Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. november · Nr. 136 TÍÐINDI Eitt barn farið akutt á Ríkis­ sjúkrahúsið við VTEC-bakteriu Eitt barn, ið hevur gingið á stovninum Miðgarði í Miðvági, fór í seinastu viku akutt á Ríkissjúkrahúsið. Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, veit ikki enn, av hvørjum barnið er smittað, men hann biður fólk um at leggja dent á reinføri Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Barnið hevði VTEC-bakt­eri­ una, og nú verður tað kannað nærri á Ríkissjúkrahúsinum. Eg veit ikki, hvussu støðan er hjá barninum í løtuni, sigur Lars Fodgaard Møller. Trý onnur børn á dag­stovn­ inum í Miðvági hava havt leyst lív, og tey hava verið á Lands­ sjúkrahúsinum til kanningar. Tey eru tó farin heimaftur. Men um tey merkja nøkur sjúku­eyðkenni, so skulu tey siga beinanvegin frá aftur og fara á Landssjúkrahúsið, sigur landslæknin. Kenna ikki smittukelduna – Vit vita ikki enn, hvør smittu­ keldan er. Barnið kann eins væl verða smittað onkra aðra­ staðni enn í barnagarðinum, sigur Lars Fodgaard Møller. Í morgun eru dagstovnarnir Miðgarður í Miðvági og Sólju­ garður í Sandavági stongdir, tí at har verður gjørt høvuðs­ reint. Millum annað verða leik­ ur og annað sprittað. – Sjálvt um eingi børn hava havt sjúkueyðkenni í Sólju­garði, hava vit valt at gera høvuðs­ reint í báðum barna­gørð­unum. Betur fyrivarin enn eftirsnarin, sigur Eyðdis Hart­mann Nicla­ sen, borgar­stjóri í Vága komm­ unu. – Tað er gott, at kommunan nú ger nakað eyka fyri reinføri á dagstovnunum í komm­un­ uni. Gott reinføri er besti hátt­ ur at fyribyrgja smittuni, sigur landslæknin. VTEC-bakterian VTEC er ein bakteria, sum elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og febur. Í nøkrum førum kann hon elva til nýrasjúku (HUS), sum er meira álvarsom. – Børn reagera ógvusligari uppá hesa bakteriuna, og tí ræður um hjá foreldrum at fara til lækna við børnunum, um tey fáa leyst lív, sigur lands­læknin. Hann vísir á, at tilburðirnir higartil, eru avmarkaðir til eina stovu á stovninum Mið­ garði í Miðvági. Bakterian kann koma frá skarni hjá bæði fólki og fæi, umframt dálkaðum mat­vør­ um, og hon fer síðani frá hond­ um og í munnin.  – Besta fyribyrgingin ímóti VTEC bakteriuni, er at vaska hendurnar ofta og væl, sigur landslæknin. Tvey donsk børn deyð av somu bakteriu Í 2018 vóru 398 tilburðir av STEC/VTEC og HUS bakteriu í Dan­mark. Tað sæst í upp­lýs­ ingum hjá danska Heilsu­stýr­ inum. – Í september doyðu tvey donsk børn av VTEC bakt­eri­ uni. Tað føroyska barnið, ið er farið á Ríkissjúkrahúsið, hevur eftir øllum at døma ein annan und­irbólk av hesi bakteriuni, enn tey bæði donsku børnini høvdu. Vit eru tó fyrivarin, og øll børn, sum fáa sjúku­eyð­ kenni, mugu kannast nærri, sig­ur landslæknin. Støðan við VTEC-bakteriuni verður tikin í álvara, og Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan ger eis­ ini ymsar kanningar, fyri at kanna mat og annað, upplýsir lands­læknin. – Mær vitandi er hetta fyrstu ferð, at VTEC-bakterian er staðfest í Føroyum. Hon er í øllum førum ikki staðfest her áður, meðan eg havi verið í starvi her, sigur Lars Fodgaard Møller, ið varð settur í starv sum landslækni 1. november 2017. Øll foreldrini á Miðgarði í Miðvági eru kunnað um støð­ una. Skúlin á Giljanesi hevur eis­ini kunnað næmingar og for­eldur um støðuna. Tað er eitt barn, ið hevur gingið á dagstovninum Miðgarði í Miðvági, sum hevur fingið staðfest VTEC-bakteriuna Lars Fodgaard Møller, landslækni