Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 135 31 Fótbólts­sam­ bandið og kommunan skulu fáa skipanina lidna Har vantar enn onkur tøkni, sum eitt nú ein vekslari, áðrenn hitin í Tórsvølli kann takast í nýtslu, greiðir Virg­ar Hvid­bro, aðalskrívari í Fót­ bólts­sambandi Føroya, frá. Tað sum vantar í, er at Fót­bóltssamband Føroya og Tórs­havnar Kommuna fáa gjørt verkætlanina lidna í samstarvi, og aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum vænt­ ar at tað verður skjótt. Veðrið hevur ongantíð áður avlýst landsdyst Hann harmast eisini um, at dysturin týskvøldið var av ongum, og ásannar at skipan­ in skuldi helst verið bundin í áðrenn. Men øgiligi kuldin kom kanska eisini nakað óvart á, og ongantíð áður hevur verið neyðugt at avlýsa ein landsdyst vegna slíkar um­ støður. - Har var ein dystur í mars-mánað fyri nøkrum árum síðani, har stórkavi lá á Svangaskarði, og har mátti gravast og skumpast áðrenn dyst­urin kundi vera spældur, minn­ist aðalskrivarin, ið eisini greiðir frá, at tað plagar ikki at vera so ringar um­støður við frostinum í november. Tað er ein váði at leggja dystir hesa tíð. At spæla ein dyst í Føroyum í novembermánaði er kortini altíð ein váði við veðrinum, og Føroyar eru eisini ein av trim­um tjóðum í UEFA, sum hava tað atlitið, ið kallast ”Hard Winter Conditions”. Van­liga verður tikið atlit til dystar í hesum londum, og eitt nú í lutakastinum til undankappingina hjá A-lands­liðnum, var samtykt, at Før­oyar, Ísland og Finnland kundu ikki spæla heimadystir í nov­em­ber ella mars-mánaði, har lands­dystir annars eru á skrán­ni. Skulu spæla aftur í marsmánað Men hetta er ikki galdandi fyri U21-undankappingina, og Føroyar skuldu hava dystir bæði í november og mars- mán­aði. Eftir ætlan spælir U21- landsliðið tveir dystir á heima­vølli í mars, og vónin hjá FSF er, at hitaskipanin er kom­in í verk tá. Dýr nýtsla Tað skal kortini ikki væntast at vøllurin verður hitaður í heilum, greiðir Virgar Hvidbro frá. -Nýtslan av skipanini er dýr, staðfestir aðalskrivarin. Eitt vanligt venjingarkvøld um veturin verður skipanin ikki brúkt, men heldur er tað eitt slag av neyðloysn, tá ið støð­ur sum tann týsdagin stinga seg upp. Royndu við salti Fótbóltssambandið hev­ur eisini aðrar loysnir fram­man­ undan. Har er fólk, ið hevur ábyrgd av vøllinum, og roynt var eitt nú at leggja saltlaka á vøllin fyri at tina hann, men tað eydnaðist ikki. Tvey akfør bustaðu vøllin heilt til avgerðin var tikin klokk­an 12, tá ið dómararnir tóku endaligu avgerðina um at avlýsa dystin. Dagin eftir var vøllurin tinaður. Trupult at flyta dystir Har var eingin møguleiki at flyta dystin til dagin eftir, hóast Fótbóltssambandi skeyt ­tað upp. Altjóða fót­bólts­sam­ gongan, FIFA, hevur ávísar dagar, ið skulu brúkast at spæla landsdystir. Í ál­ma­ nakka­num hjá FIFA stendur, at hesir landsliðsdagar vóru mill­um hósdag og týsdag, og tí bar ikki til at flyta hann til eitt nú mikudagin, tá ið feløgini væntaðu sínar leikar­ ar at vera heima aftur. Tað var vónað og væntað at tað eisini fór at vera lýggj­ ari longu týsdagin, og UEFA- um­boðini hildu ikki at tað var ráðiligt, at royna at flyta dystin út um góðkendu dagar­nar til mikudagin, uttan vissu fyri at tað fór at eydnast at spæla dystin. - Tey trúðu okkum ikki ordi­liga, sigur Virgar Hvidbro. Samstundis verður álagt fyriskiparum at leggja so fáar dystir sum gjørligt í novembermánaði í hesum londum. Trý lond hava eyka atlit vegna serliga ringar vetrarumstøður – ella ”hard winter conditions”, sum tað eitur hjá UEFA. Tey eru Ísland, Finnland og so Føroyar. Hesi trý lond kunnu ikki spæla heimadystir í november ella marsmánað yvirhøvur. Men hetta hevur ikki verið galdandi fyri ungdómskappingarnar, og Føroyar fingu heimadystir í bæði november- og marsmánaði. Norðurmakedónar koma aftur í summar. Landsdysturin verður leiktur á Tórsvølli 20. juni 2020. Umboð fyri FSF, UEFA og norðurmakedónska landsliðið semjast um at avlýsa dystinum Umboðini nerta við vøllin – Har er gler millum stráini