hósdagur 21. november 2019síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 135
32
Møguleiki at keypa nýggj partabrøv
Bakkafrost P/F • Bakkavegur 9 • 625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • bakkafrost@bakkafrost.com • www.bakkafrost.com
P/F Bakkafrost gevur hervið partaeigarum, ið áttu
partabrøv í Bakkafrost, tá ið keypskálin (Oslo Børs)
stongdi 26. september 2019, høvi at tekna seg fyri
nýggj partabrøv í felagnum til kurs NOK 500 fyri hvørt
partabræv. Tilsamans eru upp til 1.000.000 nýggj
partabrøv tøk at tekna. Partabrøvini hava eitt áljóðandi
virði á DKK 1,00 og eru skrásett á Oslo Børs undir
eyðmerkingini (ticker code) „BAKKA“.
Endamálið við tilboðnum er at tryggja, at eisini teir
partaeigarar, ið ikki fingu høvi at tekna seg fyri nýggj
partabrøv til kurs NOK 500 tann 25. september 2019,
nú fáa høvi at vera við. Sostatt verða allir partaeigarar í
mest møguligan mun viðgjørdir eins og hava møguleika
at minka um útvatningina av ognarluti sínum í P/F
Bakkafrost.
Treytin fyri tekning er, at partaeigarin:
•
Átti partabrøv, tá ið keypskálin (Oslo Børs) stongdi
26. september 2019
•
Ikki fekk høvi at tekna partapening 25. september
2019
•
Er búsitandi í einum landi, sum loyvir tillutan av
tekningarrætti til partabrøv sambært treytunum í
prospektinum. Føroyar og hini Norðurlondini eru
m.a. dømi um lond, ið lúka treytirnar.
Partaeigari, ið lýkur hesar treytir, fær tillutaðan rætt at
tekna seg fyri og fáa tillutað nýggj partabrøv, svarandi
til 2,85% av samlaða ognarluti sínum, tá ið keypskálin
(Oslo Børs) læt aftur 26. september 2019. Møguleiki er tó
at tekna seg fyri eitt hægri tal av partabrøvum (yvirtekna
seg). Tó fær eingin partaeigari tillutað meira enn 14,5% av
partabrøvunum, sum hann átti, tá ið keypskálin læt aftur
26. september 2019.
Høvi er at tekna partabrøv frá 21. november 2019 kl.
08:00 føroyska tíð og til og við 05. desember 2019 kl.
15:30 føroyska tíð.
Áhugað skulu kunna seg um prospektið og
tilhoyrandi tilfarið, ið er tøkt á heimasíðuni hjá
Bakkafrost:
https://www.bakkafrost.com/fo/investor-relations/share-
information/bakkafrost_prospectus/prospecus-and-
subsequent-offering-nov-2019/
Tekningin fer fram við at venda sær til peningastovnin,
har goymsla partaeigarans er.