fríggjadagur 28. juli 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 143 - 27. juli 2000
gult cyan magenta svart
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 143 - 27. juli 2000
gult cyan magenta svart
JÁKUP MØRK
Hjá teimum flestu, sum
Havnin skal skína
Gamla slagorðið fyri ein reinari høvuðsstað er eisini galdandi á ólavsøku, men tað er tó ikki bara sum at siga tað
komandi dagarnar eru stødd
í Havn, er ólavsøkan ein
høgtíð. Arbeiði og tað, sum
har hoyrir til, er aftarliga í
tonkunum, og fólk nýta
heldur tíðina til at hugna
sær saman við familju og
kenningum.
Eingin fríløta
Ymiskt er, hvussu hesar frí-
og hugnaløtur verða nýttar.
Felags fyri tey flestu er tó,
at ein stórur partur av deg-
num verður nýttir uttandura,
har tey vála oman og niðan
eftir havnargøtum. Seinastu
gestirnir á gøtuni eru heldur
ikki farnir heim, fyrr enn
sólin er komin væl og virð-
iliga undan kavi, men tá er
reingerðin hjá høvuðsstað-
num langt síðani farin til
verka.
Á vegadeildini hjá kom-
mununi er nevnliga einki,
sum eitur at hava frí á ó-
lavsøku. Tvørtur ímóti er
hetta tíðin, har mest er at
gera hjá teimum.
Tey, sum fara ein gongu-
túr tíðliga ólavsøkumorgun,
vilja eisini síggja ein reinan
høvuðsstað, og tað gera tey
eisini. Hóast hann um nátt-
ina hevur verið alt annað
enn reinur.
Við fullari ferð
Tað er nevnliga ein øgilig
rúgva av ruski og óruddi,
sum sløðist á gøtunum, tá
ólavsøkugestirnir hava hil-
dið sær á gleim. Ja, somikið
nógv, at neyðugt er við eyka
manning hesar dagarnar.
Eyka manningin er saman-
sett av seks skúlanæming-
um, sum á hendan hátt
kunnu vinna sær nøkur eyka
oyru í summarfrítíðini. Jør-
mund Olsen, sum er ar-
beiðsformaður hjá vega-
deildini, sigur, at tað stendur
ikki á at fáa fatur á hesum.
Eisini leggur hann dent á,
at hóast talan er um ungt
fólk, sum eisini vil sleppa í
býin á ólavsøkuni, so er
uppmøting teirra stak góð,
hóast onkur kanska er eitt
sindur moyrur seinasta dag-
in.
Jørmund greiðir frá, at
teir í alt eru einir 17 mans
til arbeiðis hesar dagarnar,
umframt at fýra feiðibilar
og tveir smáir lastbilar eisini
verða nýttir í arbeiðinum.
Byrjað verður longu um
fimm tíðina, og so verður
ikki helmað í, fyrr enn allur
býurin skínur. Arbeiðið er
skipað soleiðis, at bilarnir
byrjað í hvør sínum enda av
býnum, og so verðru koyrt
oman móti Miðbýnum, har
allir hittast. Framman fyri
bilarnar ganga menninir so
og feiða út av gongubreyt-
ini, og skjótt gongur. Longu
um 10-11 tíðina er býurin
aftur til reiðar at taka ímóti
ólavsøkugestum.
Fløskurok
Einki er at taka seg aftur í,
at hjá nógvum verður ólav-
søkan nýtt til at fáa sær eina
rívuliga kenning og kanska
meira afturat.
Onkrum skal kenningin
eisini koma frá, og at nógv-
ar fløskur sløðast í býnum,
er eisini ein avleiðing av
hesum.
Jørmund sigur, at teir
plaga at savna fløskurnar
saman, og eftir ólavsøkuna
verða hesar so seldar. Peng-
arnir,s um teir fáa fyri hetta,
verður so nýttir til eina út-
ferð fyrsta vikuskiftið eftir
ólavsøkuna, so eisini rein-
gerðin kann halda sína ó-
lavsøku.
Onkuntíð hava teir verið
í Vestmanna. Suðuroyggin
er eisini vitja, meðan peng-
arnir okkurt árið eru nýttir
til ein góðan bita á onkrari
matstovu. Alt hetta kostar
sjálvsagt, men fíggingin er
so longu fingin til vega. Í
fjør ár var talan um 6.800
kr., sum teir fingu í fløsku-
pengum.
Hóast myndin er tikin
fyri nøkrum árum síðani,
so munnu likkurnar
framhaldandi hava eins
góðar dagar á ólavsøku.
