hósdagur 21. november 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
30
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL
Tórsvøllur – týsdagur
klokkan 12
Á Tórsvølli týsdagin ganga tey
flestu bara og bíða og vóna.
Klokkan 17.00 skal U21-lands
dysturin ímillum Føroyar og
Norðurmakedónia spælast á
vøllinum, ið hevur verið frystur
seinastu dagarnar. Føroyska
U21-landsliðið hjá monnum,
hevur verið savnað síðani hós
dagin, men hevur ikki vant á
Tórsvølli, tí har er ikki hugs
ingur um at spæla fótbólt. Í
staðin fara U21-dreingirnir til
Sørvágs, har teir sleppa at brúka
vøllin, húsið og útgerðina hjá
07 Vestur til venjing. Tað man
fara at verða lýggjari komandi
dagarnar verður vónað, og tað
verður eisini roynt at hjálpa
vøllinum at tina við salti. Men
mánakvøldið er støðan spent.
Føroyska fótbóltssambandið,
UEFA, dómararnir og norður
makedónska fótbóltssambandið
semjast um at kanna vøllin týs
morgunin klokkan 10.00.
Royna til tað síðsta
Vøllurin verður saltaður og
bustaður aftur týsmorgunin, og
vónin um at spæla dystin livir
enn. Tey semjast um at taka
endaliga støðu klokkan 12.00.
Klokkan 11.00 skal føroyska
liðið hava taktikkfund á Hotel
Føroyum, men hann verður út
settur til vissa er fyri um dyst
urin verður leiktur.
Bustiakførini koyra enn
klokkan 12, tá ið umboð fyri FSF,
UEFA, norðurmakedónska fót
bóltssambandi og einir tríggir av
teirra leikarum møta við syðra
endan av Tórsvølli.
Øll spáka tey spakuliga inn á
miðjan vøll, og tey granska hvørt
fet eftir graslíkinum. Millum
stráini liggur krapi og smá gler
petti, ið eru trupul at busta
burtur. Umboðini nerta eftir við
fingrunum, og tykjast at gera
niðurstøður við misnøgdum
eygnabráum.
Tað ber ikki til
Tey savnast øll í miðkringinum
og munnu práta í einar fimm
minuttir, áðrenn eitt av FSF-
umboðunum fer yvir til vallar
umsjónarmannin, ið fær at vita,
at tey kunnu steðga at busta nú.
Dysturin verður av ongum.
Umboðini fyri FSF, UEFA og
norðurmakedónska fótbólts
sambandið, heilsa hvørjum
øðrum farvæl, og føroyingarnir
ynskja gestunum góða ferð
heim.
Norðurmakedónsku leikarar
nir spyrja ein av føroyingunum,
um hann kann taka eina mynd
av teimum á vøllinum. Teir
tykjast ikki so misnøgdir.
Veðrinum er eingin harri yvir.
Keðiligur endi á
fótbóltsárið
Á Hotel Føroyum hittist U21-
landsliðið til fund stutt eftir
klokkan 12. Leikararnir hava
havt varhugan av at tað ikki fór
at eydnast, og teir hava longu
pakkað taskurnar.
Umstøðurnar hava darvað
fyrireikingunum, men hópurin
hevði framvegis sett sær fyri, at
hevna stórtapi frá dystinum í
Norðurmakedónia..
So skjótt sum fundurin er
liðugur, eru teir flestu til reiðar
at fara heim. Teir taka viðførið
og fara beint í bilarnar. Fótbólts
árið endar uttan dyst.
Men undir Tórsvølli liggja rør
til eina hitaskipan, ið skal forða
fyri júst slíkum støðum. Skipan
in er bara ikki til reiðar enn.
SJURDUR@SOSIALURIN.FO
Hitarør hava ligið undir Tórsvølli síðani graslíkisvøllurin
var lagdur á í 2012, men tey eru ikki tikin í nýtslu.
Týsdagin høvdu tey verið kærkomin, tí frostur lá á
Tórsvølli frá hósdegnum til týsdagin, og U21-landsdysturin
ímillum Føroyar og Norðurmakedónia var av ongum
ÍTRÓTTUR: Fótbóltur
UEFA TEKUR ATLIT TIL VEÐRIÐ – MEN IKKI HJÁ UNGDÓMINUM
Í landsdystardøgunum eru eisini A-landsdystir, og Føroyar hava í vikuni
spælt í bæði Norra og Svøríki, meðan frosturin hevur ligið á Tórsvølli.
A-landsliðið hevði ikki sloppið at spælt teir dystirnar í
Føroyum, tí tá ið kappingin var løgd, var syrgt fyri, at eingin
dystur skuldi leggjast í Føroyum í november-mánað.
Tá ið skipað var fyri lutakastinum til undankappingina stóð í
samtyktunum hjá UEFA, at tíggju lond eru mett at hava ringar
umstøður um veturin. Tey eru Føroyar, Ísland, Finnland, Norra,
Hvítarussland, Estland, Lettland, Litava, Russland og Ukraina.
Í samtyktunum stendur, at ikki fleiri enn tvey av hesum
londum kunnu dragast í sama bólk. Endamálið við hesum er –
sigur UEFA – at minka um váðan fyri, at veðrið ger seg inn á
dystirnar ella at dystirnir í ringasta føri ikki kunnu spælast.
Landsdystur var av ongum:
HITARØRINI
HITARØRINI IKKI
IKKI
BUNDIN Í ENN
BUNDIN Í ENN
Tvey akfør halda fram at busta vøllin, meðan partarnir samráðast