fríggjadagur 28. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 143 - 27. juli 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Tjóðarhátíðin
– ólavsøkan
Í DAG og í morgin er tjóðarhátíð okkara –
ólavsøka. Onnur lond hava sín tjóðardag, sum
tey hald við røðum, skrúðgongum, tónleiki, bjóri
og skemti kring alt landið. Vit hava afturímóti
eina tjóðarhátíð, sum bara verður hildin í høv-
uðsstaðnum, og sum fevnir víða. Ja, bara hug-
flogið setir mark fyri, hvussu fjølbroytt ólavsøkan
er.
MEN hon hevur eisini nakað grundleggjandi,
sum savnar tjóðina og sum er við til at skapa
tann føroyska samleikan. Eitt er summarstevnan
við tjóðarítrótt okkara, kappróðrinum. Eitt ann-
að er ólavsøkugudstænastan við skrúðgonguni,
sanginum á Tinghúsvøllinum og løgtingssetanini
ólavsøkudag.
HETTA er tann formligi parturin, sum vit hava
hildið fast um í mong ár, og sum vit eisini fara at
halda fast um, tá vit hava fingið eina nýggja
stjórnarskipan, sum alt bendir á, at vit fara at
fáa. Gudstænastan og løgtingssetanin ímyndar
kristna grundstøðið hjá føroysku tjóðini og tann
stjórnarliga myndugleikan her á landi.
Hetta er sjálv hátíðarløtan, sum tíverri alt ov fá
fáa við, tí ólavsøkuaftan gjørdist ov drúgvur ella
tí at ov nógv var innanborða. Ólavsøkan er jú
eisini veitslan fram um allar aðrar veitslur. Blíð-
skapurin og versskapurin er góður og ímyndar
føroyskan hugburð, tá hann er bestur. Tað er jú
eisini á ólavsøku, at mong hittast á fyrsta sinni
– í dansi, í gonguni oman eftir og niðan eftir, í
veitslulag ella í samkomum.
ÓLAVSØKAN er ein partur av mentan okkara,
og í øllum hurlivasanum eru mong mentanar-
tiltøk á skránni. Tann stóra listaframsýningin er
eitt. Sangurin á Tinghúsvøllinum er eitt annað.
Andaligi sangurin hjá samkomunum er eitt triðja.
Ólavsøkukabarettin er eitt og tann stóra popp-
konsertin er upp aftur eitt annað. Og so fram-
vegis og so framvegis.
SAMANUMTIKIÐ er ein stórfingin hátíð, sum
nógv gleða seg til og tí stevna til Havnar, sam-
stundis sum nógv havnarfólk rýma undan og út
á bygd. Tað er jú eisini tey, sum halda, at ólav-
søkan er nakað tvætl, ein drukk- og rukkuveitsla,
sum ein mentað tjóð ikki eigur at góðtaka. Hesi
sakna kanska tað meira fólksliga, sum saman-
bindur fólk í tí stilla.
MEN ólavsøkan er ólavsøkan. Vøkan til minnis
um Ólavs hin Heilaga. Karmarnir eru har og so
stendur tað upp til tann einstaka at hava eina
góða ella minni góða ólavsøku. Sjálvandi ynskja
tey flestu, at rok og ólevnaður er sum minst, og
at hátíðardámur saman við tí sømiliga veitslu-
lagnum er í hásæti. Og við hesum orðum ynskir
Sosialurin øllum føroyingum – á bygd og í bý –
eina góða ólavsøku.
Nú er so nýggja „Minn
meg á“ bókin aftur kom-
in í handlarnar fyri tíðar-
skeiðið 2000/2001. Bók-
in varð borin út í handl-
arnar 26. juli, og í kom-
andi viku verður hon at
fáa í bókasølum og á øll-
um Statoil støðum kring
landið.
Søluprísurin fyri bók-
ina er, eins og í fjør, 55
kr, og fyri hvørt eintak
ið selt verður, fær Barna-
hjálpargrunnurin fimm
kr. Eisini ber til at ogna
sær eina A2 plakat av
permuni fyri 25 kr, har
bókin annars fæst.