Nóg mikið er at taka av
hjá teimum
Mynd: Kalmar
JÁKUP MØRK
Onkur skal kanska hava
seinastu knapparnar til før-
oysku klæðini, annar vil
kanska hava nýtt prýði at
festa í oyra o.s.fr.
Í evstu løtu
Felags fyri nógv av hesum
er í øllum førum, at nú er
um at vera seinasta freist,
um alt skal fáast til høldar
til hesa ólavsøkuna.
Og tað eru veruliga nógv,
sum bíða til seinastu løtu
við at keypa. Í øllum førum,
um vit skulu trúgva handils-
fólkunum, sum selja hesar
vørurnar.
Hans Korsgaard, sum er
ein av eigarunum í 3’ara-
num í SMS, sigur, at tey
sjálvandi
selja
nógvar
smúkkur undan ólavsøkuni.
-Tað skuldu vit helst eis-
ini gjørt hesa tíðina, leggur
hann afturat. Hann sigur, at
talan er um alskyns slag av
smúkkum. Sjálvandi eru
nógv, sum vilja ogna sær
seinastu silvurlutirnar til
føroyska búnan, men at tal-
an eisini er um prýði av øll-
um møguligum øðrum slag.
Nógv frá Anker Eli
Kanska mest forvitnisligi
parturin av vørunum hjá
3’arunum
munnu
vera
smúkkurnar, sum føroying-
urin, Anker Eli Petersen,
hevur designað.
Hesar komu á marknaðin
fyri fáum mánaðum síðani,
og hóast teir ikki hava gjørt
serliga nógv við at lýst við
hesum, so letur Hans sera
væl at søluni.
-Vit hava so at siga ikki
skrúvað rættuliga upp fyri
marknaðarføringini av hes-
um enn, men kortini eru lut-
irnir longu nú sera væl um-
tóktir, sigur Hans. Hann
leggur afturat, at tað heldur
ikki bert eru føroyingar,
sum tykjast áhugaðir í hes-
um prýðislutum.
Gjøgnumgangandi mo-
tivið í røðini er norrøna
gudalæran, og hetta hevur
viðført, at stórur áhugi er
fyri
hesum
uttanlands,
greiðir Hans frá. Eitt nú
nevnir hann amerikanarar:
Tey hava jú so at siga ongan
siðsøguligan arv at vísa á,
og tí verða tey ofta rættuliga
fasinerað, tá tey so bera eyg-
a við slíkar lutir, sum jú um-
boða ein týðandi part av
okkara søgu, sigur Hans.
Ein lítil trupulleiki í hes-
um sambandi er tó, at fald-
ararnir, sum 3’arin lat gera
til røðina, enn ikki eru kom-
nir til landið. -Serliga eru
tað útlendsku ferðafólkini,
sum vilja lesa eitt sindur um
evnið, men hetta hava vit so
loyst, við at biðja um navn
og bústað, og síðani verða
faldararnir sendir, tá vit hav-
a fingið teir, sigur Hans.
Smíða dag og nátt
Niðri við Kongabrúnna, har
Niels L. Arge heldur til,
hava tey eisini úr at gera.
Ja, so nógv, at tað stendur
á hjá teimum at evna nóg
mikið til av knappum,
spennum og øðrum: -Vit
klára tó at arbeiða tað mesta
undan, men tað eru tó eisini
fleiri, sum fáa eitt nei, tí tey
koma ov seint við bílegg-
ingini av vøruni, sigur Reg-
in Arge av verkstaðnum.
Hjá Niels Arge evna tey
silvurið til sjálvi, men Regin
vil tó ikki siga, hvussu nógv
silvur tey nýta til ólavsøk-
una, ella hvussu stórur part-
ur av samlaðu nýtsluni talan
er um. Hann viðgongur tó,
at talan er um ein góðan
part, ella sum hann málber
seg: -Tað er akkurát sum at
hava eina eyka jólasølu.
Smúkkur skulu til
Tey, sum selja silvur til føroysku klæðini og prýðislutir annars, hava úr at gera undan ólavsøkuni
Eftirspurningurin eftir smúkkunum, sum Anker Eli Petersen hevur teknað, er sera stór-
ur, verður sagt úr 3-aranum
JÓGVAN HUGO GARDAR,
OSLO
Vestlax og Pan Fish sum
høvdu avtalu kláru fyri fá-
um vikum síðani, men sum
landstýrið havnaði, eru nú
við at koma á mál við eini
nýggjari avtalu.
Sambært nýggja sam-
starvinum millum Vestlax
og Pan Fish rokna eigararnir
við at framleiðslan kann
økjast við millum 20 og 30
prosentum.
