Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 25 Komandi partur Nú verður Anna gift, og vit frætta meira um Petur og ættina hjá honum. Eisini var Anthon skjalavørður og skriv­ aði kenda stórverkið “Færøske Kongs­bønd­ er”. Eisini skrivaði hann “Oversigt over fisk­eriet og monopolhandelen på Færø­ erne.” Hann var sambandsmaður og sat á tingi frá 1906 til 1908. Umframt var hann limur í Tórshavnar Býráð frá 1909 til 1916, og hann var formaður frá 1920-22. Anthon var giftur við Petrine Pouline Cathrine f. Petersen, úr Øravík. Tey vóru barnleys, men høvdu tikið eina gentu til sín. Hon bleiv ikki gift. Tey vóru sera góð at vera hjá og vóru óalmindiliga fitt. Tordi ikki fyri pápa Í 1940 var tað, at Føroyar vórðu hersettar av bretska herinum. Tá ráddi um at fáa ræði á Skálafjørðinum, áðrenn týskarar møguliga kundu gera um seg. Nakað fyri jól í 1940 varð farið undir at byggja eingilskmonnum barakkir á Strondum og at stoypa grundarlag fyri kan­ónum, sum eingilskmenninir so settu upp. Tað sama var gjørt á Nesi hinumegin fjørðin. Tískil komu herstøðir at vera bæði á Nesi og á Strondum. Her vóru um einir 200 hermenn. Her var annars ógvuliga friðarligt. Men tann 21. februar 1941 kom eitt týskt flogfar norður um Strandarfjall, og stoytti seg niður móti bygdini, men eingilskmennir skutu so nógv, at her gjørdist einki. Hetta flogfarið endaði á Gøtuvík, har tað sakk. Bretarnir skipaðu eisini fyri dansi, sum ungu strandingarnir eisini luttóku í. Onkur strandagenta giftist eisini við bretskum hermanni og flutti til Bretlands við honum. Sjálv fór eg eisini í dans, men eg hevði so ongan enskan sjeik. Eg var ov ung og tordi ikki fyri pápa! Mamma fór heldur ongantíð í song, fyrr enn eg var komin til hús. Tá ið Sambandsflokkurin mundi mist andan á Strondum Sambandsflokkurin hevur alla tíð verið tann stóri flokkurin á Strondum. Fyrstu tíð­ina mundi tað vera Jógvani Poul­ sen fyri at takka. Á valinum í 1918 fekk Sjálv­stýrisflokkurin 17 atkvøður og Sam­ bandsflokkurin fekk 95, sum var 85% av atkvøð­unum. Á valinun í 1920, tá ið Johan Poul­sen stillaði upp, fekk sjálv­stýris­flokk­ ur­in framvegis 17 og Sam­bands­flokkurin fór fram til 118, ella 87%. Hetta var støðan øll 1930-árini. Tá ið vit koma til bardagaárini er tað, at Fólka­ flokkurin fer at gera um seg. Í 1943 fekk Fólka­flokkurin 38 atkvøður og Sam­bands­ flokk­urin 109 ella “bara” 70% av øllum atkvøðunum á Strondum. Næsta valið er í 1945, og nú hendir nakað skakandi fyri Johan Poulsen. Hetta hevði sína orsøk, sum einki hevði við landspolitikk at gera. Orsøkin var eitt banalt bygdaklandur um eina atløgu­ bryggju, um hon skuldi liggja í Heygsstøð, har mjólkabáturin legði at, ella við Sjógv inn­ari á fjørðinum. Tey, sum vildu hava bryggjuna bygda við Heygsstøð, fingu Johan Poulsen í part av sær. Hetta fekk øði í hin partin og báðir partar skipaðu fyri adressu fyri teirra sjón­ ar­miðum. Báðir partar fingu fund við lands­ myndug­leikarnar at framføra síni sjónar­ mið. Teir, sum vilja hava bryggjuna á Heygs­støð, høvdu Johan Poulsen við sær á fundi. Nú kemur politikkur í málið, tí nú fer Fólka­flokkurin í part við hin partin. Tað endar so við, at ein meiriluti í sókn­ar­stýr­ in­um samtykkir at byggja við Heygs­støð. Tað sama samtykkir landsnevndin, sum var pol­itiski myndugleikin tá. Hetta skapti