýra km styttri enn umvegis
ætlaða Gøtudalstunnilin og vestara
arm á fjørðinum, men henda ferðsla
skal har aftur ímóti gjøgnum bygd
økir stórar partar av teininum frá
Skipaneskrossinum til tunnilsmunn
an í Rók. Og hetta er sjálvandi ein
avbjóðing.
Gjøgnumkoyringarvegur
av Glyvrum út í Rók
Ferðsluframrokningar hjá Landsverki
vísa, at tá Eysturoyartunnilin letur
upp, fer ferðslumynstrið við Skála
fjørðin at broytast munandi. Ferðslan
á landsvegnum í Søldarfirði, Lamba
reiði og Glyvrum veksur tó lítið, tí
pendlaraferðsla (til Havnar og partvíst
yvir um fjørðin) fer tá til Eysturoyar
tunnilin, tað vil siga úteftir heldur enn
inneftir fjørðinum, sum hon ger í dag.
Longur úti, í Saltangará og serliga
í Runavík, gerst ferðslan tó alsamt
størri, eftir at Eysturoyartunnilin er
tikin í nýtslu. Til dømis fer ferðslan
fram við Skúlanum við Løkin, tætt við
tunnilsmunnan í Rók, at vaksa úr ver
andi 3.000 til 7.100 akfør. Verður Gøtu
dalstunnilin gjørdur, minkar hetta tal
aftur niður í 5.600 akfør, samstundis
sum talið av akførum á vestara armi
á Skálafjørðinum – millum Skála og
Strendur – veksur úr 1.400 upp í 2.800
akfør. Ferðslutølini báðu megin fjørðin
benda tí samsvarandi á, at dagliga talið
av akførum, sum norðaneftir skulu í
Eysturoyartunnilin, fer at liggja um
leið 1.400 – 1.500.
Hesi ferðslutøl vísa eisini, at
ferðsluvøksturin í Runavík fyri
ein minni part kemur norðanífrá,
meðan tann størri parturin kemur
frá lokaløkinum, tað er bygdunum
av Skipanesi/undir Gøtueiði og út til
Runavíkar og úr Rituvík og Æðuvík,
umframt frá lokalferðsluni tvørtur um
fjørðin gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Bøtast kann tó um trupulleikarnar
við tí økta ferðslutrýstinum í Saltan
gará og Runavík við at gera nýggjan
gjøgnumkoyringarveg av Glyvrum,
umvegis verandi fjøruveg, til rund
koyringina við tunnilsmunnan í Rók
(sí Mynd 3). Um rætt verður borið at,
kann størsti parturin av eysturoyar
tunnilsferðsluni norðaneftir umframt
úr lokaløkinum av Skipanesi/undir
Gøtueiði og út á Glyvrar, kanaliserast
eftir hesum vegi, so henda ferðsla
kann koyra nøkulunda ótarnað til
tunnilsmunnan í Rók, samstundis sum
ferðslutrýstið úti í Runavík minkar
munandi.
Av ósøgdum grundum mælir
Landsverk tó ikki til at gera henda veg,
men upplýsir at politisk avgerð er tikin
um, at gjøgnumkoyringarvegurin
skal gerast sum avleidd verkætlan av
Eysturoyartunlinum.
Kostnaður
Loysn 1, Gøtudalstunnilin við tilkoyr
ingarvegum, verður av Landsverki
mett at kosta millum 284 og 346 mió.
kr. at gera og umleið 2,3 mió. kr. um
árið at halda við líka, meðan Loysn
4, umkoyringarvegurin, er mett at
kosta millum 85 og 105 mió. kr. at gera
og 1,3 mió. kr. um árið í viðlíkahaldi
(landið vinnur tó óivað hesar viðlíka
haldsútreiðslur av vegnum inn aftur
við tað, at landið tá sleppur undan at
viðlíkahalda verandi landsveg, sum
kann latast kommununi). Gjøgnum
koyringarvegurin Glyvrar-Rók, við
lokarennu, er mettur at kosta 126 mió.
kr. at gera og 0,6 mió. kr. um árið at
viðlíkahalda.
Samandráttur og niðurstøða
Hvat er nú skilabest at gera – ein
Gøtudalstunnil (Loysn 1), sum Lands
verk mælir til, ella ein umkoyringarveg
millum Gøtudal og Gøtueiði (Loysn 4)?
Sum skilst, er politisk avgerð tikin
um at gera gjøgnumkoyringarveg
millum Rók og Glyvrar uttan mun til,
hvør av nevndu loysnum verður vald.
Hetta er tó ikki ein verkætlan, sum
Landsverk mælir til, hóast víst verður
á tørvin. Ei heldur tykjast ferðslufram
rokningarnar hjá Landsverki at taka
hædd fyri hesum vegi.
Loysn 1 – Gøtudalstunnilin – verð
ur ein týðiligur fyrimunur fyri ferðsl
una ímillum Norðoyggjar, Fuglafjørð,
Leirvík og Gøtu øðrumegin og vest
urarmin á Skálafjørðinum, Norður
eysturoy og Sundalagið hinumegin
(ferðsla, sum ikki skal í Eysturoyar
tunnilin, umleið 2.500 akfør). Gøtudals
tunnilin styttir henda tein við 6 km
(umleið 5 minuttir), og ferðslan sleppur
undan at koyra ígjøgnum bygda økið
við Gøtugjógv og um Gøtueiði.
