Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 gult cyan magenta svart 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 gult cyan magenta svart Býráðs- formaðurin á Tvøroyri bleiv illa við – Tann dagin, vit hava brúk fyri at taka samferðslu- havnina á Drelnesi til oljuhavn, gera vit tað. Men vit fara ikki at lata landskassanum endurgjald afturfyri, sigur Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri ÁKI BERTHOLDSEN –Eg má viðganga, at eg bleiv eitt sindur illa við. Dan Nielsen, býráðsfor- maður á Tvøroyri sigur, at tað kom eitt sindur óvart á seg, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjar- málum, nú nevnir møgu- leikan at reisa endurgjalds- krav ímóti Tvøroyrar Bý- ráð. Tvøroyar Kommuna hev- ur í fleiri ár arbeitt við at gera eina oljuhavn á Tvør- oyri. Býráðið hevur ongantíð dult, at ætlanin er at taka samferðsluhavnina á Drel- nesi til endamálið. Men tað fer so at bera í sær, at tað verður neyðugt at finna eina aðra sam- ferðsluhavn til Smyril. Men í Sosialinum fyrr í vikuni sigur Karsten Han- sen, at tað er ikki vist, at landsstýrið uttan víðari fer at góðtaka, at Drelnes verð- ur tikin til oljuhavn. Landskassin hevur goldið ein part av havnini á Drel- nesi og verður hon nú tikin til onnur endamál enn sam- ferðsluhavn, kann tað koma upp á tal at krevja endur- gjald frá Tvøroyrar Komm- unu, sigur landsstýrismað- urin. Hann legði afturat, at undir øllum umstøðum kann tað ikki koma upp á tal at Drelnes verður tikin til oljuhavn, fyrrenn ein onnur samferðsluhavn er tøk til Smyril, tí tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri Suðuroynna, um ongin samferðsluhavn er. Nýggi rækjutrolarin hjá Vágbingum fiskar væl ÁKI BERTHOLDSEN Higartil hevur tað gingið væl hjá nýggja rækjutrolar- unum hjá vágbingum. South Island fór til fiski- skap 1. mars og nú fara teir skjótt at avreiða at sætta túr- inum. Seinast teir avreiddu var 7. juli, tá ið teir løgdu fimtu lastina upp á land. Hesar fimm túrarnar hava teir avreitt tilsamans 1100 tons. Sostatt hevur South Island í miðal fingið 275 tons um mánaðin. Og hendan sætta túrin hevur fiskiskapurin verið tann sami, so nú fara teir skjótt innaftur. Hesin South Island er tann báturin, sum vágbingar –Tað er onki at raffla um: Tvøroyrar Kommuna hevur fullan ognarrætt og nýtslurætt yvir havnini á Drelnesi. Og landsstýrið hevur longu góðtikið, at hon verður tikin til okjuhavn. So endurgjald til landskassan kemur ikki upp á tal, sigur Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri Onki endurgjaldskrav Hetta kom eitt sindur dátt við hjá býráðsformanninum á Tvøroyri. Dan Nielsen leggur stór- an dent á, at landsstýrið hevur hvørki fær, ella hevur rætt til endurgjald frá Tvør- oyrar kommunu, um so er, at Drelnes verður tikin til oljuhavn. Hann vísir á, at havnin á Drelnesi er ogn hjá Tvør- oyrar Kommunu og at kommunan tískil eisini fer at brúka havnina til tað endamál, sum hon heldur, tænir henni best. –Tí kann eg púra avgjørt siga, endurgjald til lands- kassan kemur ikki uppá tal, hóast vit taka Drelnes til oljuhavn. Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at tað er ein landsuppgáva at hava sam- ferðsluhavnir kring landið. –LSo tann dagin, vit hava brúk fyri Drelnesi til olju- havn, verður hon tikin, um tað so verður í morgin, ella tað verður um trý ár. – So verður tað uppgávan hjá landsstýrinum at finna eina aðra samferðsluhavn í Suðuroynni til Smyril. Dan Nielsen sigur, at Tvøroyrar Kommuna av- gjørt metir oljuvinnuna sum ein møguleika at venda teirri keðiligu gongdini í Suðuroynni við fráflyting, arbeiðsloysi og hægsta skattatrýsti, sum tað ber til at hava. – Tí tað er heilt avgjørt, at kemur tað so langt, verður havnin á Drelnesi eisini tikin til oljuhavn. Vit hava harðliga brúk fyri øðr- um vinnum í Suðuroynni, leggur hann afturat, so tann møguleikan fara vit undir ongum umstøðum at lata okkum gleppa av hondum. Er góðtikið Dan Nielsen heldur eisini, at Karsten Hansen er heldur seinur á sjóvarfallinum. –Landsstýrið