mánadagur 25. november 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. november · Nr. 136
TÍÐINDI
Fyrireika
jólasølu
alt árið
Leygardagin var afturvendandi jólasølan
hildin á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík.
Eitt tiltak, sum borgarar og starvsfólk
gleða seg til og arbeiða fram í móti í langa
tíð, sigur Poulina Johannesen, leiðari
á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Á Verkstaðnum á Brekku í
Klaksvík eru dagliga á leið 32
borgarar, sum smíða, mála,
binda, pakka og mangt annað.
Flestu teirra, sum arbeiða á
Verkstaðnum á Brekku búgva
í Klaksvík. Summi eru heima
búgvandi, og onnur búgva á
stovnum í býnum. Lutirnir, ið
verða evnaðir har eru til sølu
alt árið, men árliga jólasølan
fyllir nógv allar mánaðirnar í
árinum, tí beint eftir summar
frítíðina fara borgarar saman
við starvsfólkum at fyrireika
árligu jólasøluna, sum lokkar
nógv vitjandi á gátt.
Borgararnir eru ómetaliga
spentir og møta trúliga upp at
hjálpa til og selja kaffi, megna
tey tað, greiðir leiðarin á Verk
staðnum á Brekku, Poulina Jo
hannesen, frá.
Hóast jólasølan longu hevur
verið, so er Verkstaðurin eisini
opin vanligar gerandisdagar
frá 8:30 til 16:00, og til ber at
fara framvið at hyggja, bíleggja
sergjørda vøru ella keypa.
- Tað koma ofta nógv fólk
tann dagin, tá jólasølan er,
men tað ber altíð til at støkka
inn á gólvið hinar dagarnar,
sigur Poulina Johannesen.
Verkstaðið
á
Brekku
er
ætlað fólki, ið bera likamligt
ella sálarligt brek, og sum ikki
kunnu røkja arbeiði á arbeiðs
marknaðinum undir vanligum
treytum. Tilboðið er somuleið
is ætlað fólki, sum hava stóran
tørv á stuðli og hjálp í ger
andisdegnum.
Í Verkstaðnum á Brekku
verður dentur lagdur á at
stimbra og menna samskiftis
evni, sansir og kropp. Arbeiðs
tilboðið verður lagt til rættis
soleiðis, at fólkini kunnu ar
beiða so sjálvstøðugt sum
gjørligt, samstundis sum tey
eisini fáa møguleika at menna
sína persónsmensku, sínar anda
ligu og likamligu førleikar.
Virkað verður fyri trivnaði og
samansjóðing í gerandisdegn
um, og skipað verður eisini
fyri ymiskum felagstiltøkum,
so sum jólahugna, føstuláv
intshaldi og summarveitslu.
Jólasølan góða undirtøku
Poulina Johannesen sigur, at
borgarar, ið eru knýttir at
verkstaðnum og starvsfólk, ið
arbeiða har gleða seg til árligu
jólasøluna, sum er eitt serstakt
og afturvendandi tiltak hjá
stovninum.
- Tað liggur ómetaliga nógv
arbeiði í jólasøluni, so vit ar
beiða miðvíst í tveir til tríggjar
mánaðir, sigur hon.
Á verkstaðnum gera tey alt
møguligt frá plattum til fiski
vinnuna og kassum til bryggj
arí til dukkuvognar, postkass
ar, hillar, taskur, pútur, bundin
pløgg og jólaprýði.
Verkstaðið á Brekku ger eis
ini arbeiði fyri millum annað
Føroya Bjór og Look North.
- Vit vóna sjálvsagt øll, at
nógv fólk koma á gátt, og her
verður nógv at síggja av ym
iskum hondgjørdum lutum,
bæði prýðislutum og brúkslut
um, og her er nógv, sum hevur
tilknýti til jólini, sigur hon.
- Tað eru serliga tingini, ið
eru gjørd úr træi, sum eru væl
Jólasøla:
Hóast jólasølan longu hevur verið, so
er Verkstaðurin eisini opin vanligar
gerandisdagar frá 8:30 til 16:00, men
týsdagar letur aftur klokkan 14:00