Helmingurin av allari ferðsluni
norðaneftir, nevniliga ferðslan til og
frá eysturarminum á Skálafjørðinum
(3.900 akfør), fær onga nyttu av hesi
loysn, tí henda ferðsla skal framvegis
gjøgnum bygda økið við Gøtugjógv
og eftir tí bratta vegnum millum
Syðrugøtu og Gøtueiði.
Tann ferðslan úr Norðoyggjum og
eysturbygdunum á Eysturoy, sum skal
til Havnar og aðrastaðni ígjøgnum
Eysturoyartunnilin, fær heldur ikki
nógva nyttu av Gøtudalstunlinum.
Hon sleppur undan trupulleikunum
við Gøtugjógv, Gøtueiði og trongslin
um út eftir eystara armi á Skálafjørð
inum. Men av tí at teinurin umvegis
Gøtudalstunnilin er 4 km longri, sparir
hon íalt bara tveir minuttir av koyritíð.
Henda sparing er sera lítil og hevur
ta løgnu fortreyt, at nevndu trupul
leikar ongantíð mugu loysast.
Men politisk avgerð er jú longu tik
in um at gera gjøgnumkoyringarveg
millum Rók og Glyvrar. Og ilt er at
ímynda sær, at eingir aðrir batar koma
her á leiðini, sum frá líður, til dømis
ein nýggjur vegur millum Gøtudal og
Gøtueiði, sum úti við 4.000 akfør fram
vegis hava tørv á.
Tá hesir (og aðrir?) batar verða
gjørdir, er sannlíkt at ferðslan til
Havnar aftur fer at leita sær hendan
vegin, sum tá verður bæði styttri og
skjótari enn teinurin umvegis Gøtu
dalstunnilin.
Samanlagt merkir hetta, at Gøtu
dalstunnilin er nærum til púrt onga
nyttu fyri ferðsluna norðaneftir til
Havnar – tað eru tey 1.400-1.500 ak
førini, sum Landsverk skírir “høvuðs
ferðsluna”.
Gøtudalstunnilin loysir heldur
ongar ferðslutrupulleikar í Runavík
í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Hann tekur í besta føri so dánt ovasta
tindin av hesum trupulleika. Sum
nevnt vísa framrokningar hjá Lands
verki, at ferðslan fram við Skúlanum
við Løkin fer at vaksa úr verandi 3.000
upp í 5.600 akfør um dagin, hóast
Gøtudalstunnilin verður gjørdur og
øll ferðsla til Havnar fer tann vegin –
sum altso er ivasamt.
Umframt at skula metast upp ímóti
ferðsluligu fyrimununum, sum Loysn
4 ber í sær, kostar Gøtudalstunnilin
meira enn tríggjar ferðir so nógv at
byggja – og er dýrari at reka.
Loysn 4 – ein umkoyringarvegur
millum Gøtudal og Gøtueiði – er har
aftur ímóti til gagns fyri alla ferðsluna
til og frá Norðoyggjum, Fuglafirði,
Leirvík og Gøtu – og ikki einans fyri
annan helmingin av henni. Øll henda
ferðsla sleppur tá undan at koyra
ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv
og fær ein skjótan og lagaligan veg við
lítlum halli eftir øllum hesum strekki.
Verandi landsvegur millum Gøtu
dal og Gøtueiði kann tá latast komm
ununi, sum vónandi kann fáa nógva og
góða nyttu burtur úr honum, umframt
at sloppið verður undan allari
óviðkomandi ferðslu við Gøtugjógv.
Henda loysn kostar einans ein
brøkpart av Gøtudalstunlinum, so bæði
Loysn 4 og gjøgnumkoyringarvegurin
Rók-Glyvrar kunnu gerast fyri
munandi minni samlaðan kostnað enn
Gøtudalstunnilin (sí Talvu 1). Enntá
kann ætlaði vegurin yvir bygdini í
Skálafirði (60 mió. kr.) lættliga rúmast
afturat innan fyri kostnaðarkarmin
fyri Gøtudalstunnilin.
Soleiðis kunnu stórir partar av
vegakervinum úr Gøtudali til Gøtu
eiði og eftir eystara armi á Skála
fjørðinum, umframt yvir Skála
firði, nútímansgerast til fyrimun
fyri alla ferðsluna har á leiðini og
fyri minni samlaðan kostnað enn
Gøtudalstunnilin. Hetta kann eisini
gerast stigvíst, meðan Gøtudalstunn
ilin má gerast í einum – sum óivað tann
størsta føroyska tunnilsíløgan á landi
nakrantíð.
Talva 1. Mettur kostnaður fyri tær ymisku verkætlanirnar
(mió. kr.). Tølini eru frá samferðslufrágreiðingini hjá
Landsverki: http://www.landsverk.fo/?id=2455.
Mynd 3. Gjøgnumkoyringarvegurin av Glyvrum út í Rók.
Landsverk mælir ikki til hesa loysn, men upplýsir at politisk
avgerð er tikin um, at gjøgnumkoyringarvegurin skal gerast sum
avleidd verkætlan av Eysturoyartunlinum (lagað til eftir mynd
í samferðslufrágreiðing hjá Landsverki: http://www.landsverk.
fo/fo-fo/samferðsluaetlanin-2018-2030/stoerri-iloegur-komandi-
arini/gjoegnumkoyringarvegur-runavik-saltangara).