hevur longu góðtikið, at Drelnes verður tikið til oljuhavn. –Tað hendi á einum fundi ímillum Tvøroyrar Býráð og landsstýrið, seinasta summar, har m.a. landsstýr- ismaðurin í samferðslumál- um, Finnbogi Arge, og landsstýrismaðurin í olju- málum, Eyðum Elttør, vóru við. Somuleiðis vóru bæði løgmaður og aðalstjórin í vinnumálastýrinum, Arni Poulsen við á fundi. – Eftir tann fundin skriv- aði landsstýrið eina fundar- frásøgn, har tað verður stað- fest, at landsverkfrøðingur- in skal arbeiða víðari við uppskotinum um eina fyri- bils samferðsluhavn á Tvør- oyri. – Samstundis skal hann arbeiða víðari við spurning- inum um eina endaliga samferðsluhavn í Trongis- vági. Dan Nielsen sigur, at fundurin snúði seg um ætl- anina hjá Tvøroyrar Komm- unu um at taka Drelnes til oljuhavn. –Sostatt kann fundarfrá- søgnin hjá landsstýrinum ikki misskiljast. Hon kann bara skiljast sum um, at landsstýrið góðtekur, at Drelnes verður tikið til olju- havn, sigur býráðsformað- urin á Tvøroyri. í ár keyptu úr Íslandi fyri tann gamla South Island, sum í fjør varð seldur til USA. Talan var um navnframa íslendska trolaran „Bessi“ sum tá kom undir føroyskt flagg. Bessi kostaði um 60 mill- iónir. Nýggi trolarin er nógv størri enn tann gamli var og umstøðurnar og trivnaðurin hjá manningini eru nógv betri. Men nýggi trolarin skuldi eisini fiskað væl meiri enn tann gamli fyri at tað skuldi mala runt. Hann skuldi fisk- að fyri góðar 30 milliónir um árið fyri at bera seg. Og nú báturin hevur verið burtur í næstan fimm mán- aðir, kann staðfestast, at higartil hevur fiskiskapurin gingið sum ætlað. Eli Frederiksen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hig- artil hevur gingið sum ætl- að. Allar fimm lastirnar, sum hann hevur avreitt, eru lagd- South Island hevur avreitt fimm ferðir. Tilsamans hevur hann avreitt 1100 tons Tað hevur gingist væl hjá vágbingum, síðan teir fingu nýggja skipið í februar ar upp í Kirkenes og í Tróndheimi í Noregi. Men tær báðar fyrstu last- irnar vórðu seldar í Noegi. Tær tríggjar seinastu last- irnar eru hinvegin seldar til rækjuvirkið á Oyri og tær eru sø førdar heim úr Nor- egi við farmaskipi. South Island hevur fisk- að í Barentshavi. Har verður hann væntandi verandi til í september, tá ið hann helst kemur heim. Ætlanin hevur alla tíðina verið at gera ábøtur á verk- smiðjuna umborð og reið- arin heldur, at tað kundi ver- ið eitt gott høvi at gjørt tað tá, tí hetta er slakasta tíðin har eysturi. Havt South Island fer aft- aná tað, veit Eli Frederiksen ikki enn. RÚNAR REISTRUP – Nei pínadoy far vekk! –LIkki taka av mær - tak av honum! – Gakk avstað við tær! Sjáldan man myndamað- ur okkara hava fingið so nógv fís eftir sær sum fyrra- partin í gjár, tá hann fekk ta ótakksomu uppgávu at taka myndir á deildini hjá Rús- drekkasølu Landsins í Havn í sambandi við at fólk keypa drekkivørur inn til ólav- søkuna. Hóast langt er liðið síðan útloysingartíðina, tá tær mest óskyldigu taskurnar í landinum vórðu drignar inn á posthúsið, fyltar við inni- haldinum av sundurskrødd- um flamingokassum, og síðan bornar eins óskyldiga útaftur, eru føroyingar enn meira enn eitt sindur kroyst- ir, tá teir keypa brennivín. – Tað er nokk ikki so gott at tit taka myndir inni í handlinum, tí vit hava fleiri ferðir fyrr fingið klagur frá fólki, ið eru blivin av- myndað har, sigur Dagmar Joensen, leiðari á Rúsdrekkasøluni, tá vit eru farnir inn á kontórið at biða pent um lov at taka myndir. Dagmar loyvir okkum tó eftir eitt knæfall ella tvey at taka myndir við teirri treyt, at myndin verður tikin soleiðis, at fólk ikki kunnu kennast aftur. Tað lova vit. Gulldepotið hjá Stalin Men hvat, júst sum mynda- maðurin hevur klatrað upp á nakrar kassar av øli og ger seg til reiðar at taka eina mynd útyvir herligheitina og tey fólk, ið millum hana ganga, verður hann steðgað- ur av einum starvsfólki. – Hava tit spurt Dagmar um lov? Er hetta gulldepotið hjá Stalin ella er tað almenni einahandilin fyri rúsdrekka vit standa