Upprunaliga vildu Pan
Fish og Vestlax leggja sam-
Pan Fisk
og Vestlax
við avtalu í
komandi viku
Sambært norskum miðlum keypir Pan Fish helvtina av
Vestlax í komandi viku
an, men aftaná at føroysku
myndugleikarnir søgdu nei
have partarnir leita eftir eini
loysn sum passar føroysku
lóggávuni.
Stjóri í Vestlax, Súni Dur-
huus, sigur sambært norska
blaðnum Aftenposten, at
teir nú hava eina loysn sum
ikki skal vera brot á før-
oyska lóggávu. Nýggja av-
talan umfatar eisini virk-
semi hjá Vestlax í Danmark.
Sambært Aftenposten selja
Súni Durhuus og Jógvan
Durhuus 50 prosent av
partabrøvunum í Vestlax til
norska Pan Fish. Hetta
verður gjørt fyri at fáa betri
atgongd til marknaðin og
fyri at fáa eitt betri samstarv
við Laksaaling, sum Pan
Fish eigur gjøgnum sítt
felag Norway Seafarms.
Vestlax og Laksaling
hava umleið 25.000 tons av
laksi í ringunum í Føroyum.
Partarnir vóna at hetta kann
økjast til millum 45.000 og
50.000 tons um tvey trý ár.
Einasta forðingin fyri at náa
málinum skal vera møgu-
leikarnir at fáa hendur á
smoltum
Savnsmynd
STEFAN Í SKORINI
Hýruvognsførarar hava sum
vera man sera nógv um at
vera á ólavsøku, tí at alt
fólkið skal onkursvegna
flytast runt í býnum. Tey,
sum ikki hava hug at brúka
apostlarnar til flutning,
mugu tí heita á hýruvogn-
arnar.
Allir hýruvognarnir í
Havn fara at koyra alla
ólavsøkuna á tamb, so at
okkara ólavsøka kann vera
so góð sum gjørligt.
Aage Johannesen, stjóri á
P/F Bil, sigur, at allir 21
bilarnir hjá teimum verða
tøkir alt samdøgrið. Onkun-
tíð verður tørvur á svøvni,
men tá tekur ein avloysari
yvir.
Eingin ólavsøka
Hjá hýruvognsførarunum
verður eingin verulig ólav-
søka sum so vegna arbeiði.
Tað verða ikki tey nógvu
tiltøkini, sum førararnir
sjálvir fara til, men kanska
teir fáa ein avloysara, með-
an kappróður ella fótbólts-
dystur er, so at teir um ikki
annað fáa ein lítlan part av
ólavsøkutiltøkunum við.
Aage Johannesen sigur
eisini, at vanliga er eingin
trupulleiki av rúsaðum
kundum, og at fólk flest eru
væl vand.
Koyra
samdøgrið runt
Onkur má syrgja fyri, at vit, sum taka okkum av løttum á
ólavsøku, kunnu sleppa úr einum staði í annað
RÚNAR RESITRUP
Nógvir eru mátistokkarnir,
ið kunnu geva okkum eina
hóming av, hvussu vælferð-
in í Føroyum hevur tað.
Ein týðuligt tekin er
blanka nýggja stálið á veg-
unum, sum í kreppuárunum
vóru fyltir av litfarnum og
rustaðum blikkdósum á
hjóli.
Eitt annað eru húsaprísir-
nir og eitt triðja er mongdin
av øli, ið fólk drekka.
Farnu árini hava tey á
Føroya Bjór upplivað, at tey
selja umleið tíggju prosent
meira øl fyri hvørja ólavsøku
í fer framvið.
– Fólk hava fingið meira
pening, og fólkatalið er
hækkað. Tey keypa meira av
øllum, eisini av øli, siga tey
av Føroya Bjór.
Tað bar ikki, nú undan
ólavsøkuni, til hjá Føroya
Bjór at meta um samlaðu
søluna á hesi hátíð, tí størsti
søludagurin er altíð 27., og
hann var ikki farin framvið,
tá blaðið fór til prentingar.
Í vælferðar-
tíðum verður
meira drukkið
Hesir fara at koyra samdøgrið runt fyri tey, sum av
góðum grundum lata bilin standa
Á Restorffs Bryggjarí
hava tey bryggjað niður-
fyri til ólavsøkusøluna.
Størsti søludagur á árin-
um var í gjár, dagin undan
Størsti søludagur
tjóðarhátíðini, og dagurin
var væl fyrireikaður.
Dagin undan ólavsøku
selja tey á Restorffs
Bryggjarí einari 20 ferðir
so nógvar kassar av øli
sum aðrar dagar á ári-
num. Næststørsti sølu-
dagur er síðsti dagur
undan jólunum.