Eitt sindur um leikin:
”Mosterspælið” sigur frá
um eina dramatiska broyt-
ingartíð í Noregssøgu, har
trúgv, - gomul og nýggj -
møtast. Sjónleikurin sigur
frá einum tríatiára skeiði -
nevniliga frá 995, tá ið
Ólavur Trúgvason kemur
heim fyri at krevja sín
kongsarv og fyri at kristna
landið og til 1024, tá Ólavur
Haraldsson fekk Kristnu
rættarskipanina lýsta á
Mostertingi. Soleiðis kom
Moster at verða ein søgulig-
ur staður.
Mosterspælið
er
eitt
samstarv millum nógv fólk,
flestu
teirra
amatørar.
Onkur yrkisleikarai er eisini
við. Leikurin hevur verið
spældur í Moster Amfi
hvørt summar síðan 1984,
vanliga á hvítusunnu, og
o.u. 85.000 hava sæð leikin
hesi árini.
Norska dagblaðið Aften-
posten segði um Moster-
spælið:
„Norskt
mentanarlív
blómar sum ongantíð áður“,
segði
Åse
Kleveland,
Bømloteatrið úr Noregi
á Føroyaferð
Týsdagin 1. august 2000 kl. 19.00 verður leikurin
„Kristnu Kongarnir á Moster“ framførdur í
Norðurlandahúsinum.
mentamálaráðharri. „Tann,
sum var áskoðari á Amfi-
pallinum í Moster, tað
stórsligna útisjónleikara-
húsið í Bømlø við meiri
einn 1500 fólkum og upp-
livdi „Kristnu Kongarnar í
Moster“, sum Johannes
Heggland hevur skrivað,
fekk eitt stórsligið prógv
fyri, at hetta er sonn tala....
Ein avbera stórsligin fram-
førsla.“ Soleiðis skrivaði
Eilif Straume.
Leikurin er í trimum pørt-
um.
Í 1. parti liva fólk enn
við síni gomlu trúgv. Árið
er 995. Ólavur Tryggvason
kemur siglandi vestanífrá
og krevur, at fólkið skal
taka seg til kong og taka við
kristnari trúgv. Hæddar-
punktið er hin fyrsta kristna
messan á norskari jørð. Fólk
taka við nýggju trúnni, men
nøkur fella frá.
Í 2. parti kemur Ólavur
Tryggvason, kongur, aftur
til Moster í árinum 997 og
stevnir fólkinum til tings at
noyða tey at vera lýðin móti
kongi og kristnu trúnni.
Í 3. parti fara hending-
arnar fram í árinum 1024.
Ólavur Haraldsson, seinni
Ólavur Halgi, kemur við
fylgi sínum til Moster, har
”Kristinrætturin”
verður
lýstur.
Í ferðalagnum eru 80
fólk, leikarar og hjálparfólk.
Tey koma higar úr Íslandi,
har leikurin skal spælast á
Reyholti Ólavsøkudag í
sambandi við 1000 ára
hágtíðarhaldið hjá íslend-
ingum. Hjástødd undir
sýningini í Reyholti verða
norsku kongshjúnini, ís-
lendski forsetin, og aðrir
gestir.
Sýningin í Norðurlanda-
húsinum er í sambandi við
okkara 1000 ára hald fyri
Kristnanini.
„Minn meg
á“ bókin
komin
26. juli varð nýggja
„Minn meg á“
bókin borin út í
handlarnar
RÚNAR REISTRUP
Nú um ólavsøkuna kemur
ein nýggj føroysk single-
fløga út. Tað er 29 ára gamla
Randarsól Vilhelmsen, ið
fyri fyrstu ferð gevur út
fløgu.
Á fløguni eru trý løg, ið
Randarsól sjálv hevur gjørt
orð og lag til. Hon sigur, at
løgini á fløguni eru skrivað
út frá upplivingum, hon
hevur havt .
Stendur tað til sanga-
rinnuna, er hendan stakfløg-
an bert byrjanin. Hon hevur
longu sett nøsina upp ímóti
einari lívsleið innan tónleik.
– Ætlanin var bara at gera
eina demofløgu, sum eg so
kundi senda út til plátufeløg
í Danmark, men Róin
Siggertson, ið hevur pro-
duserað fløguna, helt at tað
var vert at gera eina rætti-
liga fløgu og geva hana út,
sigur Randarsól Vilhelm-
sen.
