hósdagur 21. november 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
22
SAMRØÐA: Jórun Larsen Mørkøre
ANNIKA KUNOY IM
S
einasta tíðin hevur verið
merkt av grótharðari
venjing og strangum
kosti hjá føroysku body
building drotningini, Jóruni Lar
sen Mørkøre. Hon hevur í eitt
ár málrættað vant fram ímóti
heimsmeistarakappingini í
Bodybuilding, sum varð hildin
í New York um vikuskiftið.
Disiplinið gav eisini úrslit. Gott
úrslit eisini, tí tá avtornaði end
aði Jórun á einum triðja plássi.
Jórun kann tí kalla seg triðbest
í heiminum í bodybuilding.
Jórun kom heim eftir longu
ferðina týskvøldið, og tá vit
fingu orðið á hana mikudagin,
var hon móð og illa fyri.
-Eg havi verið yvirspent, og tá
eg nú slappi av, verði eg hovin og
fái bæði búkilsku og munnsár,
sigur hon.
Í langa tíð hevur hon ansað
ómetaliga væl eftir, hvat hon
hevur etið. Hon hevur talt
kaloriur og føðslubýti, soleiðis
at hon júst fær nokk til at byggja
musklarnar á rættan hátt. Í
slíkari tilgongd og venjing er
ikki pláss til nakað annað enn
júst tað, ið stendur í mat- og
venjingarætlanini.
- Tá eg eri liðug við eina kapp
ing, vil eg hava eina góða máltið.
Tá gleði eg meg til ein lekkran
og góðan búff ella høsnarunga
við eplum. Eisini vil eg hava eina
vælsmakkandi sjokolátakøku,
sigur hon.
Men eftir eitt so langt tíðar
skeið við so strangum kosti,
venur kroppurin seg við kostav
markingarnar. Tá ein so etur væl
meir, tá kappingin er liðug, so
merkist tað eisini á kroppinum.
- Náttin í nátt hevur verið
ræðulig, tí kroppurin hevur
stoytt allan matin frá sær. Men
hetta veit eg eisini, áðrenn eg eti
sigurðsmáltíðina, tí soleiðis er
tað á hvørjum ári, sigur Jórun
Larsen Mørkøre flennandi.
Væl nøgd við úrslitið
Í 2017 fekk Jórun eitt fjórða
pláss og í 2018 eitt fimta pláss í
kappingini um heimsmeistara
heitið í Bodybuilding. Hetta er tí
besta úrslit hjá henni nakrantíð í
hesi kappingini, og Jórun er væl
nøgd.
Hon greiðir frá, at kvinnurnar,
ið fingu fyrsta og annað pláss í
kappingini vóru báðar tyngri
enn hon, og tí gjørdist tað torført,
at kappast ímóti teimum.
- Tað kann samanberast
við ein kappróður, har eitt
tíggjumannafarð, eitt átta
mannafarð og eitt seksmanna
farð rógva ímóti hvørjum øðrum.
Tað var troyttandi, at vit ikki
vórðu býttar í ymsar vektbólkar,
men av tí at vit bert vóru 12 lut
takandi í hesum bólkinum,
og tað vanliga eru minst átta í
hvørjum bólki, so varð hildið, at
bólkarnir høvdu verið ov smáir,
sigur hon.
Jórun er ikki vís í, um hon
heldur á fram við at kappast í
bodybuilding á sama høga støði.
- Eg havi hugsað eitt sindur
um tað. Nú havi eg stillað upp í
seks ár á rað, og tað er ógvuliga
hart kroppsliga, og tað er ótrú
liga kostnaðarmikið. Eg eigi og
reki eisini eitt lítið bakarí, og eg
ætli mær at møguliga at taka eitt
hvíldarár og millum annað hug
savna meg um baksturin, og so
kanska royna meg aftur í 2021,
sigur hon.
- Eg fari tó at halda áfram við
at venja, skundar hon sær at
leggja afturat.
Krevur nógv av familju
Spurd, hvat tað krevur av
familjuni hjá henni, at hon nýtur
so nógva tíð og orku til venjing
og kost, sigur hon, at tey eru
ógvuliga skiljandi.
- Tá kappingar nærkast, verði
eg ofta smásár og ilsk, tí eg eti
so fáar kaloriur. Tey vita, hvussu
tey skulu fara við mær tá, tí vit
hava roynt hetta so ofta, sigur
hon.
Undir beinhørðu kappingini
verður hon noydd til at fyri
reika og eta sín egna mat, meðan
maðurin og dótturin eta van
ligan mat.
- Eg havi etið mín mat, og tey
hava etið sín mat. Tað hevur ikki
verið trupult, tí eg veruliga vil
hesa ítróttargreinina, og eg veit,
JÓRUN
JÓRUN TRIÐBEST
TRIÐBEST
Í HEIMINUM
Í HEIMINUM
49 ára gamla Jórun Larsen
Mørkøre úr Klaksvík
fekk eitt triðja pláss
í heimsmeistarakappingini
World Natural Bodybuilding
Federation í New York í
leygardagin 16. november
Eg havi verið
yvirspent, og tá eg
nú slappi av, verði
eg hovin og fái
bæði búkilsku og
munnsár
Jórun við heiðursmerki um hálsin fyri vunnið triðja pláss í
heimsmeistarakappingini í Bodybuilding um vikuskiftið