Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 26 Eitt brot úr bókini um Olaf S. Tomsen Innleiðing Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen snýr seg um rithøvundan sjálvan, sum alt sítt tilkomna lív hevur livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum fólki. Hendan tilveran og frástøðan er ein berandi bulur í bókini. Bókin er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, vitjanum á almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum o.ø., sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Hetta gevur lesaranum innlit í innastu tankar og gerðir Olafs. Tilfarið er savnað saman yvir mong ár. Ein afturvendandi tráður í bókini eru vitjanirnar hjá Olafi á almennum vesum. Á slíkum ferðum tekur Olaf lesarin við sær inn í sína stongdu ver, og viðgerð lívsins køldu viðurskifti. Og í blaðnum í dag, sleppur lesarin við Olafi á ves í Útvarpinum. Á WC-vitjan hjá Útvarpinum Lívið er ein yvirmett utopi, har tann deyðiligi maðurin er á eini støðugari ferð eftir at vinna sær við­urkenning og vald. Meg­in­ parturin kemur grátandi tvørt­ur um deyðans málstriku við ein­ um feittutum bankaláni leinkjað um fótin. Hetta lívið er vorðið eitt sveiggjandi spæli­pláss hjá handils­vinnuni, har sølu­menn­ irnir kappast um at selja óvitum nyttu­leysar lutir, ið megna at gera okk­um glað fyri síðan at birta undir einsemið og hungranini eftir enn fleiri lutum. Handilsvinnan hevur fyri mongum árum síðani krossfest Guð og selt hann sum eina leiku. Hvør hevur brúk fyri einum guði, tá ið gleðin í glitrandi lutum, angandi mati og hungran eftir kostnaðarmiklum matriklum hálar í smílibondini? Í mong ár havi eg als ikki kent meg heima í hesum eftirhondini upp­spunna heimi. Eg kenni ei long­ur tráanina eftir práti við fyrr­verandi vinir og kenningar. Og eg ivist stórliga í, hvørt bleika hylkið handan kostnaðarmiklu pløgg­ini er av kjøti og blóði. Fyri at siga sum er, ræðist eg mannin á gøt­uni. Eg ræðist konuna, hann leið­ir, og eg ræðist børnini, hann trill­ar. Sjálvt barnavognurin er vorðin eitt statussymbol fyri pen­ ing og vald. Eg vildi ikki ynskt at verið piltur í hesum geislavirkna plastikk­heimi. Og tí skal eg aldri hava børn. Og eg skal heldur aldri hava eina konu. Um eg skal hava nakað, skal tað vera ein hundur, ið náttúran hevur fostrað. Ikki ein av hesum genmanipuleraðu puddil­hundunum, sum verða aldir upp í eini tvey-verilsis íbúð, inni­girdir av sofum, hundurin ikki kann ganga í, stólum, hann ikki má liggja í, ella blonkum gólvum, hann ikki sleppur at renna á.  Men hví átalar eingin skeivu gongdini? Hví steingir Lands­ kassin ikki handilsvinnuna og turk­ar teir dropar upp, hon kast­ ar av sær? Postverkið átti at verið und­angongufólk og brent lutirnar, so hvørt bingjurnar komu til landið. Er tað undarligt, at fólk nú á døgum fáa krabbamein og ang­ ist? Er tað løgið, at helmingurin av okkum hevur ovurviðkvæmi? Og hvat við matinum? Ja, mín matur spillist ei longur – heldur ikki um hann hevur staðið frammi í vikuvís. Sum ein ísbjørn á einum brán­ andi ísflaka vestanfyri Zanzibar, langaði eg fótin í skirvisliga køksborðið, bardi meg í slevjuta jakkan og slapp mær á dyr og út í bilosið, ið hýruvognssjaførarnir hjá Auto áttu at skammast yvir. Slík umhvørvissvín áttu at blivið spent frammanfyri eina hundasletu og brent sær nikotinfeittið av yvirkroppinum. Teir eru ímyndin av dovinskapinum sjálvum. Ávegis, breyt eg ein síðuspegil á einum hýruvogni og slapp mær síðani inn í Plantasjuna. Um eingin vil lurta, skulu tey hoyra. Og um eingin vil hoyra, skulu tey tvingast. Eg kvikaði mær framvið Havnará, sparkaði eftir nøkrum sjúku kloakkdunnunum og settið ferðina upp, beina kós móti Útvarpshúsinum. Eg sá fyri mær, hvussu eg trok­ aði meg fram um politikarar, sjón­ leikarar og kendar útvarpsrøddir, sostatt at eg kundi girða meg inni í einum av rásarúmunum og greiða heimsins íbúgvum frá teimum farsóttum, handilsvinnan lak upp gjøgnum skorsteinin dag út og dag inn. Ja, eg sá fyri mær, hvussu heimurin umfevndi meg, eins og var eg fyrsti pakkin av Pencilini í umferð – sum ein kornsekkur mill­ um svangar Somaliubúgvar var eg ljósið og vegurin út úr bukkvaldi. So stóð eg har. Uttanfyri stóra be­tongbygningin við Eystara Ring­ veg. Kendi meg eins og læknan á sinni, ið kom inn í bíðirúmið við syrgiligu boðunum. Ja, eg minnist tey enn... ,,Olaf. Pápi tín... Pápi tín er deyð­ur, Olaf. Har var einki, ið lækna­vísindin kundi gera. Hann hev­ur ligið ov leingi. Skulu vit ringja eftir onkrum, at koma eftir tær, Olaf?    ,,Nei, har er eingin...” Tað var mítt farvæl. Og síðani hevur tað heldur ikki verið nakar. Ikki ein. Ikki ein bróður. Ikki ein móður. Eingin. Og so vilja tey hava meg at lesa lýsingabløð, ið handilsmaðurin leggur í post­ kassan! Halda teir veruliga, at mær tørvar eitt nýtt sjónvarp fyri “einans 7.999 kr.”? Halda teir meg vera skít hamrandi býttan??! Nei, eg skal vísa teimum! Eg skal vísa hasum fanunum, hvar vørurnar skulu burturbeinast og brennast. Eg tók í kalda stálhondtakið og skrykti til mín. Læst. ,,So tey hava læst fyri mær”?, hugsaði eg við mær sjálvum. Eg bakkaði nøkur fet, hugdi inn um glashurðina og nikkaði. Fór síðani sníkjandi framvið veggjasíðuni og hugdi innum vindeyguni. Eitt av teimum stóð opið, og eg valdi tí at klintra innum. Eg traðkaði heildur skeivt fyri meg og fór skramblandi nið­ ur á gólvið og koppaði nakrar papp­eskjur. Lagna ella ei, var undirritaði mest sum av tilvild nú endaður í hjartanum á fjórða statsvaldinum; Bandasavnið. Eg hevði ilt við at trúgva, at eg, ja, sjálvur Olaf S. Thom­sen, var lendur her. Savnið yvir øllum søvnum. Hetta var sum at verða sogin inn í eitt frumkent hol, har atgongd einans var um­veg­ is girndirnar og kenslurnar hjá steinaldarmanninum. Eg reisti meg, bustaði moldina av skón­ um og slapp mær millum eina av mongu savnshillunum. Eg lat peikifingurin kráma støv­uta ham­in og merkti hvussu kropp­ shitin spjaddist. Við vinstru hond loysti eg brøkurnar og lenaði meg móti savnsrúgvuni. Ímyndaði mær hvussu eg kundi búleikast á ovastu hill. Her kundi eg liva eitt minimalistiskt og einsligt lív utt­an stúranini fyri deyðanum. Livað sum kondittarin, sum, hóast eitt áháldandi stórt undirskot, noktar at snara lyklinum og kasta húgvuna inn í ovnin. Her skuldi eg við gleði beint fyri mær sjálvum. Eg kveistraði lívligu myndina frá mær, knappaði brøkurnar upp aftur og slapp mær gjøgnum einu hurðina. Gekk niðan trappurnar og kom út á høvuðsgongina í sjálv­um Útvarpinum. Eg kvikaði mær framvið gomlu tólunum, ið maðurin í bandasavninum krógv­ ar fyri almenna Forn­minnis­ savn­inum, og stóð nú sum ein ósvar­aður spurningur á einum bræv­bjálva millum rásarúmini. Merkti brádliga hvussu bitlarnir í hold­inum á mær fóru sveimandi út úr klæðunum, inn í rásarúmini og inn í mikrofonirnar. Ja, við eitt sá eg meg sjálvan verða varpaðan út um alt Føroya land. Inn yvir døg­urða­borð í Leirvíksfirði, har mamman borðreiðir við fiska­ frika­dell­um og flustum eplum, framvið opnu kistuni í kapellinum í Lands­sjúkrahúsinum og suður­ um Skop­unarfjørð til Hovs, har pápin úti í túninum málar garðin myrka­reyðan. Tá var tað, at eg kendi tað á mær sjálvum. Ta góðu, gomlu kensluna. Hana, sum einans djórini ei hava tørv á at hylja. Jú, á WC mátti eg! Eg leyp oman stóru trappurnar og oman í høvuðsinngongdina. Hugdi meg um, turkaði sveittan av enn­inum og kvikaði mær gjøgn­ um einar smalar dyr. Eins og kropin inn á upp­tøku­ settið til ein gamlan sci-fi-film frá sjeytiárunum, stóð eg við eina langa, tronga gongd. Kendi hvussu Deyð­in slokti nakkahúðini á mær, og gneggjaði eina óendaliga vøggu­vísu í høgra oyra. Ein gul skrivstovuhurð stóð á glopp. “WC” stóð á einum ev­ arska lítlum skelti. Aldri havi eg upplivað nakað størri! Innast inni í fjórða statsvaldinum stóð eg í ein­um skrivstovuvesi! Kendi meg eins og ein njósnara í Kremlin. Eg gjørdi skjótt av og læsti hurð­ina, og skrykti í nakrar ferðir fyri at tryggja mær, at hurðin var læst. Hjartaði dukaði hart og títt. Fór eg at verða handtikin? Ja, er kring­varpsvesið í roynd og veru eitt alment WC? Einu løtuna kend­ist tað eins og var eg kropin inn gjøgnum ein vesiglugga í ein­ um privatum sethúsum. Eg tordi ikki út aftur. Fór eg at verða av­ dúk­aður? Skuldi eg nú standa til svars fyri mínum privata tørvi á at snodda at vesum? Eg sá fyri mær, Lýsingagrein