eitt rætti­ligt split millum strandingar. Hetta kom at síggjast aftur á løgtings­ val­inum í 1945. Nú hendir tað óhoyrda, at tað resta bara Fólkaflokkinum sjey atkvøður at vera líka stórur sum Sam­ bands­flokkurin! Tað segðist, at Johan Poulsen bliknaði meir og meir, so hvørt sum atkvøðurnar vórðu taldar upp í skúlanum. Hann varð tó afturvaldur men sum eykavaldur. Sam­bands­flokkurin fekk tá 109 atkvøð­ ur, meðan Fólkaflokkurin fekk heilar 102, Sjálv­stýrisflokkurin fekk 7 og Javn­að­ar­ flokkurin 9 atkvøður. Nú var Sam­bands­ flokk­urin farin niður um helvtina av øll­um at­kvøð­unum og er bara eitt vet framm­ anfyri Fólkaflokkin. Johan Poulsen viðurkendi seinni, at hann hevði rættiliga brent seg, og hann fór ikki aftur at leggja seg út í lokalpolitikk. Men so við og við slætnaðu sjógvarnir aftur, og Sambandsflokkurin gjørdist aft­ ur tann stóri flokkurin á Strondum. Seinni er eisini bryggja komin í báðum støðum. Í 1946 fekk Sambandsflokkurin 123 at­ kvøð­ur á Strondum, Javnaðarflokkurin 10, Fólka­flokkurin 89. Sambandsflokkurin fekk tá 55% av øllum atkvøðunum. Sambandsflokkurin er framvegis tann stóri flokkurin á Strondum. Á sein­asta løg­ tings­vali fekk hann 37% av atkvøð­unum. Strend­ur fekk aftur valdan tingmann. Tó er Sambandsflokkurin størri á Toft­ um enn á Strondum. Rann saman við Petur Nakað eftir kríggið rann saman millum Pet­ur og meg. Vit hittust í losjuni, har hann var sera virkin. Petur fór á maskinskúla her í Havn eftir smiðjulæruna hjá Wenzel Pet­ersen. Men tá var neyðugt at fara til Dan­markar, um ein vildi hava tað víðkaða mask­inmeistaraprógvið. Hann vildi ikki fara niður, um eg ikki eisini kom við. Mær dámdi tað lítið, men eg segði so upp á posthúsinum. Postmeistarin, Danielsen, var so beinasamur, at hann skaffaði mær starv á einum posthúsi í Bagsværd. Postmeistarin var tá 63 ár og skuldi skjótt fara frá við pensjón. Hann var eitt so elskuligt menniskja. Hann var ógvuliga áhugaður í Føroyum og visti nógv meira um Føroyar enn eg visti. Hann kundi fortelja mær um Kirkjubø og so mangt annað. Tá ið eg fekk skerpikjøt heimani frá, fekk hann ein bita burtur av, og væl dámdi honum. Vermamma mín, Katrina Christiansen, doyði brádliga 1. okt. 1950 í góðum árum. Hetta var sera syrgiligt. Øll trý børnini vóru í Danmark, og hóast vit royndu, so var ikki møguligt at fara heim til jarðarferðina. Umframt Petur, vóru Maria og Haldor eisini í lestrarørindum í Keypmannahavn. Haldor læs kemiverkfrøði og Maria lærdi til barnagarðslærarinnu ella pedagog, sum tað nú kallast. Haldor gavst tá við lesnaðinum, fór heim og tók við handlinum eftir mammuna. Tá ið hon fór til gravar sótu vit saman í stov­uni og syrgdu. Katrina var sera skila­ góð, og í allar mátar ein góð mamma og ver­mamma. Tá vit komu heimaftur, arbeiddi eg eitt skifti á posthúsinum í Havn. Tað var munur á at arbeiða á posthúsi í Dan­mark og í Havn. Her var nógv meira at gera í Havn. Anna arbeiddi á posthúsinum í Havn Anthon Degn mátti lova pápanum, at Anna skuldi ikki sleppa at vera ov seint úti Nú er Petur komin inn í myndina Ískoyti: Í seinasta parti var prentgóðskan so vánalig, at tveir myndatekstir vóru ikki komnir við. Onnur myndin var av Hilmar Kass, floksfelaga hjá Onnu, og hin var av gamla mjólkabátinum, Tróndi, sum røkti ferðasambandið millum Strendur og Havnina.