Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 27 hvussu frøðingarnir hjá Árna Olsen fóru at forvitnast og vildu kráma í lyndi mínum. ,,Olaf, hevur tú altíð verið hug­tik­in av vesum? Minnist tú tína fyrstu vitjan, altso vesi-vitjan? Varð tú elskaður sum barn? Veitst tú av, at tínar vesi-vitjanir eru í roynd og veru ólógligar?" Eg lat meg úr øllum klæðunum og traðkaði varisliga upp í land­krók­in og koyrdi grønu slanguna í munn­in. Andaði varliga og merkti kalda stálið busta óttan av mær. ,,Ongin sær teg, Olaf. Mamma er hjá tær. Legg teg bara. Eg fari aldri frá tær.” Kalda vatnið doyvdi óttan, og so hvørt sum droparnir rullaðu eft­ir mínum ljósabláa holdi, sakk eg djypri og djypri niður í und­ir­vitsk­una. Eins og eitt seyðakrov úr hvít­um gummi frá FK lá eg og gnaddaði aftur og fram í væl­ sign­aða landkrókinum. Eg mundi hava sovið. Vatnið rann nú niður á gólvið, og eg sá, at klæðini vóru vorðin vát. Eg kvikaði mær upp, gekk inn, har vesikumman er installerað og setti meg. Eini óalminduliga nossi­lig og snotilig ves. Flísarnir ang­aðu av klorini, sigarettroyki og krabbameini. Ein sannur, erligur og sera nútíðarhóskandi angi. Ja, eitt WC við upplivingum. Og har sat eg. Sat á sama bretti, sum Jógvan Asbjørn Skaale mundi hava nýtt mangan, allarhelst leingi í senn. Og ikki at gloyma films­snillingin Zakarias Hammer. Banda­savnið lá allarhelst inni við óteljandi upptøkum av hesum vesi. Og bustin. Afturvendandi mini­malistiska bustin. Av virðing noktaði eg at kína henni. Eygleiddi hana ístaðin fyri ta listaverk, hon altíð hevur verið. Minnist sum barn, hvussu eg hvørt kvøld vildi hava okkara vesibust við í song. Eitt satt mirakul og fyri ein bílig­ an penga. Og ein furða hjá handils­vinnuni. Eitt verk, sum fær hjólini at mæla. Ein artikkul, sum fær handilsmannin at lokka smábørnini úr triðja heiminum niður í eitt klorinbað. Endaliga var­an endar sum eitt hýggjuskotið halgi­menni djúpt niðri í fjórða stats­valdinum. Tit eiga øll at vitja hesi muse­ums- vesini, áðrenn deyðin beinir fyri tykkum. Tey hóska væl aftur við eini rullukøku og einum pakka av MBM-mjólk, skal ljóða í hesum viðmæli. Eins og ein dartpílur ávegis ókenda talinum á skivuni, bú­leik­ist eg millum fortíð og nútíð. Eins og eitt fløkt tógv havi eg mist fótafestið og havi ilt at skyna millum tað, sum er, og tað, sum var. Allar kenslur og øll minni útstrála somu mongd av geislavirkna eitrinum, sum varisliga týnir meg innanífrá og út. Eg kenni meg mest sum eitt gloymt stearinljós mitt á gólvinum í einum tómum og myrkum goymslu­húsum, og eg fari við vissu at brenna niður og køvast. Ikki er ein førur fyri at blása eldin út sjálvur. Nei, viðfødda glæm­an fær ein at standa stinnur í brimb­arda landslagnum. Her eri eg, og mítt lív í einsemi er hjá øllum at eyg­leiða. Sum ein dukka handan glugg­an í einum klædnahandli frá fornari tíð niðri í miðbýnum, er tað eigarin, ið ger av, hvør kann síggja meg. Eg havi ongan eigara, og Harrin hevur fyri mongum ár­um síðani fingið vitjan av Alois Alz­heimer og gloymt, hví hann setti meg út á tunna ísin at reika. Men eg eri her enn. Niðurslitin og mødd­ur kortini fullur av orku. Eins og ein svangur tarvur, sum verð­ur drigin fram av reinari hevnd. Hevndin er einasta rætt­vísið, ið finst. Og hevnd skal eg fáa. Onkun dagin. MÓTTØKA HJÁ TOYOTA Í KLAKSVÍK Í samband við at Hans Berg Hammer gevst eftir trúgva tænastu, verður móttøkta fríggjadagin 22. november frá kl. 14 til 16. Eisini verður høvið at heilsa uppá nýggja leiðaran Rúna Klein Joensen. Okkurt verður til ábit, og 17 sangarar koma at syngja. P/F REYNI SERVICE SÁMAL OG EIVIND KLINGRUGARÐUR 3 // FO-700 KLAKSVÍK // TEL 473 040 // RS@REYNISERVICE.FO 5 góðar grundir til at gerast limur: ■ Fá fleiri góðar lesiløtur saman við barninum ■ Fá bøkurnar beinleiðis til dyrnar - ókeypis ■ Vit velja røttu bókina, ið hóskar til barnið ■ Bøkurnar eru altíð bíligari enn í bókahandlunum ■ Atgongd at keypa á bokaklubbin.fo Tekna hald á bokaklubbin.fo og fá fyrstu bókina ókeypis Frakt íroknað Jól um árið ferðir 8 Gev børnum og ommubørnum ógloymandi løtur við føroyskum barna- og ungdómsbókum. 8 ferðir um árið kunnu tey gleða seg til ein pakka við eini spildurnýggjari bók Tel. 313756 / 235776 bokaklubbin@bokaklubbin.fo SPAR 30,- SPAR 22,- SPAR 28,- Prísur 138,- Prísur 170,- Prísur 160,- Prísur 98,- SPAR 20,- Prísur 74,- SPAR 14,-