Nú fløgan er liðug, ætlar
Randarsól at seta seg í sam-
band við donsk plátufeløg
og vísa teimum fløguna.
Við hesum vónar hon at
Randarsól við
trimum løgum
Randarsól
Siggertsen hevur
eftir tíggju ára
útlegd í
Danmark givið
út stakfløgu í
Føroyum.
leggja lunnar undir eina
fløguútgávu í Danmark.
Fløgan er upptikin í studi-
onum hjá Róin Siggertson í
Herlev.
Randarsól stendur sjálv
fyri fløguútgávuni. Plátufe-
lagið Tutl marknaðarførir
hana.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Regin
Dahl.
Punktum.
Hann er føddur í desember
1918 og klokkan fimm í dag
letur hann enn eitt yrkinga-
savn av hondum. Og talan
er um spildurnýggjar yrk-
ingar. Seinastu mánaðarnar
hava hansara ristandi hend-
ur meitlað, og brennandi
skapanarhugur evnað 30
yrkingar. Og Regin er orða-
smiður um ein háls. Prósta-
sonurin við vakra umhvørv-
inum í Sandagerði sum
grundvølli
hevur
aftur
spískað
blýantin. Tann
langtandi útisetin, heims-
borgarin, ríkar okkum aftur
við flógvum orðum, frá
árum ið sleptu, og kærleikin
er afturvendandi, sama ger
um hann er vendur móti
føðilandinum, ella um hann
fer millum mann og kvinnu,
lúrin, deiligur og sjarmer-
andi.
Og lesarin sleppur heilt
inn um dyrnar hjá Regini
við nýggja yrkingasavn-
inum. Á aðrari síðuni stend-
ur yrkingin prentað, og á
hini er avrit av handritinum
til yrkingina, so tú kann
merkja bæði lag og ólag, tá
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Fýra fólk eru fyri fyrstu ferð
við á eini listaframsýning,
tá listaframsýningin í Lista-
skálanum letur upp Ólav-
søkuaftan.
Hósdagin stríddust tey
við at heingja tær seinastu
myndirnar upp og ein av
fyriskiparunum, Jens Fre-
driksen, sigur, at framsýn-
ingin verður spennandi í ár.
Ólavsøkuframsýningin
hevur verið hildin í mong
ár, og hon er sera væl um-
tókt. Nógv fólk vitja.
Framsýningin er sensu-
rerað, og øll sleppa ikki við.
Ein trímannanevnd velur
myndirnar. Nógv dugnalig
listafólk hava nýtt Ólav-
søkuframsýningina sum ein
pall fyri at koma víðari á
skapandi leiðini. Á fram-
sýningini eru altíð verk av
okkara fremstu listafólkum
blandað saman við teim
nýggju
The Grand Old Man við feskum yrkingum
orðini eru fest á blað.
Deiliga privat og ein fongur
hjá teimum, sum dáma at
lesa um rithøvundar. Eitt
petti av eini ævisøgu, áðr-
enn ævin er av.
Regin hevur verið ein
sera skapandi maður, og
hóast hann kanska mest er
at hoyra í dag sum tóna-
smiður, so standa hansara
yrkingar ikki aftan fyri í
dygd.
Hann er sín egin, hann er
djarvur, og hann yrkir neyv-
an fyri at tekkjast.
Í sambandi við at yrk-
ingasavnið
„Smámunir“
kemur út, verður samkoma
í Listgallarí Vágsbotn, har
høvundurin
verður
til
staðar. Har verða eisini onn-
ur yrkingarasøvn, sum hann
hevur latið úr hondum til
keyps.
Dótturin Anna Maria hev-
ur prýtt bókina við tekn-
ingum, og hon sýnir sjálv
fram á Ólavsøku í Vágs-
botni.
Fýra nýggj
á ólavsøku-
framsýningini
Regin Dahl. Mynd: Jens
Kr. Vang
Framsýningin er opin á
Ólavsøku frá klokkan tvey
Jens Kr. Vang
seinnapart til klokkan átta
á kvøldi.