hósdagur 21. november 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
5. partur
Eg gekk í Realskúlanum, tann reyði bygn
ingurin niðanfyri fyrrverandi kommunu
skúlan, sum nú kallast Finsen. Hann var
bygdur í 1916.
Ein lærarinna hjá okkum var danska
frk. Cohr. Hon var nokk so strong. Hon
skuldi millum annað læra okkum at
binda, og tað skuldi bindast uppá danskan
máta. Varnaðist hon, at bundið var uppá
føroyskan máta, skuldi alt rekjast uppaftur
og byrjast skuldi av nýggjum. Tað skuldi
bindast sum í Danmark. Hetta hildu vit
vera ógvuliga ónærisligt av henni.
Frk. Cohr var klassalærari hjá okkum,
og var góð við okkara klassa.
Annars var frk. Cohr illa dámd av
mongum næmingum, serliga av teimum
úr sjálvstýrisheimum. Alt skuldi vera
danskt, og eisini skuldi tosast danskt í
skúlanum. Hetta var illa dámt av fleiri.
Men næmingarnir lærdu so danskt.
Men okkara flokkur slapp heldur lætt
ari. Vit tosaðu føroyskt, uttan at hon segði
nakað um tað. Kanska bleiv hon lagaligari,
sum tíðin leið.
Tað vóru nakrir dreingir, sum høvdu
hug at provokera, men tá fór hon eftir
yvirlæraran, Christoffer Lützen, fyri at fáa
skil á. Tað var onkuntíð so galið, at pápar
nir komu upp í leikin, men teir máttu bara
ásanna, at tað vóru dreingirnir, sum vóru
óargaligir.
Tað er tó viðurkent, at hon var góður
lærari. Hon var fødd í 1898. Stórt sæð alla
sína tíð sum lærari, var hon í Føroyum. Her
virkaði hon frá 1921 til 1964. Cohr var yvir
lærari frá 1959. Tá ið hon legði frá sær, flutti
hon til Danmarkar. Tá fekk hon viðhvørt
eisini vitjan av fyrrverandi næmingum,
eisini úr sjálvstýrisheimum.
Hans Andreas gekk
ofta í øðrum heimi
Ein annar kendur lærari var Hans Andreas
Djurhuus. Í fríkorterunum gekk hann ofta
sum í øðrum tonkum í skúlagarðinum. Tá
hendi stundum, at hesir somu dreingir
hongdu klemmur upp í jakkavelið hjá
honum, uttan at hann ansaði eftir tí. Og
øll fingu ein látur burtur úr.
Eg gekk fýra ár í realskúla. Tey seinnu
tvey árini búði eg hjá hjá Hansinu Rein,
sum var ein kend lærarinna. Frú Rein flutti
tá til Kollafjarðar. Fólk ræddust týsku
bumbuflogførini, sum stundum vóru yvir
Havnini.
Aftaná realskúlan var eg heima á
Strondum í eitt ár. Sum flest onnur høvdu
vit kúgv, seyð og høsn, og tað varð hoyggjað
um summarið, so tað var nóg mikið at gera.
Hetta árið var eg eisini á einum styttri
skeiði hjá nonnunum. Hetta minti um eitt
húsarhaldsskeið.
Á posthúsið
Tá ið eg hevði verið heima í eitt ár, søkti
posthúsið í Havn eftir fólki. Eg søkti og
fekk lærupláss. Har var eg í nøkur ár.
Postmeistari var Johan Danielsen. Hann
var sonur tann kenda C.C. Danielsen, sum
var bæði postmeistari og sparikassastjóri.
Pápi Johan var pápabeiggi Victor Daniel
sen og mammabeiggi D.J. Danielsen, Dollin,
sum er kendur frá sínum leikluti í søguni
hjá Congo.
Johan sat í sínum lítla kontóri, har tað
var opið út til tað stóra kontórið, so hann
kundi fylgja við, hvat ið hendi. Tað merkt
ist eisini munur á, tá ið hann var úti og inni.
