mánadagur 25. november 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. november · Nr. 136
TÍÐINDI
Tá Rúna kom
við í Natholdet
- Eg fekk slett ikki frið. Øll vóru eftir mær og hildu tað
vera nakað so stuttligt, sigur Rúna Frimannsdóttir, sum
við sínum stuttligu og speisku viðmerkingum í samrøðu
við 3-2 knappliga endaði í donskum sjónvarpi
Pætur Hjalmar Evensson
Klaksvíkingurin
Rúna
Fri
mannsdóttir fekk fyri góðari
viku síðani stóran part av
kongaríkinum at trekkja upp á
smílibandið og skella í látri.
Hennara ærliga og stuttliga
lyndi kom til sjóndar í einari
videosamrøðu við Kringvarpið,
sum populera danska sending
in Natholdet síðani valdi at
vísa á TV2.
Í samrøðuni er hon stødd í
Gundadali, nakað áðrenn av
gerandi gulldystin millum B36
og KÍ. Har spyr Kringvarpið
hana nakrar spurningar, og
hon sigur millum annað so
leiðis:
- Gemalurin liggur á sofuni
og snorkar við hús. Hann er
ikki interesseraður. Tað er farið,
tann tíðin, tá mann var for
elskaður og kundi freista hvønn
annan, segði Rúna, sum so
fekk uppfylgjandi spurning
frá journalistinum Mariu Ziska
sen.
- So fært tú sikkurt eina
heita dýnu, tá tú kemur heim í
kvøld? segði Maria Ziskasen.
- Heita dýnu?! Eg ætli mær
at ballast í alla nátt! svaraði
Rúna Frimannsdóttir uttan at
blunka.
- Eg tók tað við
stívum ørmum
Hetta klippið kom í 3-2, sum
varð sent seinni.
- Tá eg bleiv spurd um sam
røðu, helt eg, at samrøðan skuldi
vera aftaná dystin, um tað nú
hendi, at KÍ blivu føroya
meistarar. Men eg bleiv allíka
væl interviewað áðrenn dyst
in. Eg tók tað bara við stívum
ørmum og svaraði fyri meg,
fortelur Rúna Frimannsdóttir.
- Tey ringdu til mín seinni
og søgdu, at tað kom í 3-2, tí tey
roknaðu ikki við, tað fór at
koma við. Men eg segði, at tað
skuldu tey einki leggja í, tí KÍ
vóru føroyameistarar. Um tað
nú ganga 20 ár, til KÍ vera før
oyameistarar aftur, so er alt
gloymt. So eg hugsaði bara fín
astaslag, flennir hon.
- Vit byrjaðu dagin við
morgunmati í KÍ høllini, so vit
vóru øll uppkoyrd og í góðum
lag.
Klippið fór víða um
Poddvarpið Amatøroyar valdi
síðani at deila hetta klippið á
sínum Instagram-vanga, og tá
byrjaði klippið av álvara at
ferðast runt á sosialu miðlun
um.
- Amatøroyar eru tveir kúll
ar, sum gera gjøldur burtur úr
øllum. Teir løgdu klippið frá
3-2 út, og so kom eldur í bein
anvegin, tí fólk deildu tað víð
ari, sigur Rúna Frimannsdóttir.
Tað útviklaði seg so til, at
danir eisini funnu fram til
stuttligu samrøðuna, og knapp
liga var Rúna við í kendu
sendingini Natholdet. Anders
Breinholdt, vertur í Natholdet,
plagar at vísa stutt skemtilig
brot fyri gestum sínum í send
ingini, og hesa ferð var gestur
in føroyavinurin, Anders Lund
Madsen, sum eisini helt klippið
vera ógvuliga stuttligt.
- Vit elska hendan føroyska
fótbóltsfjepparan!
skrivaði
Natholdet á facebooksíðu síni,
har klippið var væl umtókt.
Fekk ikki frið
Rúna Frimannsdóttir minnist
aftur á, tá hon av fyrstan tíð
hoyrdi, at hetta var komið við í
Natholdet.
- Eg fekk eitt klipp sendandi.
Tað var hetta sama klippið frá
3-2, men hesa ferð var tað í
Natholdet. Eg hugsaði bara “jú
jú, um tey fáa gleði burtur úr
tí, so er fínt.” Tá tað kom út á
Natholdet, fekk eg slett ikki
frið. Øll vóru eftir mær og
hildu tað vera nakað so stutt
ligt, og tað helt eg eisini, fortel
ur hon.
- Tey flestu hava verið posi
tiv um hetta. Men so er tað
onkur, sum hevur spurt, hvat
gemalurin sigur til tað, at eg
segði, at hann lá og snorkaði í
stovuni og hetta við forelskils
inum. Tað segði eg bara, fyri at
tað skuldi blíva stuttligt. Sjálv
ur heldur hann, at tað er so
eviga stuttligt, so hann flennir
bara. Børnini søgdu við meg, at
fólk sikkurt hava hildið meg
verið fulla, men nei, tað var eg
yvirhøvur ikki. Eg var bara í
góðum lag, flennir hon.
Omma ársinsleikara
Í videobrotinum sæst, at á
høgra kjálka hjá Rúnu stóð
“Ommusa”, og á vinstra kjálka
stóð talið nummar 10. Hetta er
ikki tilvildarligt, men er ein til
sipan til ommusonin, Jóannes
Bjartalíð, sum spælir við KÍ og
eisini bleiv kosin sum ársins
fótbóltsleikari.
- Á plenuni havi eg altíð
kallað hann fyri “ommusa”.
Síðan Jóannes kom á KÍ liðið
havi eg verið til hvønn dyst
heima, og eg havi eisini verið
við liðnum uttanlands, sigur
trúgvi KÍ-fjepparin, Rúna Fri
mannsdóttir.
- Eg haldi eisini, at Jóannes
heldur tað vera stuttligt, at eg
segði hatta, tí tað eru nokk ikki
allar ommur, sum eru soleiðis,
flennir hon.
KÍ
vann
sannførandi
í
Gundadali hendan dagin, og
hetta er nakað, Rúna og aðrir
klaksvíkingar hava bíðað eftir
leingi, so gleðin var stór, tá
dómarin floytaði dystin av.
- Tá bleiv eg garrvill. Eg
hoppaði í einum upp um rekk
verkið og inn á plenuna. Tað
var ein virkuliga stuttligur
dagur, og so fór eg til hús og
harfrá beinleiðis í veitslu, líka
sum eg segði í samrøðuni. Alt
var so eviga gott, og øll vóru
glað.
Rúna Frimannsdóttir í samrøðu við 3-2 hjá Kringvarpinum (Skermmynd: Kringvarpið)