í? Í botn og grund er Rúsan ein vanligur handil. Her kunnu øll uttan full fólk og børn sleppa at keypa júst tað, teimum lystir. Úrvalið og presentatiónin av vørunum eru bæði stíl- full, og tú skalt gustoy leita leingi eftir einum eins góð- um rúsdrekkahandli í restini av heiminum. Munurin millum at ganga í góðum friði og velja sær vørur í Rúsuni og so at standa í Netto í Danmark og í skundi hyggja eftir teimum trimum sløgunum av Vodka, ið standa uppi- yvir súru kassadamuni er eyðsýndur. Vit eiga at fegnast um at hava so góðar umstøður at keypa øl, vín og brennivín. Friðarlig fyrisiting Men tað gjørdi meginpart- urin av ólavsøkuinnkeyp- arunum í gjár týðuliga ikki. Hesir høvdu helst ynskt sær eitt myrkalagt rúm, har hvør maður gekk við síni veiku lummalykt, ið bara akkurát kláraði at kasta ljós á fløskuetikettirnar. Vit uppgeva tankan um at fáa ólavsøkumyndir av rúsukundunum og fara afturum og oman trappurnar til fyrisitingarliga partin av Rúsdrekkasølu Landsins. Her gongur friðarliga fyri seg. – Her er lítið at gera hjá okkum nú. Vit hava gjørt alt fyrireikingararbeiðið, og nú er bara sjálv sølan eftir, sig- ur Dagmar Joensen, meðan starvsfólkini í søluni standa við sveittabroti og taka pengar. Tolnir grannar Júst hvussu nógvir pengar koma inn og fløskur fara út ein dag sum 27. juli er ein loynidómur. Ikki av kapp- ingarávum væl at merkja, men av trygdarávum. – Sølan í dag man vera tríggjar ella fýra ferðir so stór sum vanligar fríggja- dagar, tá stórt trýst ofta er á søluni, sigur Dagmar. Tað hevur deildin hjá Rúsuni í Havn garderað seg fyri við at hava eyka par- keringsvaktir, eyka dura- vørar, eyka sølufólk, pakk- arafólk og goymslufólk til arbeiðis. Longu fríggjadagin í farnu viku fóru tey í Rúsuni at merkja, at fólk keyptu inn til ólavsøkuna. Síðan tá hevur meira fólk enn vanligt verið allar dag- arnar, men tað var kortini ikki nokk til at forða fyri tí, sum mest líktist kaos á Smyrlisvegi í gjár. – Soleiðis plagar tað at vera. Frá klokkan 10 til á middegi er altíð nógv fólk. Síðan slakar tað nakað, men um trý tíðina til vit steingja er so aftur fult av fólki, sigur Dagmar. – Slíkar dagar sum í dag skulu vit vera glað fyri at vit hava lagaligar grannar, leggur hon afturat, og hygg- ur út. Á parkeringsplássin- um hjá LM-handlinum beint yvirav er trafikkaos. Høgtíðir bera tómar fløskur Vit siga farvæl við leiðaran á Rúsdrekkasøluni, fara út í fólkameldurin og síðan longur út í goymsluna. Her gongur eitt sindur friðarligari fyri seg, men tó so hektiskt, at lagurmenn- inir hava fingið sveittan fram. Tómu fløskurnar streyma nevniliga eisini inn undan ólavsøkuni. Røðin av tóm- um fløskum, ið koma eftir samlibandinum frá fløsku- automatunum, verður mest- sum ikki brotin í døgunum undan ólavsøku. –LHer koma altíð ein øgi- lig rúgva av fløskum inn undan høgtíðum. Tær koma frá fólki, ið bara keypa inn til høgtíðir. Hesar fløskur- nar, sum koma inn nú, keyptu tey á páskum og jól- um, og tær fløskurnar, ið tey keypa inni í søluni nú, fáa vit aftur undan jólunum, sigur Martin Enok Jesper- sen, goymsluleiðari. Fyrstu dagarnar aftaná ólavsøkuna er ikki so nógv at gera hjá sølufólkunum, men tá standa teir á lagri- num aftur við sveittabroti. – Teir fyrstu dagarnar kemur ein rúgva av smá- dreingjum við einari øgilig- ari rúgvu av fløskum, sum teir hava samlað um ólav- søkuna. Teir eru okkara nógv størstu kundar fyrstu vikuna eftir ólavsøku, sigur Martin. Og soleiðis enda fløsk- urnar aftur á rætta stað. Smyrilsvegur var fullur Smyrilsvegur og Hoyvíksvegur vóru hvør fullari enn annar í gjár. Fullir av fullum og tómum bilum, ið streymaðu sum meyrur út og inn í Rúsuna í Havn at fylla sær bagagurúmið og baksetrið við vátum sterkum løgi. Men teir báðir útsendu av Sosialinum fingu eina turra móttøku mitt millum alt tað váttliga. Myndir: Jens K. Vang prísur prísur 29 29 ê Tr—ndarg¿tu tel. 318200 ÓLAVSØKAN: Opið: Ólavsøkuaftan kl. 9-19 Ólavsøkudag kl. 14-19 prís Tilboð 1/2 1/2 1/2 Allar taskur Allar taskur prís