Tað vóru nógvir kendir menn, sum tá
arbeiddu á posthúsinum sum Pedda Post,
Jákup Zahle, Terje Andresen og aðrir. Post
meistararnir Danielsen hava annars verið
kendir fyri at vera nakað bráðir, men Johan
var ógvuliga reellur maður. Var nakað, so
segði hann tað hampiliga.
Johan var postmeistari frá 1922 til 1953,
og er tann, sum hevur sitið longst í hesum
starvi.
Hann var annars eisini tingmaður
fyri sambandsflokkin frá 1932-1936 og frá
1940-1943, so hann og pápi hava kenst væl.
Hann arbeiddi á postverkinum frá 1904-
1953, og hann var postmeistari frá 1922,
og til hann legði frá sær. Mamma hansara
var Anna Sofía, ættað úr Porkeri, sum var
mostur Kristian Djurhuus, løgmann. Hon
var kend sum heimadoktari. Hon kundi
grøða sjúkur, sum læknarnir ikki kundi
gera nakað við.
Johan var giftur við Margrethu, f. Müll
er. Tey fingu fleiri børn, men tey doyðu øll
smá. Johan var annars nevndarformaður í
sparikassanum í fleiri ár.
Vanlukkan við Lincoln City
Hetta var undir krígnum. Tá ið eg búði hjá
Hansinu Rein var tað, at enski trolarin
Lincoln City varð torpederaður á Havn
arvág. Vit sóu tað ikki, men vit hoyrdu
buldrið. Húsið ristist so illa, at telefonin,
sum stóð á einum borði, fór á gólvið. Tað
vóru fleiri av manningini, sum doyðu,
meðan aðrir vórðu bjargaðir av havn
armonnum, sum gjørdu skjótt av og bjarg
aðu teimum, sum kundu bjargast.
Petur, sum eg seinni giftist við, stóð tá í
smiðjulæru hjá mammubeiggjanum Wenz
el Petersen, tá ið hetta hendi. Teir flotaðu
alt fyri eitt bát og fóru út at bjarga mann
ingini. Har kom hann at taka ein deyðan
og sera illa farnan mann upp úr sjónum.
Hetta var hart hjá honum.
Petur fortaldi, at hann var umborð á ein
um trolara, sum lá á molanum og reinsaði
ein ketil, tá ið hetta hendi. Hann fór at
bjarga beinanvegin eftir bumbubrestin.
Teir fingu seinni harða ábreiðslu frá bret
um, tí teir vóru farnir út, áðrenn loyvi var
givið.
Tá ið eg byrjaði á posthúsinum, búði
eg niðast á Tinghúsvegnum hjá Anthon
Degn. Pápi og hann kendust, og hetta
gjørdi, at eg slapp at búgva har. Men pápi
álegði Anthon at ansa eftir, at eg ikki kom
ov seint til hús. Hetta argaðist eg um tá,
men nú skilji eg tað væl.
Hetta var ógvuliga høgligt, beint við
posthúsið.
Søgan hjá Anthon er í stuttum, at hann
var fyrst í handli hjá gamla Restorff. Hann
var telefonstjóri frá 1906, tá ið telefon
verkið varð sett á stovn, og til 1912. Tele
fonstøðin var hesa tíðina heima hjá honum
sjálvum.
Katrina vermóðir, starvaðist á telefon
støðini frá byrjan av. Annars var ein tann
fyrsta “telefondaman” Anna, dóttir Djóna
í Geil. Hon giftist við Andreas Ziska. Tær
hava tískil arbeitt saman.
Anna var nú flutt frá nonnunum,
men gekk framvegis í Realskúlan,
har “frøken Cohr” var kendur lærari.
Aftaná kríggið fekk pápin, Johan
Poulsen, ein politiskan skelk.
SIÐSØGA
Anna Christiansen:
FRØKEN COHR VAR
IKKI SO GALIN KORTINI
Realskúlin, har Anna hevði Hans Andreas Djurhuus sum lærara
Frk Cohr var ein umstríddur lærari